Munurin millum rættingarnar hjá "USA"

Content deleted Content added
SieBot (kjak | íkøst)
Replaced content with 'sdklfskl'
Linja 1:
sdklfskl
{{mánaðargrein}}
{{Infoboks Land
| uppruna_navn = United States Of America<br/>Sameindu Statirnir Í Amerika<br/>Sambandsríki Amerika
| navn = Sambandsríkið Amerika
| mynd_flagg = Flag_of_the_United_States.svg
| mynd_skjald = US-GreatSeal-Obverse.svg
| motto = "[[In God We Trust]]"
| mynd_positión = Location_United_States.svg
| alment_mál = [[Enskt (mál)|Enskt]]
| høvuðsstaður = [[Washington DC]]
| fullveldi = [[4. juli]] [[1776]]
| løgmaður_heitið = Varaforseti
|løgmaður= [[Joe Biden]]
| forseti_heitið = Forseti
| forseti = [[Barack Obama]]
| vídd = 9 629 091 km²
| vatn = 4,87 %
| íbúgvar = 307 434 000
| íbúgvar_ár = 2009
| íbúgvar_km2 = 31
| gjaldoyra = [[USA Dollari]] (USD)
| tíðarzona = [[UTC]] -5 til -10
| tjóðsangur = "[[The Star-Spangled Banner]]"
| alnet_økisnavn = [[.gov]], [[.mil]], [[.edu]], [[.us]] og [[.um]]
| telefon_landakota = 1
| spenningur =
| viðmerkingar =
}}
 
'''Sambandsríkið Amerika''' ([[Enskt (mál)|enskt]]; ''United States of America''), eisini nevnt '''USA''', eru heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn [[Kanada]] og [[Russland]]) og fólkamongd (færri enn í [[India]] og í [[Kina]]). Landið er býtt í 50 statir, eindardistriktið [[Washington DC]] (sum eisini er [[høvuðsstaður]]) og fleiri partar handan [[hav]]. Av teimum er oyggin [[Puerto Riko]] í [[Karibiahav|karibiska havinum]] størsti parturin og har tað búgva flest fólk. Aðrar oyggjar, sum USA eigur, eru t.d. [[Amerikonsku Jómfrúoyggjar]], [[Amerikanska Sámoa]], [[Guam]], [[Norðurmarianoyygjar]] og nógvar oyggjar við ongum fólki (t.d.; [[Palmyraoy]], [[Johnstonoy]], [[Bakeroy]], [[Howlandoy]], v.fl.). Síðani [[1898]] hevur USA havt eina stóra marinustøð á [[Kuba]] - [[Guantánamoflógvi]]. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni.
 
USA er heimsins ríkasta land. Stórt tilfeingi av kilo, [[Olja|olju]] og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í [[19. øld|19.]] og [[20. øld]], hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin.
 
Markið ímillum USA og [[Kanada]] er heimsins longsta óvarda landamark. [[New York City]] í [[New York]] er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað [[Los Angeles]] í [[Kalifornia]] og [[Chicago]] í [[Illinois]].
 
Eftir at USA í [[1776]] fekk fullveldi frá [[Stóra Bretland|Bretlandi]], bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var ein føderatión millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í [[1789]]. Í [[19. øld]] vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð í [[Meksiko]]) á [[norðuramerika]]nska landinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóru [[Borgarakríggj|borgarakríggið]] ([[1861]]-[[1865]]) og [[Depressiónin Mikla]] ([[1929]]-[[1939]]).
 
Eftir [[Seinni heimsbardagi|annað heimskríggj]] var USA onnur av tveimum supermaktum (hin var [[Sovjetsamveldið]]). Hesar báðar supermaktirnar stríddust nógv gjøgnum tað [[Kalda Kríggið]]. Eftir at [[Kalda Kríggið]] í [[1991]] endaði óavgjørt, upploystist [[Sovjetsamveldið]] og USA var einasta supermakt eftir.
 
Síðani hevur USA verið heimsins fremsta, máttmiklasta og ríkasta land.
 
