Munurin millum rættingarnar hjá "Ivar Aasen"

Content deleted Content added
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
Tofts (kjak | íkøst)
Linja 5:
Ivar Aasen var yngstur av átta systkjum og misti tíðliga bæði foreldrini. Hann mátti tí longu tíðliga luttaka í strævnum bóndagarðsarbeiði fyri at lívbjarga sær. Heimstaðurin lá fjarskotin, og tí hevði Ivar fáar vinir. Hann stytti sær stundir við at lesa í bíbliuni, og longu meðan hann var lítil, løgdu bæði prestur og lensmaður í bygdini til merkis, hvussu gløggur hesin pilturin var.
 
Aasen fekk barnalærdóm sín hjá próstinum Hans Conrad Thoresen. I [[1831]] gjørdist hann ferðalærari og við tíðini gjørdist hann heimalærari hjá kaptein Daae í Skodje. Hann økti alla tíðina um vitan sína, millum annað við at læra seg fleiri tungumál av egnum ávum, og við at savna plantur úr nærumhvørvinum í einaeitt stórastórt plantusamlingplantusavn. Aasen byrjaði eisini at granska málføri/dialektir, og náttúrliga bleiv tað hansara egna heimliga sunnmørsdialektin ið stóð fyrst fyri tørni. Hetta gjørdist eitt strævið arbeiði, tí hann royndi at finna fram málførið/dialektina sum hon var, undan danska árininum, men við tíðini bleiv hann liðugur við 'Den Sunnmørske dialekt', sum varð útgivin í [[1841]].
 
Aasen fór til [[Bergen]]s fyri at fáa arbeiðið hjá sær mett av biskoppinum har, Jacob Neumann. Biskoppurin var ovfarin og fekk partar av arbeiðnum prentaðar í tveimum útgávum av Bergens Tidstidende. Neumann syrgdi eisini fyri at seta unga málfrøðingin í samband við 'Vitenskapsselskapet' í [[Tróndheim]]i, sum gav honum starvsløn so hann kundi ferðast runt í landinum og kanna aðrar dialektir. Aasen var tá 29 ára gamal.