Munurin millum rættingarnar hjá "Kvívík"

Content deleted Content added
Arne List (kjak | íkøst)
No edit summary
 
Arne List (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 12:
'''Kvívík''' er ein bygd í [[Streymoy]].
 
Í Kvívík eru gamlar [[víkingar|víkingatoftir]], ið hava sín uppruna í [[landnám]]stíðini, t.v.s. at tær eru reistar av írskum munkum í [[9. øld|9.]] ella [[10. øld]]. Tá grivið varð út fyri einum pakkahúsi í tíðarskeiðnum millum [[1870]] og [[1880]], komu kvívíkingar fyrstu ferð fram á hesar toftir, men umleið [[1950]] fór veruligur útgrevstur fram á staðnum, við tí fyri eyga, at kanna vavið av hesum toftum og at kanna hesar víkingatoftir meiri nágreinliga, m.a. staðfesta nær tær eru reistar. Tey elstu húsini, sum standa uppi í Kvívík í dag, eru bygd í [[18. øld]].
{{stubbi}}
 
Í Kvívík er kirkja og prestagarður. Fyrsta kirkjan er helst bygd miðskeiðis í [[19. øld]]. Núverandi kirkjan varð tikin í nýtslu í [[1903.]] Prestagarðurin á Kirkjuteigi er eisini rættuliga gamal. Upprunaliga er hann helst bygdur um somu tíð sum fyrsta kirkjan.
==Søga==
 
Skúlin í Kvívík varð tikin í nýtslu í [[1907]]. Har ganga næmingar úr Kvívík, av [[Stykkið|Stykkinum]] og av [[Skælingur|Skælingi]]. Børnini á [[Válur|Válinum]] ganga í skúla í [[Vestmanna]] og børnini í [[Leynar|Leynum]] ganga í skúla í heimbygdini. Í løtuni eru ongi børn í skúlaaldri á Skælingi. Frá 6. flokki fara børnini í Kvívík, á Stykkinum, í Leynum og á Skælingi í framhaldsskúla í Vestmanna. 57 næmingar ganga í bygdarskúlanum í Kvívík. Á framhaldsdeildini í Vestmanna eru 30 næmingar úr Kvívíkar kommunu.
 
Í bygdini er eisini eitt samkomuhús. Tað er arbeiðsmannafelagið Samvirki. ið eigur og rekur bygda- og ungdómshúsið, sum eitur Glæman. Tað er karmur um felagslívið í bygdini. Í Kvívík er eisini eitt róðrarfelag.
 
Í Kvívík er ein krambúð. Har er sparikassi og posthús. Meginparturin av fólkinum í Kvívík arbeiðir aðrastaðni enn í heimbygdini. Nógvir menn eru til fiskiskap við skipum, ið hoyra heima ymsastaðni í landinum, og nógv av heimafólkunum arbeiða í Havn. Í Kvívík eru tó tvær handverkarafyritøkur, ið hava nógv at gera, og sjálvandi er nakað av landbúnaði í bygdini eisini.