Munurin millum rættingarnar hjá "Norðskáli"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 9:
viðmerkingar =
}}
 
[[Mynd:Sundini at Norðskáli, Faroe Islands.JPG|thumb|left|200px|Norðskáli.]]
'''Norðskáli''' er ein bygd í [[Eysturoy]]. Norðskáli er rættiliga gomul bygd, helst gongur [[søga]]n nakað aftur í [[miðøld]]ina. Hon er minsta markatalsbygd í landinum, bert 4 merkur. Hetta bar í sær, at í tí longu tíðini, meðan jørðin var avgerðandi lívsgrundarlagið, kundu bert fá fólk lívbjarga sær á staðnum. Ymiskt bendir á, at fyrstu, fáu, búfólkini bert hava støðast har í styttri tíð í senn, hava verið uppisitarar í nøkur ár, og eru so flutt aftur til heimbygdina. Tá loyvt varð at leggja inn gerði, gjørdist grundarlag fyri einum størri fólkatali.
 
Linja 17:
 
Handilsmenn hava hesa tíðina nógvar streingir at spæla uppá. Teir taka ofta ímóti [[Fiskur|fiski]], eiga útróðrarbátar og skip, sum eru inntøkukelda hjá bygdafólkinum. Handilin hevði í nógvum førum postin um hendi, umframt ymsa frakt. Alt hetta gjørdi handilin til ein miðdepil í bygdini, har fólk savnaðist, ikki bert fyri at keypa, men eisini fyri at frætta tíðindi.
[[Mynd:Sundini at Norðskáli, Faroe Islands.JPG|thumb|left|200px|Norðskáli.]]
 
Við stóru útbyggingunum innan samferðsluna í [[1970-árini|1970-árunum]] kom Norðskáli at liggja væl fyri í meginøkinum. Hetta hevur verið grundarlag undir nýggjum arbeiðsplássum í bygdini, so sum fiskavirki, stoypivirki, innan aling, eins og handils- og tænastuvirksemi. Norðanfyri brúnna um [[Streymin]] er vaksið fram eitt handilsøki, sum liggur sera væl fyri í mun til ferðsluæðrarnar í meginøkinum. Fólkatalið er vaksið rættiliga skjótt seinnu árini, og er komið upp um tey hálvttriðjahundrað.