== Søga ==
 
=== Indiánarnir ===
[[Mynd:Shoshoni_tipis.jpg|thumb|right|250px|Indiánar, ið búðu á háslættanum.]]
[[Mynd:Laguna_Pueblo_Indians.jpg|thumb|right|250px|[[Puebloindiánar]] í [[Arizona]]. Pueblo merkir bygd.]]
[[Mynd:Gheorghe_Tattarescu_-_Pelerin.jpg|thumb|right|250px|Í [[1620]] komu [[pílagrímarnir]]. [[Átrúnaður|Átrúnaðarlig]] viðurskifti høvdu noytt teir at rýma út [[Ongland]]i.]]
[[Mynd:Slaves_in_chains_%28grayscale%29.png|thumb|right|250px|[[Evropa|Evropeiskir]] keypmenn ríkaðu seg av [[Trælur|trælahandlinum]].]]
[[Mynd:Legree.png|thumb|right|250px|Vit fáa helst aldri at vita, hvussu mong menniskju vórðu seld sum [[Trælur|trælir]], men hildið verður, at fleiri enn sjey milliónir [[afrika]]narar vórðu sendir til [[Amerika]] frá [[1701]] til [[1810]].]]
[[Mynd:Us_declaration_independence.jpg|thumb|right|250px|[[Amerikonsku Frælsisyvirlýsingina]]]]
[[Mynd:T_Jefferson_by_Charles_Willson_Peale_1791_2.jpg|thumb|right|250px|[[Thomas Jefferson]] ([[13. apríl]] [[1743]] – [[4. juli]] [[1826]])]]
[[Mynd:Confederate_States_of_America.svg|thumb|right|250px|11 ríki (grøn) søgdu seg úr samveldinum. 5 trælaríki (gul) fyri norðan vóru verandi í samveldinum, hóast partur av fólkinum stuðlaði [[Sameindu Amerikonsku Suðurríkjunum]] (CSA).]]
[[Mynd:Confederate_National_Flag_since_Mar_4_1865.svg|thumb|right|250px|Flaggið hjá [[Sameindu Amerikonsku Suðurríkjunum]] (CSA)]]
[[Mynd:1902_Wright_glider_turns.jpeg|thumb|right|250px]]
[[Mynd:1908_Ford_Model_T.jpg|thumb|right|270px|[[Ford Modell T]] í [[1908]]]]
[[Mynd:Photos_NewYork1_032.jpg|thumb|right|250px|[[Wall Street]], [[New York City]]]]
[[Mynd:Capone_Teenager.jpg|thumb|right|250px|[[Al Capone]] ([[17. januar]] [[1899]] – [[25. januar]] [[1947]])]]
[[Mynd:President_Theodore_Roosevelt%2C_1904.jpg|thumb|right|230px|[[Theodore Roosevelt]] ([[27. oktober]] [[1858]] - [[6. januar]] [[1919]])]]
[[Mynd:Deutschland_Besatzungszonen_-_1945_1946.svg|thumb|right|250px|[[Týskland]] varð býtt í fýra hersetingarøki, og USA, [[Bretland]], [[Frakland]] og [[Sovjetsamveldið]] stýrdu hvør sínum øki.]]
[[Mynd:The_Cuba_Missile_Crisis.jpg|thumb|right|250px|[[Kubakreppan]]]]
[[Mynd:As11-40-5886%2C_uncropped.jpg|thumb|right|250px|[[21. juli]] [[1969]] fór [[Neil Armstrong]] (f. [[5. august]] [[1930]]) út úr mánalendingarfari sínum og steig fótin á [[Mánin|mánan]], meðan fleiri mió. sjónvarpssíggjarar hugdu at. "Eitt lítið stig fyri ein mann, men mannaættini eitt stórt stig", segði hann.]]
[[Mynd:Braun_HF_1.jpg|thumb|right|230px|Í [[1990]] áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp.]]
[[Mynd:Rock_Hudson_in_Giant_trailer.jpg|thumb|right|250px|[[Rock Hudson]] ([[17. november]] [[1925]] – [[2. oktober]] [[1985]])]]
[[Mynd:800px-USA-satellite.jpg|thumb|right|250px|Ein fotomynd av Sambandsríkinum Amerika tikin úr einum [[Fylgisveinur|fylgisveini]].]]
[[Mynd:MtHood_TrilliumLake.jpg|thumb|right|250px|[[Mount Hood]], [[Oregon]]]]
[[Mynd:StJohnTrunkBay.jpg|thumb|right|250px|[[Saint John]], [[Amerikonsku Jómfrúoyggjar]]]]
[[Mynd:GDP_PPP_per_capita_IMF.png|thumb|right|250px|Ríkastu lond í heiminum ([[2007]]) eftir [[Bruttotjóðarúrtøka|BTÚ]] fyri hvørt fólk.]]
[[Mynd:USDnotes.jpg|thumb|right|230px|[[USA Dollari]]]]
[[Mynd:Baseball_swing.jpg|thumb|right|220px|[[Hornabóltur]]]]
[[Mynd:I-80_Eastshore_Fwy.jpg|thumb|right|250px|Bilarnir eru fleiri og tættari á vegunum í USA enn í nøkrum øðrum landi. Myndin omanfyri er av einum høvuðsvegi í [[Berkeley]] í [[Kalifornia]], har bilferðslan elvir til ovurstóra [[Dálking|dálkan]].]]
 
{| class="wikitable" table style="border:1px #000000;" cellspacing="0" align="right" style="margin-left: 1em"
! style="background:#FF9999;" colspan="2"| Fólkið í USA
|-
| Hvít || 83 %
|-
| Svørt || 12 %
|-
| Ásiatar || 3 %
|-
| Indiánar || 1 %
|-
| Onnur || 1 %
|-
|}
</div>
 
{| class="wikitable" table style="border:1px #000000;" cellspacing="0" align="right" style="margin-left: 1em"
! style="background:#FF9999;" colspan="2"| Átrúnaður í USA
|-
| [[Protestantiskar]] || 52 %
|-
| [[Katolikkar]] || 24 %
|-
| [[Mormonar]] || 2 %
|-
| [[Jødadómur|Jødar]] || 1 %
|-
| [[Muslimar]] || 1 %
|-
|}
</div>
 
[[Mynd:Texas_State_Capitol_building-front_left_front_oblique_view.JPG|thumb|right|250px|Í hesum húsinum í býnum [[Austin]] heldur ríkisstjórnin í [[Texas]] til.]]
[[Mynd:US_President_Barack_Obama_taking_his_Oath_of_Office_-_2009Jan20.jpg|thumb|right|250px|[[Barack Obama|Barack Hussein Obama]] er 44. og núverandi [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]] í Sambandsríki Amerika.]]
 
Upprunafólkið í USA vóru indiánar. Teir eru nú færri enn ein millión. Í [[17. øld]] komu fólk úr ymsum heraðshornum at seta búgv. [[Stóra Bretland|Bretar]], [[Skotland|skotar]] og [[Írland|írar]] komu á eysturstrondina, [[Frakland|fraklendingar]] at teimum stóru vøtnunum, og [[Spania|spaniólar]] í útsynningslendið. Í [[18. øld]] misti [[Frakland]] síni [[Hjáland|hjálond]]. Hesi londini komu nú undir [[Stóra Bretland|bretskt]] vald. Um sama mundið komu fyrstu [[Trælur|trælirnir]] til [[Amerika]]. Nakað upp í [[18. øld]], tá ið lítið lendi var eftir, vórðu viðurskiftini millum indiánar og hjálandafólkið ógvuliga ring.
 
Hildið verður, at [[Beringssundið]] var ikki til fyri 20.000-30.000 árum síðani. Tað var landfast ímillum [[Asia|Ásia]] og [[Amerika]]. Veiðimenn og savnarar komu úr [[Asia|Ásia]] henda vegin. Hetta fólkaslagið fór um alt [[Amerika]] og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallað indiánar, tí [[Kristoffur Kolumbus|Kolumbus]] helt, at hann var komin til [[India]].
 
