Munurin millum rættingarnar hjá "Ringo Starr"

1 byte lagt afturat ,  11 ár síðan
s
tp
s (wikif.)
s (tp)
[[Mynd:Ringo.jpg|thumb|right|250px|Ringo Starr í [[2007]].]]
'''Ringo Starr''' (''veruligt navn:'' '''Richard Starkey''') var føddur í [[Liverpool]] [[7. juli]] í [[1940]]. Blaðungur fór hann at spæla [[trummur]], og tá ið [[rock and roll]] [[tónleikur]]in rakti [[Stóra Bretland|Bretland]] vóru boð eftir trummusláarum. Júst sum hinir [[The Beatles|Beatlarnir]] fór Ringo til [[Hamburg]] í [[Týskland]]i at spæla fyrst í [[1960-árini|60'unum]]. Bólkurin hann spældi við í kallaðist [[Rory Storm and The Hurricanes]].
 
Til er upptøka av Ringo frá [[1960]], har hann spælir [[trummur]] á nøkrum sangum, sum ein, ið kallaðist [[Lu Walters]] sang. Millum sangirnar vóru bluesklassikarin hjá [[George Gershwin]] [[Summertime]] frá musikalini [[Porgy and Bess]]. - Hesi løg eru tó ongantíð útkomin alment, so tað elsta vit hava, har Ringo kann hoyrast handan trummurnar er upptøkurnar av [[Love Me Do]] og [[Besame Mucho]] frá [[11. september]] [[1962]], ið komu út á [[Athology 1]] fløguni hjá [[The Beatles]] í [[1995]].
2.845

rættingar