Munurin millum rættingarnar hjá "Hvítravnur"

Content deleted Content added
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: it:Corvo pezzato
Dagsam (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 17:
}}
 
'''Hvítravnur''', gamalt føroyskt '''Gorpur bringu hvíti''' (''Corvus corax varius var. leucophaeus'') var eitt serføroyskt [[ravnur|ravnabrigdi]], men er nú útdeyður.
 
Hann var eisini krunkasvartur, men stórir partar av honum vóru hvítir, tó ofta við nøkrum fáum svørtum fjaðrum uppí. Teir hvítravnarnir, sum eru varðveittir, eru ikki allir meinlíkir, men á øllum eru á høvdi, veingjum og búki hvít øki. Beinini á honum eru líka svørt, sum á tí svarta ravninum, men ikki nevið, tað fer yvir í brúnt. Hvítravnurin tykist hava verið her síðani miðøldina. Ígjøgnum ár og dag hevur nógv verið skrivað um hann, og nógvar myndir eru teknaðar av honum.