Munurin millum rættingarnar hjá "USA"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 32:
USA er heimsins ríkasta land. Stórt tilfeingi av kilo, [[Olja|olju]] og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í [[19. øld|19.]] og [[20. øld]], hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin.
 
Markið ímillum USA og [[Kanada]] er heimsins longsta óvarda landamark <ref>http://www.cbc.ca/canada/story/2009/05/15/f-vp-gillespie.html</ref>. [[New York City]] í [[New York]] er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað [[Los Angeles]] í [[Kalifornia]] og [[Chicago]] í [[Illinois]]. Landslagið er fjølbroytt, her eru [[Oyðimørk|oyðimerkur]], skógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll.
 
Eftir at USA í [[1776]] fekk fullveldi frá [[Stóra Bretland|Bretlandi]], bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var ein føderatión millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í [[1789]]. Í [[19. øld]] vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð í [[Meksiko]]) á [[norðuramerika]]nska landinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóru [[Borgarakríggj|borgarakríggið]] ([[1861]]-[[1865]]) og [[Depressiónin Mikla]] ([[1929]]-[[1939]]).
Linja 38:
Eftir [[Seinni heimsbardagi|annað heimskríggj]] var USA onnur av tveimum supermaktum (hin var [[Sovjetsamveldið]]). Hesar báðar supermaktirnar stríddust nógv gjøgnum tað [[Kalda Kríggið]]. Eftir at [[Kalda Kríggið]] í [[1991]] endaði óavgjørt, upploystist [[Sovjetsamveldið]] og USA var einasta supermakt eftir.
 
Síðani hevur USA verið heimsins máttmiklasta og ríkasta land <ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/fields/2195.html</ref>.
 
== Søga ==
Linja 277:
Fíggjarstøðan í USA hevur støði í [[Kapitalisma|kapitalismu]], og dám av blandingsbúskapi. Landið er fremsta fíggjarliga stórmakt í heiminum, og amerikanarir hava yvirhøvur eitt høgt livistøði. Privati geirin hevur størsta partin av [[Búskapur|búskapinum]] um hendi. Uppileggingar frá statinum eru nakað færri enn í flest øðrum heimum í [[vesturheiminum]].
 
USA er triðstørsta [[Olja|oljuland]] í heiminum <ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/rankorder/2173rank.html</ref>, og einki annað land ger so nógvar [[Olja|oljuúrdráttir]], til dømis bensin. [[Olja]] varð funnin í [[Texas]] fyrst í [[19. øld]], og tað hevði við sær, at [[Texas]] gjørdist ógvuliga ríkt ríki. Nú er [[Texas]] næst [[Alaska]] at vinna út [[Olja|olju]].
 
Fura, grann og setrisviður vaksa væl í lýggja og slavna strandaveðurlagnum í ríkjunum [[Oregon]] og [[Washington]]. Í hesum báðum ríkjum er mesta skógarvinnan í USA. Trøini verða flutt heil til strondina við lastbili. Umhvørvisverndarfelagsskapir royna nú at verja partar í skógunum, har mong trø eru yvir 200 ára gomul.
Linja 341:
Ein av hvørjum hundrað sita [[Fongsul|fongslaði]] í USA í [[2008]]. Talið á fangum er 1,6 milliónir fólk. Umframt hetta sita 723 000 í smærri brummum kring landið. Hetta er hægsta talið nakrantíð í USA og tað hægsta í heiminum. Merkisverdur er eisini stóri munurin millum samfelagsbólkar. Av latínamerikanarum situr 1 av 36 inni, meðan talið fyri afroamerikanarar er 1 av 15. Verður so hugt at aldursbólkum, so er talið fyri afroamerikanarar millum 20 og 34 ár 1 av 9 <ref>http://www.123.fo/default.aspx?articleid=4770</ref>.
 
Fimm statir í USA loyva hjúnarbandi millum fólk av sama kyni. Teir eru [[Iowa]], [[Connecticut]], [[Massachusetts]], [[New Hampshire]] og [[Vermont]]. <ref>http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=49&Id=70465</ref>.
 
[[Stríðið Ímóti Yvirgangi]] kostar amerikansku skattgjaldarunum nógv.