Munurin millum rættingarnar hjá "Vágur"

Content deleted Content added
ArthurBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: os:Воавур
udvidet artikel - bruger Erik Chrstensen
Linja 5:
markatal = 49-11-00|
postnummar = 900|
íbúgvar = 1 420413|
íbúgvar_ár = 20052008|
viðmerkingar =
}}
 
'''Vágur''' er einnæststørsta bygd í [[Suðuroy]], [[Føroyar|í Føroyum]], hevur umleið 1 420.413 íbúgvar.
 
 
== Kirkjan í Vági ==
Í 1927 legði [[Jákup Dahl]], próvstur, grundarsteinin, men kirkjan var ikki liðugt bygd og vígd fyrr enn 19. februar 1939. Sofus Johan Hofgaard, arkitektur av [[Tvøroyri]], hevur teknað Vágs Kirkju. Kirkjan undan hesi, var tann sum í dag stendur í [[Hov|Hovi]]. Hon varð bygd á Kirkjukletti 1853, tað er har sum gamli kirkjugarðurin er, beint við prestagarðin í Vági, men næstan heilt niðri í mølini. Tað var vanligt fyrr, at fólk lovaðu olmussu til Vágs Kirkju, antin tí fólk vóru bjargaði úr neyð ella av øðrum orsøkum.
Ein múgvandi einkja í Noregi, sum hevði mist mann sín á sjónum, gav eina kirkju í olmussu. Hon læt allan stórviðin gera til, bant hann saman og slepti honum út á sjógv, og hon legði tað lyftið á, at har sum henda kirkja rak á landi, har skuldu tey eiga hana. Kirkjan rak til Føroya. Kirkjan kom so rekandi inn á Vágsfjørð, og rak sjálv á land á tí staði, sum síðan kallast á Kirkjukletti. (Kelda: faroestamps.fo)
 
[[Ruth Smith]] (1913 – 1958) varð borin í heim í Vági í 1913. Ruth Smith telist sum ein tann týdningarmesti koloristurin í føroyskari myndlist. Hóast hennara skeið sum listakvinna varð stutt – hon doyði av einari syndarligari druknivanlukku í 1958, bert 45 ára gomul – kom hon at seta sín dám á málningalistina.
Ruth Smith Savnið er at finna á Vágsvegi 101 í Gamla Skúla. Sjósavnið er í Stóra Pakkhúsið vesturi á Gørðunum í ovastu hæddini.
== Vágs skúli ==
[[1. apríl]] [[1951]] varð nýggjur skúli vígdur í Vági. Bókasavn er í Vágs Skúla.
 
 
== Elverkið í Botni ==
Elverkið var tað fyrsta vatnorkuverk í Føroyum. Arbeiði byrjaði seint í 1919, og tað gekk skjótt fyri seg. Anlægskompagniet úr Bergen stóð fyri arbeiðnum við Haakon Blaauw á odda.
 
Nærum alt tilfarið var flutt til Botn frá Eiðinum í Vági. Rørini vóru sleipað av Eiðinum og norður um fjallið. Segldúkur varð settur fyri endarnar. Skinnarar vóru lagdir niðan gjøgnum hagan við einum spæli í erva. Sjálv støðin varð bygd niðri í Botni, har vóru settar upp tvær turbinur á 400 HK hvør. Tær koyrdu 1000 snúningar um minuttin og vóru mettar at geva 400 HK við eini fallhædd uppá 206 metrar. Vatnið til elektrisitetsverkið í Botni kom frá trimum vøtnum: Ryskivatn, sum er 0,1 kvm og 241 m yvir havinum, Miðvatn, sum er umleið 0,09 kvm og er 343 m yvir havinum og Vatnið í Tindalíð, sum eisini verður rópt Ovastavatn, tað er umleið 0,04 kvm og 361 m yvir havinum. Byrging var bygd við Ryskivatn, hon var 2 m høg men kundi lættliga hækkast
 
Tey fyrstu árini gav elverkið í Botni bara streym til Vágsbygd, men í 1928 fekk Tvøroyri eisini streym. Lopra fekk elektrisitet í 1935, tá Gudmund Mortensen av Tvøroyri, sum átti hvalastøðina í Lopra, sendi umsókn um at fáa elektrisitet til hvalastøðina. Nakrir týskir verkfrøðingar høvdu leigað hvalastøðina frá honum. Sóknarstýrið í Vági játtaði umsóknini og sostatt fekk Lopra elektrisitet í 1935. [[Porkeri]] fekk elektrisitet í 1953. Hinar bygdirnar í Suðuroy fingu háspenningslinjur lagdar í 1958 og frameftir, tær bygdirnar vóru: Sumba, Víkaryrgi, [[Akrar]], Hov, [[Fámjin]], [[Hvalba]] og [[Sandvík]]. Tó fingu Hvalbingar sítt egna motorelektrisitetverk í nakað fyrr, tað lýsti fyri fyrstu ferð á jólum 1951.
(Kelda: Poul Andreasen "Elektrisitetsverkið í Botni", egið forlag, Tórshavn 1996.)
 
== Tráðbanin ==
Tráðbanin varð gjørdur í 1906, so vágbingar kundu draga bát úr Múlagjógv heim til neystini. Tráðbanin lætti munandi um hjá útróðrarmonnum, sum róðu út frá Eiðinum í Vági. Hesin fyrsti tráðbanin varð nýttur til 1930,tá ein nýggjur elekstriskur tráðbani varð tikin í nýtslu.
 
Tráðbanin var lutvíst fíggjaður við brúksgjaldi og so figgjaði kommunan restina. Hvørja ferð ein bátur var flotaður, so skuldi 40 oyru latast til Eiðiskassan. Um tað mundi, tá vágbingar fingu tráðbanan, róðu 22 bátar út av Eiðinum.
 
 
== Slóðir ==
*[http://www.vagur.fo/ Vágs kommuna]
*[http://www.ruthsmithsavn.com/ Ruth Smith Savnið í Vági]
*[http://www.faroeartstamps.fo/index.php?side=755c08108f0b8d85406db84c6aa61bef#FØROYSKT Ruth Smith]
*[http://www.flickr.com/photos/14716771@N05/sets/72157622735171621/ Myndasavn á Flickr hjá Erik Christensen]
 
{{Commons|Vágur}}
 
{{stubbi}}
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]