Munurin millum rættingarnar hjá "Ísland"

Content deleted Content added
No edit summary
Dagsam (kjak | íkøst)
Linja 37:
Bert 1 % ella 1030 km<sup>2</sup> av Íslandi er dyrkað jørð. Grasið verður mest brúkt til [[jóturdýr]], men eitt sindur av hoyggi selja teir av landinum. [[Seyður|Áseyðatalið]] liggur um 500.000. Hvørt heyst verður umleið helvtin av stovninum slaktaður. Neytini eru uml. 75.000, rossini uml. 77.000, svín uml. 4.000 og høsn uml. 160.000. Um heystið verður á [[Rossur|rossabaki]] farið eftir [[Seyður|seyðunum]], sum verða riknir í eina serliga rætt, sum líkist einari karrusel. Fyrst verða allir [[Seyður|seyðirnir]] riknir inn í miðjuna á rættini, og so verða teir býttir út til eigararnar, sum hvør eigur eina rætt út frá miðjuni. [[Seyður|Seyðirnir]] eru markaðir, so hvør kennir sínar. Ísland flytir [[Seyður|seyðakjøt]] av landinum, og einki verður flutt inn. Eitt sindur av ullarvørum vera eisini útfluttar.
[[Mynd:Icelandic_sheep_summer_06.jpg|thumb|right|250px|[[Seyður]]]]
Í Íslandi er lítið av ráevnum, men tað er hampiliga lætt at fáa fatur í orku. Hetta hevur havt við sær, at teir hava bygt sínar egnu verksmiðjur, ið framleiða burtur úr innfluttum rá­evnum. Henda fram­leiðsla hevur stóran týdning fyri út­flut­ning­in. Nærindis [[Reykjavík]] liggur ein nýmótans [[aluminium]]s verksmiðja. Fyri at tað skal bera til at framleiða [[aluminium]], noyðast teir at innflyta rávøruna, og framleiðslan má hava nógva og bíliga el-orku. Til at framleiða eitt tons av [[aluminium]], mugu teir hava 22.000 Kwh. Í [[1988]] brúkti verksmiðjan 33,5 % av allari el-orkuni, sum varð framleitt í Íslandi. Verksmiðjan var bygd í [[1968]], og har arbeiða 600 fólk. Hon liggur tætt við strondina, so tað er lætt at lossa málmin, ið kemur frá [[Avstralia|AvstraliuAvstralia]], [[Afrika]] og [[Grønland]]i. Ætlanir eru nú um at byggja eina verksmiðju aftrat, tætt við ta gomlu.
 
[[Seyður]] hevur altíð havt ómetaligan týdning fyri Ísland. Í øldir hava fólk hórað undan orsakað av [[Seyður|seyðinum]]. Av [[Seyður|seyðinum]] fingu fólk bæði [[Matur|mat]] og klæði. Í gomlum døgum mjólkaðu íslendigar eisini [[Seyður|seyðunum]] og brúktu seyðamjólkina til "skýr". Tað gera tey ikki longur, men tey eta nógv [[Seyður|seyðakjøt]], og av tí bleytu ullini gera teir teppir, klæðir og o.m.a.
Linja 43:
[[Bruttotjóðarúrtøka]] fyri hvønn íbúgva í landinum er [[USA Dollari|$]] 38.800 ([[2007]]).
[[Mynd:Reykjav%C3%ADk_s%C3%A9%C3%B0_%C3%BAr_Hallgr%C3%ADmskirkju.jpeg|thumb|right|250px|[[Reykjavík]]]]
 
== Politikkur ==