Munurin millum rættingarnar hjá "Burma"

Content deleted Content added
Linja 48:
[[Mynd:Yangon_View_South.jpg|thumb|right|250px|[[Rangoon]]]]
[[Mynd:Burma_en.png|thumb|right|250px|Landslutur í Burma]]
Nógv náttúrutilfeingi er í Burma; har er ríkiligt av vatni, tí stóra áin [[Irrawaddi]] rennur suður ígjøgnum næstan alt landið, og lendið fram við henni er óføra fruktagott. Landaøkið á markinum ímillum Burma, [[Teiland]] og [[Laos]] verður nevnt [[Gylti Trýkanturin]]. Har dyrka fólk dreymsólju, sum er ein av fáu inntøkum teirra. Úr dreymsóljuni verður gjørt [[opium]], sum er virðismikið evni, ið linnar pínu; men tað verður eisini nýtt til at gera harðvunnin [[drøgg]]. Tveir triðingar av øllum [[heroin]]i í heiminum kemur úr [[Gylta TríhyrningiTrýkanti]]. Dreymsóljan hevur hvítar, ljósareyðar ella purpurlittar blómur og kann gerast einar 120 cm høg. [[Opium]] verður gjørt úr plantusevjuni, ið rennur úr fræhylkinum, tá ein flika verður skorin í tað.
 
Rubinar og safirar eru ímillum mongu aðalsteinarnar, sum verða vunnir út í Norðurburma. Mong halda burmesisku rubinarnar vera teir fagrastu í heiminum, tí at teir hava ein so vakran djúpreyðan lit. Krystallrubinar eru ofta í kálkspatti. Í Burma er eisini nógv silvur, kopar, játa, blýggj, sink og tin, og har er nógv [[olja]] og gass.