Fyri 10.000 árum síðani komu onnur fólkasløg sama veg, og búsettust har norðuri í kuldalondunum í [[Amerika]]. Hetta eru forfedrarnir hjá [[inuit]]tum. Hildið verður, at einar 15-20 milliónir indiánar vóru í øllum [[Amerika]], tá ið [[Kristoffur Kolumbus|Kolumbus]] kom hagar í [[1492]]. Av teimum vóru bara 2 milliónir í USA.
 
Í USA vóru einir 300 ættarbólkar, og teir talaðu 200 ymisk [[mál]]. Lendið vestan fyri [[Mississippi]] vestur ímóti [[Klettafjøllum]] var grasfløta. Vanliga verður hon kallað prerian, og har búði lítið fólk. Nakrir ættarbólkar búðu í útjaðaranum, teir livdu av jørðini og veiði.
 
Tey flestu hildu lítið um indiánar. Júst sum um [[afrika]]nar. „Einasti góði indiánin er ein deyður indiáni“. Soleiðis tók ein generalur til, hann hevði verið í fleiri bardøgum ímóti indiánum.
 
Í skógarlendunum eystanfyri livdu indiánskir ættarbólkar, sum vit hava sæð í cowboyfilmum og lisið um í bókum: [[Mohikanar]], [[huronar]], [[irokesar]] og [[shavahoar]]. Í skógunum vóru nógv [[rádjór]], [[bjarnir]], [[hjørtir]], [[Elgur|elgar]] og [[Bævur|bævrar]]. Eisini var ovmikið av [[Fuglur|fugli]] og [[Fiskur|fiski]]. Í hesum [[Filmur|filmunum]] og bókunum vóru fáir indiánar, sum nakar dugur var í. Nevnast kann, at ”Hjartarfótur” var ein av fáu hetjunum. Í flestu førum vóru teir lýstir sum blóðtystir ránsmenn bara við einum í huga – at skræða húðina av høvdinum á teimum hvítu. Heilt upp at okkara døgum hevur lítið verið skrivað um, hvussu teir hvítu tóku land teirra.
 
Á mangan hátt vóru teir hvítu betur fyri, men indiánarnir stóðu ikki aftari, sum fleiri hildu. Ikki dugdu teir at gera jarn, men mentanarliga vóru teir ikki aftari. Teir yrktu, málaðu, høvdu sína egnu trúgv, og felagsskapurin var góður. Indiánarnir livdu so tætt upp at náttúruni og vistu, hvussu teir skuldu fáa gagn burtur úr henni.
 
Fyrst í [[18. øld]] komu fleiri og fleiri indiánar út á grasfløtuna. [[Bisonin]] varð mest veiddur, tí av honum var ovmikið. Hildið verður, at umleið 70 milliónir [[bisonar]] vóru til á grasfløtuni í USA. Ein fullvaksin [[bisonur]] vigaði o.u. 1100 kilo, og av honum fingu indiánar alt tað, teimum nýttist. Kjøtið og avroðini vórðu etin. Skinnið varð nýtt til tjøld, klæði, mokkasinir og togverk. Spengurnar vórðu nýttar til tráð og bogastreingir. Beinið til knívar og ørvaroddar. Úr kleyvum og hornum gjørdu teir lím, og í vombini goymdu teir vatn. Myrkjuna turkaðu teir at brenna. Í góðum samstarvi millum [[ross]] og veiðimann bar til hjá 100 indiánum at fella 300-500 [[bisonoksar]] um tíman. Teir veiddu bara við boga og píli. Fór nakar á veiðiferð einsamallur, varð hann revsaður. Á veiðiferðum hild uteir saman.
 
Indiánasamfeløgini í USA vóru smærri enn tey í [[Meksiko]] og [[Peru]]. Men fleiri ferðir varð roynt at ganga saman í størri eindir. Kendast man vera [[irokesasamgongan]], sum var sterkast um 1700. Fyri betur at kunna standa ímóti ágangi uttanífrá, vóru 5 ættarbólkar gingnir saman í eina samgongu. Hvør ættarbólkur hevði egið sjálvstýri, men í serligum felagsmálum, og tá ið trupulleikar tóku seg upp við aðrar ættarbólkar, varð prátað saman til trupulleikarnir vóru loystir.
 
[[Irokesar]] høvdu stóra virðing fyri konufólki. Rætturin at arva var frá mammuni. Hon hevði eisini eitt orð at siga, tá ið høvdingar vórðu valdir ella vórðu settir frá. Vildi kona skiljast, gav hon manninum boð um at fara. Kortini varð maðurin verandi í grannalagnum. Konurnar vóru eisini uppi í friðarsamráðingum, og tá ið tey skuldu gera av, um farast skuldi í kríggj. [[Irokesar]] livdu mest av jørðini, men vóru eisini dúgligir veiðimenn.
 
Í [[Arizona]], [[Utah]], [[Kalifornia]] og [[Nevada]] vóru eisini fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina. [[Puebloindiánarnir]] høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. [[Puebloindiánarnir]] vóru friðarfólk, men teir ræddust at [[apasjarnar]] skuldu leypa á. Teir vóru grannar.
 
=== Niðursetufólkið ===
 
Flestu niðursetufólkini í USA í [[17. øld|17.]] og [[18. øld]] komu úr [[Ongland]]i. Í [[Ongland]]i høvdu tey mist rættin til jørðina, og søkt varð at mongum fyri trúarsakir. Ikki bara fátækrafólk rýmdu heimanífrá. Eisini fólk, sum ikki vóru nøgd við lívið heima, fluttu til USA. Aðalsfólk fóru eisini og búsettust sunnanfyri. Har komu tær fyrstu gróðrarlundirnar. Norðanfyri, har umstøður ikki vóru fyri stórum gróðrarlundum, búsettust at kalla bara bøndur, fiskimenn og handverkarar. Í teimum [[puritansku]] samkomunum, sum vuksu í tali, var eingin stættarmunur, og fólkið livdi í friði og náðum.
 
