Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

Content deleted Content added
Efloean (kjak | íkøst)
Jakupa (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 33:
 
[[Mynd:Eidsvoll_riksraad_1814.jpeg|thumb|left|200px|[[Eidsvoll]] [[1814]]]]
Sambært [[kongssøgum]] savnaði [[Haraldur Hárfagri]] allanalt Noreg undir ræði sítt. Í [[872]] hevði hann skipað lensmansríki í Noregi. Av harðræði hansara var stór útflyting vestur í hav til [[Føroyar|Føroya]], [[Hetland]]s, [[Orknoyar|Orknoya]], [[Ísland]]s, [[Grønland]]s og aðrar staðir. Tó at hesi londini tá vóru uttanfyri Noregs ríki, vórðu tey øll løgd undir norskt kongsvald seinni.
 
Upp gjøgnum tíðirnar var Noreg við hvørt sjálvstøðugt, við hvørt undir [[Danmark|donskum]] yvirvaldi og við hvørt undir [[Svøríki|svenskum]]. Men mesta av tíðini var tað sjálvstøðugt kongsríki, sjálvt umhóast tað var undir útlendskum yvirvaldi. Tað var hetta, ið gjørdi tað gjørligt hjá noregsmonnum at loysa frá [[Svøríki]] í [[1905]]. Eitt nýtt fullveldisríki varð ikki stovnað við hesum. Tað einasta sum hendi, var at [[Svøríki|svenski]] kongurin varð settur frá í Noregi, og politiska samstarvið millum Noregs og [[Svøríki]]s uppsagt.
 
== Fólkið ==
 
Mest nýttu nøvn í Norra í [[2008]] eru gentunavnið Linnea og dreingjanavnið Lukas. Árið fyri vóru hesi Sara og Mathias. Annars eru hesi ofta ovarliga á listanum: Markus, Jakob, Jonas, Emma, Thea og Nora. Tekur mannman [[Oslo]] burturúr, so er ein munur at síggja. Nógv mest nýtta dreingjanavn í [[Oslo]] er Mohammed. Triðja hvørt barn í [[Oslo]] kemur frá ikki-norskari bakgrund.
 
Noreg er heimsins besta land at liva í. Tað vísur eitt yvirlit hjá [[ST]], sum vísur hvussu livikorini eru í heimsins londum. Yvirlitið tekur hædd fyri m.a. livialdri, útbúgving og inntøku pr. íbúgva. Yvirlitið brúkar tøl frá [[2007]] til at rokna livikorini út og hevur [[Avstralia]] og [[Ísland]] sum ávíkavist nummar tvey og trý á listanum. [[Danmark]] er á einum sekstanda plássi, meðan [[Niger]], [[Sierra Leona]] og [[Afghanistan]] eru niðast.
Linja 47:
Tá ið komið varð fram á [[Olja|olju]] og [[gass]] í [[Norðsjónum]] í [[1969]], hevði tað stórar búskaparligar broytingar við sær í Noregi, og landið er nú størsta [[Olja|oljuland]] í [[Evropa]]. Mong túsund fólk starva í [[Olja|oljuvinnuni]], annaðhvørt á boripøllum, á reinsiverkum ella í smiðjum, ið gera til dømis skip og pallar til oljuvinnuna. Noreg selur hinum londunum í [[Evropa]] meginpartin av oljuni og gassinum.
 
Handilsflotin í Noregi er ein av heimins størstu. Mong túsund fólk arbeiða á skipasmiðjum og sigla við farmaskipum og ferjum, sum javnt og samt sigla ímillum býirnar og oyggjarnar á vesturstrondini. Størsti havnabýur er høvuðsstaðurin, Oslo. Sløk hálv millión fólk býrbúgva í hesum ferðarmikla býi, sum er mentunarligur, útbúgvingarliður og íðnaðarligur miðdepil í landinum.
 
Mong fólk arbeiða í ídnaðinum; týðandi vinnuvegir eru oljuvinna, skipasmíð og námsvinna. 6% av arbeiðsfólkinum arbeiðirarbeiða í fiskivinnu, skógarvinnu og landbúnaði. Sum heimsins fimtistørsti oljuframleiðari er Noreg á 23. plássi millum heimsins týdningarmestu búskapir.
 
== Politikkur ==