Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Undirhúsið"

Content deleted Content added
Dagsam (kjak | íkøst)
→‎Landanøvn: new section
Dagsam (kjak | íkøst)
Linja 266:
== Landanøvn ==
 
Eg síggi at onkur er farin at benda landanøvn, eins og gjørt verður t.d. á íslendskum.
 
Fyri tað fyrsta: Íslendskt er ikki ein facitlisti uppá føroyskt; føroyskt hevur gingið sína egnu leið seinastu 600 árini (og tað er lang tíð sæð í málhøpi).
 
Eitt sum situr eftir frá tí eg gekk til føroyskt á Fróðskaparsetrinum, er at lond hava ikki kyn á føroyskum.
 
Á '''føroyskum''' eitur tað: ''ItaliaItali'''a''', í ItaliaItali'''a''''' IKKI ''ItaliaItali'''a''', í ItaliuItali[[u]]''; somuleiðis eitur tað: ''EvropaEvrop'''a'''/EuropaEurop'''a''','' ''í EvropaEvrop'''a'''/EuropaEurop'''a''''', IKKI ''EvropaEvrop'''a''', í EvropuEvrop[[u]]''.
 
Hví fara at innføra eina slíka bending, sum hvørki finst í føroyskum talumáli, eiheldur í føroyskum skriftmáli her á Wikipedia? Vit hava nóg nógvar kontroversir í føroyskum talumáli vs skriftmáli í forvegin.
 
 
Ein annar '''feilur''' í føroyskum her á Wikipedia: ''Áland, .......... er oyggjaland '''millum Finnland[[s]] og Svøríki[[s]]'''.....
 
Hatta hvørsfalls s'ið finst ikki í føroyskum: (íslendskt: ég sakna hestsin'''s''') (føroyskt:eg sakni hestin).
Kelda: http://old.norden.org/nordenssprak/kap2/2a/12.asp?lang=fo
 
Hvør er tað sum ger hesar feilirnar í føroyskari bending? Er hetta útlendingar ið skriva føroyskt? Ongin føroyingur hevði skrivað hvørsfals s í hasum førinum.