Niðursetufólkið og indiánarnir sótu væl um sátt í fyrstuni. Teir hvítu fingu góð ráð, hvussu teir skuldu veiða, hvar best var at velta; men í seinnu helvt av [[18. øld]], tá ið minni var at býta, gjørdust viðurskiftini ótrygg. [[Frakland|Fraklendingar]], sum mest hugsaðu um handil, høvdu gott samband við indiánarnar fyrstu tíðina.
 
Í fyrstani var lívið strevið. Niðursetufólkið sunnanfyri visti lítið um landbúnað, og torført var at útvega mat. Mong doyðu av svongd fyrst í [[17. øld]], og søgur ganga um, at summi løgdust á lík. Niðursetufólkið, sum arbeiddi í gróðrarlundunum, hevði skrivað undir sáttmála, og tá ið so ein tíð var umliðin, suttust tey niður sum smábøndur. Niðursetufólkið visti, at tey svørtu úr [[Afrika]] vóru [[Trælur|trælir]] í [[Suðuramerika]] og á oyggjunum í [[Karibiahav]]i. Í [[17. øld]] vórðu [[Trælur|trælir]] tiknir at arbeiða í gróðrarlundunum. At byrja við vóru trælirnir í minniluta, men miðskeiðis í [[18. øld]] vóru 170 000 [[Trælur|trælir]] í [[Virginia]]. Hetta var um helvtin av øllum fólkinum har.
 
[[Trælur|Trælirnir]], sum komu livandi um havið, vóru illa fyri bæði til likams og sálar, tá ið teir at enda komu til [[Amerika]]. Tey hvítu virdu teir lítið og fóru við teimum, sum best bar til. Hesi neyðars fólk vórðu seld á uppboði og viðfarin sum [[Dýr|djór]]. Tey, sum vóru best fyri, fóru fyri hægsta boð. Maður og kona vórðu atskild, og børn sóu ongantíð foreldrini aftur.
 
Tá ið [[Trælur|trælirnir]] komu hagar, teir skuldu vera, varð merki brent á kroppin á teimum. Fleiri konufólk vórðu sett til húsligt arbeiði, sum ikki var so strevið. Men ofta vórðu tey fyri kynsligum ágangi frá eigara og øðrum arbeiðismonnum í húsinum. Sum tíðin leið, lótu teir konufólk og mannfólk búgva saman. Tað ráddi um at vaksa um barnatalið, tí trotið á trælum vaks. Kortini arbeiddu flestu konufólkini í gróðrarlundunum. Tey høvdu eisini ábyrgdina av, at nóg mikið varð dyrkað til [[Matur|matna]].
 
[[Trælur|Trælir]], sum settu seg upp ímóti eigaranum ella royndu at rýma, vórðu harðliga revsaðir. Tað var ikki óvanligt, at slíkir [[Trælur|trælir]] vórðu bukaðir til deyða. Í [[Maryland]] kom lóg í gildi, hon segði, at sló ein svartur ein hvítan, vórðu oyruni skorin av honum. Men í flestu førum fóru teir hampiliga við trælunum. Eigaranum tørvaði teir. Tí vildi hann hava teir so kropsliga væl fyri sum gjørligt.
 
Stríggið var hjá teimum hvítu, sum settu búgv í [[Hjáland|hjálondunum]]. Men tey livdu í álitinum og vónini, at her høvdu øll ein møguleika at koma fram og gerast lukkulig. Um ikki eydnaðist so væl einastaðni, so var møguleiki at flyta vestureftir og royna eydnuna har.
 
Tænastufólk, sum við sáttmála høvdu bundið seg at vera ávísa tíð, vóru verst fyri. Hesi fólkini vóru fátæk fólk úr [[Bretland]]i. Tey máttu binda seg í 5-7 ár, og so var ferðin goldin. Á ferðini vórðu tey innilæst, so at eingin møguleiki var at rýma, angraðu tey. Tey vórðu stúvað saman umborð á skipinum, og hetta minti nógv [[Trælur|trælaferðirnar]]. Í [[1741]] fór sluppin ”Seaflower” úr [[Belfast]] í [[Norðurírland]]i við 106 fólkum, sum høvdu bundið seg við sáttmála. Ferðin vardi 16 vikur, og tá ið tey komu til [[Boston]] í [[Massachusetts]], vóru 46 deyð í hungri.
 
Tey fyrstu árini vóru fleiri mannfólk enn konufólk. Ofta vóru lýsingar at síggja, har søkt varð eftir konufólkum. Ferðin varð goldin, vildu tær gifta seg við niðursetumanninum. Tað bar eisini til at keypa sær arbeiðskonu, og í bløðunum stóð at lesa, hvat hon dugdi. Til dømis: ”Røsk genta, ið dugir væl at seyma. Drekkur ikki og er eitt satt konubrot”.
 
Nógv konufólk arbeiddu ikki í teimum stóru lundunum sunnanfyri. Men hjá niðursetufólkunum norðanfyri var neyðugt, at konur og børn tóku hond í. Tey vórðu ofta sett at veva og spinna.
 
Av tí at arbeiðsmegi treyt, fingu konufólk betri løn í [[Hjáland|hjálondunum]]. Meðan [[Amerika]] enn var saman við [[Ongland]]i, vóru somu javnstøðulógir galdandi í báðum londunum. Í [[Nýongland]]i, har nógvir [[puritanar]] búðu, skuldi konan laga seg eftir manninum. Maðurin kravdi, at konan skuldi vera lýðin, arbeiðssom og sparin. Gekk hon ikki undir hesar treytir, var vanlig, at tey skildust.
 
Eisini var lættari hjá konufólkunum at fáa útbúgving í [[Hjáland|hjálondunum]]. Tey vóru í minniluta, og hetta gjørdi kanska, at virðingin fyri teimum var størri.
 
