Munurin millum rættingarnar hjá "Fámjin"

Content deleted Content added
No edit summary
Arne List (kjak | íkøst)
Linja 20:
 
== Navnið ==
Navnið Fámjin er sjáldsamt, og torført er hjá málfrøðingum at týða, hvønn uppruna tað hevur. Men gomul søgn sigur, at bygdin fyrr æt '''Vesturvík''', men tað finnist ongin skrivlig kelda, ið nevnir Fámjin fyri Vesturvík. So hendi tað, at maður í bygdini og sonur hansara fingu fatur á tveimum konufólkum av einum [[Frakland|fronskum]] skipi, ið lá uttanfyri. Tá ið skipsmenninir sóu, at teir róðu til lands við teimum, fóru teir at rópa:
:''femme mien, femme mien!''
Soleiðis skuldi bygdin broyta navn. Brim kom og skipið sigldi burtur. Feðgarnir tóku sær hesar báðar til konu. Mangir sterkir avrekskappar sigast at vera komnir undan teimum.
(Tað finnist ongin skrivlig kelda, ið nevnir Fámjin fyri Vesturvík)
 
Best hugsandi er at navnið hevur okkurt við "fóm" (skúm) at gera, tí oftani er sera nógvur skúmur í mølini tá ið brim er og tað samstundis er nógvur gróður í sjónum.