Munurin millum rættingarnar hjá "Eysturoy"

Content deleted Content added
Idioma-bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: lt:Estrojus
No edit summary
Linja 11:
}}
 
'''Eysturoy''' er - við síni vídd upp á 268 km2km² - næststørsta oyggj í [[Føroyar|Føroyum]]. Her búgva umleið 11 túsund fólk. Við sínum góðu bussambondum bæði í oynni og til hinar partarnar av landinum, kann við røttum sigast, at oyggin er ein miðdepil í [[Føroyar|Føroyum]]. Oyggin bjóðar teim vitjandi eina ørgrynnu av upplivingum, sum røkka frá undurvøkrum landslagi, hugnaligum bygdum, søguligum støðum til framkomnar nýmótans bygdir og býir. Síðst á oynni er landslagið eftir [[Føroyar|føroyskum]] viðurskiftum reiðiliga slætt og lætt at ferðast í til gongu. Norðantil er Eysturoyggin brattari við høgum fjøllum. Eitt teirra er [[Slættaratindur]], sum við sínum 882 m er hægsta fjall í [[Føroyar|Føroyum]].
 
Gisting er møgulig í flest øllum bygdum í Eysturoy. Gistingartilboðini røkka frá hotellum til skótadeplar, tjalding og ból og bita. Tjaldingarpláss og pláss til búvognar er eisini og harafturat finnast matstøð og kaffistovur um alla oynna. Við flestu bygdirnar eru nýggj upplýsingarskeltir sett upp.