=== Hjálondini og Bretland ===
 
Í [[18. øld]] høvdu [[Hjáland|hjálondini]] í USA minni samband við [[Bretland]] enn áður. Nýggj ættarlið vóru komin, og nú vóru flestu innflytararnir [[írland|írar]], [[skotland|skotar]], [[týskland|týskarar]] og [[frakland|fraklendingar]]. Hóast [[Hjáland|hjálondini]] enn vóru undir [[Bretland|bretskum]] harraveldi, hevði tjóðskaparrørslan ment seg. Hvítir ognarmenn valdu ting. Har varð peningur játtaður, skattur ásettur og lógir samtyktar.
 
[[Bretland|Bretar]] vóru ikki sinnaðir at lata [[Hjáland|hjálondini]] gera og vinna sínar egnu vørur. Teir vildu hava ótilvirkaðar vørur úr hesum londum, helst bummull. [[Bretland|Bretska]] tingið gjørdi av, at tollur skuldi verða lagdur á allar lidnar vørur, sum vórðu innfluttar, til dømis glas, pappír og vín. Men tingið kravdi eisini, at tær vørur, sum [[Vesturindia]] sendi [[Hjáland|hjálondunum]], skuldu verða tollaðar.
 
Tollurin fór til [[Bretland]]s. Niðursetufólkið var í ødini um hetta krav, og tað bøtti ikki um, at tingið samtykti lógir, sum skuldu galda í [[Hjáland|hjálondini]], hóast tey høvdu ikki umboð í [[Bretland|bretska]] tinginum.
 
Dúgliga varð mótmælt, og at enda varð tollurin tikin av. Men kortini varð tollur lagdur á te, sum [[Bretland|bretar]] fluttu inn og aftur seldu [[Hjáland|hjálondunum]]. Tollurin varð tískil standandi sum tekin um, at [[Bretland|bretska]] tingið tók sær rættin at skatta [[Hjáland|hjálondini]].
 
Í [[1773]] fóru nakrir [[boston]]búgvar, ílatnir sum indánar, umborð á trý skip, sum vóru fermd við tei, og tveittu alt fyri borð. Viðurskiftini, millum niðursetufólkið og bretar, gjørdust nú sera álvarslig.
 
Tvey ár seinni brast frælsiskríggið á, og [[4. juli]] [[1776]] samtykti tjóðartingið fyribils [[Amerikonsku Frælsisyvirlýsingina]]. Trettan [[Hjáland|hjálond]] høvdu tikið loysing frá [[Bretland]]i.
 
Kríggið vardi í 5 ár. Ein triðingur av fólkinum stuðlaði bretum, ein triðingur var uttanveltaður, og ein triðingur var beinleiðis við í stríðnum fyri loysing. Tað vóru serliga handilsmenn, ið sóu fyri sær teir stóru fyrimunur at kvetta við [[Bretland]]. Flestu indiánsku ættarbólkarnir hjálptu bretum, og [[Frakland]], gamli fíggindi [[Bretland]]s, stuðlaði niðursetufólkinum. [[Bretland|Bretar]] høvdu eisini leiguhermenn – 20 000 [[týskland|týskarar]] vóru í ein góðseigari úr [[Virginia]], stóð á odda fyri [[hjáland]]aherinum.
 
Skamt eftir, at [[Amerikanski Frælsisbardagin]] ímóti [[Bretland|bretum]] var brostin á, útnevndi tingið í [[Hjáland|hjálondunum]] herovastin [[George Washington]] úr [[Virginia]] sum hægstráðandi fyri herinum. Hann rak [[Bretland|bretar]] úr [[Boston]], og fyri tingini var hetta tekin um formliga at loysa seg frá [[Bretland|bretska]] yvirvaldsrættinum. Hin [[4. juli]] góðtók Kongressin [[Frælsisyvirlýsingina]], sum umboðsmenn fyri øll 13 [[Hjáland|hjálondini]] høvdu skrivað undir. Hon segði, at sameindu [[Hjáland|hjálondini]] vórðu og skuldu verða fræls og óheft ríki. Kríggið vardi í 5 ár, men [[George Washington|Washington]] og herlið hansara vunnu flestu bardagarnar.
 
Ein gávuríkur, dugandi ungur tingmaður úr [[Virginia]], [[Thomas Jefferson]] ([[13. apríl]] [[1743]] – [[4. juli]] [[1826]]), skrivaði [[Frælsisyvirlýsingina]]. Sum fyrimynd hevði hann hugsanina hjá [[Ongland|enska]] [[heimspeki]]nginum [[John Locke]] ([[29. august]] [[1632]] – [[28. oktober]] [[1704]])), sum segði politiska valdið gera sáttmála við fólkið um tilverurætt teirra, frælsi og – skoytti [[Thomas Jefferson|Jefferson]] uppí – eydnu. Hann skrásetti misbrotini [[Bretland]]skongur hevði gjørt, og segði hann hava brotið sáttmálan við tegnar sínar í [[Hjáland|hjálondunum]]. Øll niðursetufólkini vildu ikki hava frælsi. Mong av teimum kongstrúgvu fluttu til [[Kanada]]. Hugsanin um, at øll skuldu vera fræls, fekk summi fólk at stríðast fyri, at trælirnir eisini skuldu gerast frælsir. Á eysturstrondini í USA varð [[Trælur|trælahaldið]] tikið av við lóg í [[1804]].
 
Undir [[Frælsisbardaganum]] fingust konufólk í [[Hjáland|hjálondunum]] við arbeiði, sum fólk flest bara hildu vera mannfólkaarbeiði burturhav til dømis [[Molly Pitcher]] ið stríddist á vígvøllinum.
 
Lond í [[Evropa]] nýttu amerikonsku grundlógina sum fyrimynd. Hesir tankar um frælsi og sjálvbjargni birtu nýggja vón hjá teimum, sum vildu hava einaveldiskongarnar settar frá. Men amerikanska kollveltingin broytti ikki stórvegis viðurskiftini hjá teim svørtu. Tey vóru enn [[Trælur|trælir]], og indiánar máttu framvegis lata lendi. Heldur ikki konufólkið hevði somu rættindi sum mannfólkið.
 
