Munurin millum rættingarnar hjá "Írland (land)"

Content deleted Content added
Dagsam (kjak | íkøst)
No edit summary
Dagsam (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 36:
 
Írland var leingi undir [[Stóra Bretland|Bretskum]] yvirvaldi. Í [[1922]] fekk syðri partur – um fýra fimtingar av oynni – sjálvstýri í [[Bretska Heimsveldinum]] og gjørdist óheft lýðveldi í [[1948]]; men [[Norðurírland]] varð verandi saman við [[Stóra Bretland|Bretlandi]].
 
Írski frístaturin varð settur á stovn í [[1922]], sum ein ‘dominión’ (sjálvstjórnandi hjáland) í [[bretska Commonwealth]] og fekk økt sjálvstýri ígjøgnum m.a. ‘[[:en:The Statute of Westminister|The Statute of Westminister]]’ í [[1931]] og '[[:en:Edward VIII abdication crisis|the abdication crises of 1936]]’. Í [[1937]] varð ein nýggj stjórnarskipan ([[:en:Constitution of Ireland|New Constitution]]), ið lýsti landið sum fullveldisríki undir heitinum ''Ireland'' sett í gildi. Og í [[1949]] vórðu seinastu formligu bondini við [[Stóra Bretland|Sameinda Kongsríkið]] (UK) slitin tá ið Írland tók loysing og lýsti seg sum tjóðveldi.
 
Meðan landið var undir bretskum veldi og fyrstu árini sum tjóðveldi var Írland eitt av fátækastu londunum í Vestur-Europa og fráflytingin úr landinum var stór. Í 1950’unum varð protektionistiski búskapurin opaður og í [[1973]] gjørdist Írland limur í [[Europeiska Felagsmarknaðinum]] EF (nú [[ES|Europeiska Samveldið]] ES). Ein búskaparkreppa noyddi landið til at fremja nýskipanir seinast í 1980’unum, og skattur og reglur vórðu linkaði ógvusliga í mun til onnur ES-lond.
 
Seinastu 20 árini hevur Írland havt ein stóran búskaparvøkstur og landið hevur í dag tann 31’da stórsta búskapin í heiminum. Í 2009 varð landið mett at hava hægstu lívsgóðsku í heiminum. Altjóða kreppan hevur eisini rakt Írland hart, og hevur ført arbeiðloysi og økta fráflyting við sær.
Írland er limur í [[ES]], [[OECD]] og [[ST]].
 
 
== Politikkur ==