Munurin millum rættingarnar hjá "Kvæði"

Content deleted Content added
SieBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: sv:Kvad
No edit summary
Linja 1:
 
'''Kvæði.''' Felagssangur sum verður sungin í samband við [[føroyskur dansur|føroyskan dans]]. Eitt kvæði hevur sum oftast nógv vers og eitt niðurlag. Tað fortelur ofta eina søgu um hetjur úr gomlum søgnum.
'''Kvæði''' - felagssangur sum verður sungin í samband við [[Føroyskur dansur|føroyskan dans]]. Eitt kvæði hevur sum oftast nógv vers og eitt niðurlag. Tað fortelur ofta eina søgu um hetjur úr gomlum søgnum. Fyrsti skaldskapur [[Føroyar|føroyinga]] varð borin munn av munni, frá ættarliði til ættarlið. Stóri kvæðaskattur [[Føroyar|føroyinga]] er fremsta eyðkenni fyri frásøgu og mentan frá farnum tíðum. Kvæðini hava uppruna í eini [[Evropa|felagsevropeiskari]] forntíð, frá mýtum um hetjur og hetjugerðir niðri í [[Evropa]] frá fyri ár [[1000]]. Hesin stóri mentanararvur, sum kvæðini eru, hava verið við til at givið [[Føroyar|føroyingum]] ta barlast, sum ein tjóð byggir sín málsliga og mentanarliga samleika á. Týdningarmesti kvæðabólkurin er [[Sjúrðarkvæðini]], sum byggja á forngermanska sagnarkringin [[Niebenlungenlied]]. Onnur kvæði eru yrkt úr [[Ísland|íslendingasøgum]], m.a. "[[Heimskringlu]]" og "[[Vølsungasøgu]]". Nøkur kvæði hava tilfar úr [[Føroyar|Føroyum]], m.a. úr [[Føroyingasøga|Føroyingasøgu]]. Høvundarnir til tey eldru kvæðini eru ókendir, men í teimum yngru kvæðunum eru yrkjararnir í flestum førum kendir. [[Jens Christian Djurhuus]] ([[1773]]–[[1853]]) og [[Jens Hendrik Djurhuus]] ([[1799]]–[[1892]]), faðir og sonur og bøndur við [[Sjógv]] í [[Kollafjørður|Kollafirði]] vóru sera evnaríkir kvæðayrkjarar. Í nýggari tíð hava [[Jóannes Patursson]] ([[1866]]–[[1946]]), [[Mikkjal á Ryggi]] ([[1879]]–[[1956]]) og [[Poul F. Joensen]] ([[1898]]-[[1970]]) yrkt kvæði.
 
Táttayrkingin, sum varð nýtt til teitis, og sum mangan var bersøgið og niðrandi skemt úr gerandishendingum, stóð í besta blóma um [[1800]]. Kendasti táttayrkjari okkara var [[Nólsoyar Páll]] ([[1766]]–[[1809]]) og tátturin [[Fuglakvæðið]], sum umrøður embætismisnýtsluna hjá [[Danmark|donsku]] embætismonnunum í samtíð [[Páls]], er enn í dag ímyndin av tí stríði, sum [[Føroyar|føroyingar]] í farnum tíðum stríddu við [[Danmark|donsku]] yvirvøldina.
 
== Slóðir úteftir ==
 
* [http://www.tjatsi.fo/?side=d85557a4cf3eceb65205bc12b9d32a7d Tjatsi] (kvæðistekstir og frímerki frá Postverki Føroya))
* [http://heima.olivant.fo/~finnur/ Tónleiksheimasiða hjá Finni Hansen]
 
[[Bólkur:Føroysk kvæði]]
*[http://www.tjatsi.fo/?side=d85557a4cf3eceb65205bc12b9d32a7d Tjatsi] (kvæðistekstir og frímerki frá Postverki Føroya))
*[http://heima.olivant.fo/~finnur/ Tónleiksheimasiða hjá Finni Hansen]
 
[[ang:Faroisce cwidas]]