Á vári [[1781]], eftir bardagan ímillum [[Bretland|bretsk]] og amerikansk herlið við [[Guilford Court House]] í [[North Carolina]], gav [[Corwallis herovasti]] hjá [[Bretland|bretsku]] herliðunum boð um at taka seg aftur til [[Yorktown]] í [[Virginia]]. Amerikanski herurin stongdi allar leiðir til [[Yorktown]], og [[Bretland|bretsku]] herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Í [[oktober]] gav [[Cornwallis]] seg upp í hendurnar á [[George Washington|Washington]] herovasta, og kríggið var av. Í friðarsamráðingunum í [[París]] í [[1783]] vórðu [[Hjáland|hjálondini]], ella USA, viðurkend sum frælst ríki. Mangir trupulleikar bíðaðu nýggja ríkinum. Samveldisstjórnin var veik. Í [[mai]] [[1787]] buðu tingini øllum sambandssríkjunum til fundar at evna til eina stýrisskipanarlóg. Á fundinum varð gjørd tann sterka stýrisskipanin, sum enn er galdandi í USA.
 
=== Borgarakríggj ===
 
Høvuðsvinnan í norðurríkjunum í USA var ídnaður, og [[Trælur|trælahaldið]] var avtikið. Í suðurríkjunum var landbúnaður høvuðsvinna og [[Trælur|trælirnir]] gjørdu enn mesta arbeiðið á gørðunum. Í [[1860]] varð [[Abraham Lincoln]] ([[12. februar]] [[1809]] – [[15. apríl]] [[1865]]) valdur forseti. Hann sýttu fyri, at [[Trælur|trælahald]] skuldi breiða seg í økjunum vestanfyri. Sjey suðurríki, sum stúrdu fyri, at [[Abraham Lincoln|Lincoln]] fór at geva øllum trælum í USA frælsi, tóku seg úr sambansríkinum og stovnaðu [[Sameindu Amerikonsku Suðurríkini]] (CSA). Í [[apríl]] [[1861]] var fyrsti samanbresturin við [[Fort Sumter]] í [[South Carolina]]. Fýra ríki afturat fóru í part við uppreistrarmonnunum, og kríggj brast á ímillum norður og suður. Í fyrstuni vunnu suðurríkin – til dømis við [[Stonewall Jackson]] ([[21. januar]] [[1824]] – [[10. mai]] [[1863]]) – á odda, men norðurríkini høvdu fleiri hermenn og vóru betur útgjørdir. Teir avbyrgdu havnirnar í suðurríkinum, og sum frá leið, máttu suðurríkini dvína og í [[1865]] legði herovasti teirra, [[Robert E. Lee]] ([[19. januar]] [[1807]] – [[12. oktober]] [[1870]]), vápnini. Fleiri enn 600 000 fólk lótu lív. Í [[1865]] tóku tingini undir við yvirlýsingini um, at allir [[Trælur|trælir]] vóru frælsir.
 
Grundarlagið undir [[Búskapur|búskapinum]] í suðurríkjunum var bummull, og teir, sum áttu bummullarlundirnar, høvdu harðliga brúk fyri [[Trælur|trælunum]]. Tey hvítu fyri sunnan tvíhildu um hesa samfelgsskipan, men sluppu ikki at varðveita hana, og tá ið borgarastríðið var av, varð [[Trælur|trælahald]] bannað við lóg. Frælsir trælir fingu jørð at velta í, men áttu hvørki amboð ella sáð, og kor teirra vóru lítið frægari enn frammanundan.
 
[[Amerikanska Borgarakríggið|Borgarakríggið]] í USA var í mongum lutum líkt kríggjunum í [[20. øld]]: jarnbreytir og stálskip høvdu alstóran týdning, tá ið hermenn og útgerð skuldi verða flutt; báðir partar gjørdu stórar fangalegur, har mangir hermenn doyðu, helst av blóðsótt; heryvirmenninir sendu týðandi boð um fjarritaran; bløðini greiddu nágreiniliga frá krígnum, og myndir vórðu tiknar av ræðuleikunum á vígvøllinum.
 
=== Framgongd ===
 
Seinna helming í [[19. øld]] búsettu fleiri milliónir fátækir amerikanarar og innflytarar úr [[Evropa]] seg vestan fyri [[Mississippi]]. Vónríkir gullgravarar fóru til [[Kalifornia]], har gull varð funnið í [[1848]], og stórbøndur løgdu lendi inn á grasfløtunum og hildu stór neytafylgi. Tað var lógin [[Homestead Act]] frá [[1862]], sum eggjaði bóndunum at fara vestureftir. Bøndur fingu um 650 000 m2 at velta, og tá ið teir høvdu dyrkað jørðina í 5 ár, áttu teir hana. Arbeiðarar løgdu jarnbreytir til [[Kyrrahav]], og við jarnbreytini enn fleiri arbeiðarar og grøðin varð flutt til markaðirnar.
 
Stór framgongd var í ídnaðinum í USA ímillum [[1900]]-[[1919]]. Hóast landið helt við [[Bretland]]i og [[Frakland]]i, fóru amerikanar ikki uppí [[fyrra heimsbardaga]], fyrr enn [[Týskland|týska]] kavbátakríggið fekk so ilt í myndugleikarnar, at teir kendu seg noyddar upp í bardagan. Í [[Suðuramerika]] og [[Miðamerika]] gjørdust fleiri stjórnir ónøgdar við, at USA hevði so stóra ávirkan í land teirra. Í [[Argentina]] miseydnaðust fleiri nýskipanarætlanir av rotinskapi og dugnaloysi.
 
Mongu jarnbreytirnar bundu longu teinarnar í USA saman. Í [[1900]] var alt jarnbreytakervið í USA 405.000 km langt.
 
Um aldamótið var USA heimsins framkomnasta ídnaðarland, men tað prutlaði mangan undir lokinum á arbeiðsmarknaðinum, tí at lønirnar vóru lágar og arbeiðsumstøðurnar vánaligar.
 
Í [[1904]] vóru komnir um ein millión innflytarir til USA um árið. Men nú vórðu [[protestantiskir]] innflytarar við lutfalsliga høgari útbúgving úr [[Evropa|Norðurevropa]] fyri harðari kapping frá ólærdum [[katolikkum]] og øðrum innflytarum úr [[Evropa|Suðurevropa]], sum komu hagar at leita eftir amerikanska dreyminum – at sleppa burtur úr fátækradøminum og vinna sær ríkidømi og eydnu.
 
Í [[1903]] taka [[brøðurnir Wright]] seg á flog í [[North Carolina]] og eru teir fyrstu, ið flúgva við motorriknum flogfari. Fólk varnast ikki veruliga, hvønn týdning henda stórhending hevur, fyrr enn [[fyrri heimsbardagi]] brestur á í [[Evropa]] á sumri [[1914]]. Hetta er fysta kríggj, har alt fólkið í landinum er partur í krígsførsluni ella krígsframleiðsluni. Flogfør, stríðsvognar, kavbátar og eiturvápn verða nýtt ímóti hermonnum og vanligum fólki í heimsumfatandi bardaga.
 
=== Ford setur heimin á hjól ===
 
Amerikanski ídnaðarmaðurin [[Henry Ford]] ([[30. juli]] [[1863]] – [[7. apríl]] [[1947]]) fór at hópframleiða bilar, so at teir skuldu gerast bíligari. Bilarnir vórðu settir saman av lutum, sum komu til arbeiðaran á flutningsbandi. Lutirnir vóru so meinlíkir í útsjónd og sniði. Og so einfalt og eintáttað var hetta arbeiðið, at ófaklærdir arbeiðarar kundu gera tað. Hetta stytti nógv um framleiðslutíðina fyri hvønn bil, úr fleiri døgum niður í 12 tímar ella færri. Seinni hevur mannagongd hansara verið fyridømi í framleiðsluídnaðinum um allan heim. [[Henry Ford|Ford]] stovnaði bilverksmiðju sína í [[Detroit]] í [[Michigan]] í [[1903]]. Fimm ár seinni kom hann á marknaðin við einum lítlum bíli, [[Ford Modell T|Modell T]]. Hann var sterkur, álítandi og bíligur. Bilurin var fyriboðan um eina mikla samferðslukollvelting. Í [[1920]] var annar hvør bilur í øllum heiminum [[Ford Modell T]]. Sum arbeiðsgevari var hann eisini slóðbrótari. Í [[1914]] setti hann í gildi minstuløn – 5 dollarar – fyri at arbeiða 8 tímar, og hann hevði ætlanir um, at arbeiðarnir skuldu fáa burtur av vinningsýtinum.
 
[[Henry Ford]] setti sær fyri at gera ”ein bil, sum skuldi verða hvørsmans ogn”. Í [[1908]] høvdu færri enn 200 000 amerikanarar bil, í [[1930]] vórðu seldir fleiri enn 15 milliónir bilar av slagnum [[Ford Modell T|Modell T]]. Fólk flest kundu koma skjótari fram enn tey allar ríkastu 50 ár frammanudan.
 
=== Heimskreppan ===
 
Eftir [[fyrra heimsbardaga]] var búskaparlig framgongd í USA í nøkur fá ár, til kreppa í landbúnaðinum, sum stóðst av ov nógvum korni og øðrum búnaðarvørum, trýsti prísirnar niður. Virðisbrævamarknaðurin í [[New York City|New York]] rapaði í [[1929]], og tað elvdi til eina [[Heimskreppan|búskaparkreppu]], sum breiddi seg um allan heimin. Lond í [[Latínamerika]], til dømis [[Meksiko]] og [[Peru]], royndu at fremja umfatandi búskaparligar og samfelagsligar nýskipanir. Í [[Brasil]] gjørdist álvarslig búskaparkreppa, tá ið prísurin fall á kaffi og gummi. Politisk kollvelting stóðst av hesum, og Getulio Vargas gjørdist einaræðisharri.
 
Í [[1920]] varð bann sett fyri at gera og selja [[rúsdrekka]] í USA. Avleiðingarnar av tí vóru svartsøla og kríggj ímillum ránsmannliðini, sum skipaðu fyri søluni. Løgreglan læt eyguni aftur. Ránsmannaovastin [[Al Capone]] ([[17. januar]] [[1899]] – [[25. januar]] [[1947]]) hevði í mong ár eftirlit við rúsdrekkasøluni í [[Chicago]] í [[Illinois]], og myndugleikarnir gjørdu einki við tað. Í [[Heimskreppan|kreppuni]] broyttist almenna hugsanin um ránsmenninar, og [[Al Capone]] varð settur í [[fongsul]].
 
Stóra [[heimskreppan]] hevði við sær, at milliónir fólk mistu hús og arbeiði. Í mongum stórbýum vóru stórir súpanarkøkar, ið góvu teimum, ið svøltaðu, mat ókeypis.
 
[[Heimskreppan|Búskaparkreppan]] ávirkaði allar samfelagsbólkar í USA, men serliga illa fyri vórðu bøndurnir. Landbúnaðurin hevði veriði illa fyri í [[1920-árini|1920-árunum]], og nú elvdi herviligur turkur til upp aftur størri trupulleikar. Mangir bøndur máttu rýma av garði. Støðan batnaði eitt sindur, tá ið nývaldi forsetin [[Franklin D. Roosevelt]] ([[30. januar]] [[1882]] – [[12. apríl]] [[1945]]) tók við í [[1933]]. Hann setti í gildi ”[[New Deal]]” -máliskan er úr kortspæli- har miðað varð eftir at hava gomlu búskaparskipanina og samstundis seta í verk djúptøknar nýskipanir, sum skuldu varða í fleiri ár. [[New Deal]] skuldi skapa framgongd í ídnaðinum og stórar almennar byggiverkætlanir skuldu geva fleiri milliónum arbeiðsleysum arbeiði. Lagalig lán til bøndur skuldu eggja teimum til at fáa landbúnaðin á føtur aftur. Eisini uppskot vórðu gjør dum eftirløn og arbeiðsloysisstuðul og at rudda og endurreisa fátækrabýlingarnar í býnum. Arbeiðarar fingu størri ávirkan á arbeiðsviðurskiftini. Lykilin at loysa kreppuna var at økja eftirspurningin.
 
Í miðvestri var so nógvur turkur, at akrarnir gjørdust [[Oyðimørk|oyðimerkur]], og túsundtals bøndur mistu garðar sínar og fóru til [[Kalifornia]] at sóknast eftir arbeiði. [[John Steinbeck]] ([[27. februar]] [[1902]] — [[20. desember]] [[1968]]) lýsir hørðu kor teirra í stóru skaldsøguni [[The Grapes Of Wrath]], ið varð gjørd til [[Filmur|film]].
 
Alt fyri eitt, [[Theodore Roosevelt|Roosevelt]] tók við, setti hann í verk ætlanir, sum skuldu minka um arbeiðsloysið. Í [[1933]] varð nýggj landbúnaðarlóg viðtikin. Bøndurnir fingu fíggjarligan stuðul at minka framleiðsluna. Lógir um samfelagsliga trygd og betri arbeiðsumstøður vórðu eisini viðtiknar. Hann setti eisini á stovn náttúrulið og friðingarlið, mannað við ungum monnum, ið gróðursettu trø og annað tílíkt arbeiði. Best eydnaða verkætlanin var [[Tennessee Valley Authority]]. Túsundtals fólk sluppu til arbeiðis, tá ið sett varð á í [[1933]], og allur [[Tennesseedalur]] gjørdist stór inntøkukeldu, bæði hvat landbúnaði og ravmagnsveiting viðvíkur.
 
Endamálið við [[Tennessee Valley-ætlanini]] var at gera byrgingar til tess at temja ánna og sleppa undan vatnflóð, bøta um landbúnaðin, gera siglingarveitir og gera ravmagn. Fleiri enn 20 byrgingar vórðu gjørdar, og í [[1960-árini|1960-árunum]] veitti skipanin 6 prosent av allari ravmagnsnýtsluni í USA.
 
[[Filmur|Talufilmarnir]] komu um somu tíð, sum [[heimskreppan]] tók seg upp. Hjá mongum gjørdust kykmyndirnar vøkkultur uggi at flýggja undan harða og gleðileysa gerandislívinum. Filmstríðarritini høvdu góðar dagar. Íspunnu, prangandi frásagnir teirra um marglætislív filmsleikaranna fingu lesararnar at halda, at teir eisini skuldu uppliva ”amerikanska dreymin”.
 
=== Seinni heimsbardagi og Kalda Kríggið ===
 
[[Japan]] hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á [[Pearl Harbor]] í [[Hawaii]], sum var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í [[Kyrrahav]]inum. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Tíðliga í [[1945]] tóku amerikanarar [[Japan|japonsku]] oyggjarnar [[Iwojima]] og [[Okinawa]]. Hin [[6. august]] tveitti eitt amerikanskt bumbuflogfar fyrstu kjarnorkubumbuna niður yvir [[japan]]ska býin [[Hiroshima]], og 80 000 menniskju lótu lív. Tríggir dagar seinni var aftur ein kjarnorkubumba tveitt niður yvir [[Nagasaki]]. [[15. august]] [[1945]] løgdu [[japan]]arar vápnini. [[Seinni heimsbardagi|Annar heimsbardagi]] var av.
 
Tíðin eftir bardagan er ótrygg og spenningur stórur, tí tey bæði sterkastu sigursveldini – USA og [[Sovjetsamveldið]] – stríðast um at gerast sterkasta veldið í heiminum. Bæði stórveldini aldubba seg við kjarnorkuvápnum og øðrum vápnum og gera heimsumfatandi hernaðarligar og búskaparligar samgongur. Hárfína javnvágin ímillum teirra stendur við í yvir 40 ár og verður nevnd [[Kalda Kríggið]], tí at ongantíð brestur kríggj á partanna millum. Men bæði stórveldini hjálpa hvør sínum parti í ymsum kríggjum, til dømis í [[Korea]], [[Vjetnam]], [[Miðeystur|Miðeystri]] og [[Afrika]].
 
Meðan londini í [[Latínamerika]] kannaðu sær útvegir at menna búskap sín, gjørdust USA ríkasta land í heiminum. Men ríkidømið varð ójavnt býtt: Svartir amerikanarar vórðu javnan fyri bæði fíggjarligum og samfelagsligum vanbýti. USA kappaðist við [[Sovjetsamveldið]] um at vinna sær vald og ávirkan í hvørjum króki í heiminum og nýtti mangar milliardir dollarar til vápn og búskaparhjálp til sameindu lond síni.
 
=== Javnrættindi ===
 
Í [[1950-árini|1950-árunum]] herdu svartir amerikanarar stríðið fyri samfelagsligum, fíggjarligum og politiskum javnrættindum. Fleiri milliónir fólk vóru við í friðarligu mótmælistiltøkunum ímóti rasuskilnaði. Til dømis noktaðu fólk í [[Alabama]] í eitt heilt ár ([[1955]]-[[1956|56]]) at koyra við teimum bussum, sum høvdu serligar sessir til svørt og hvít. Fyri átakinum stóð baptistpresturin [[Martin Luther King]] ([[25. januar]] [[1929]] – [[4. apríl]] [[1968]]). Í [[1963]] gingu [[Martin Luther King|King]] og viðhaldsfólk hansara dag um dag mótmælisgongu til ráðhúsið í [[Birmingham]] í [[Alabama]], tó at myndugleikarnir í býnum beittu hundar eftir teimum og spulaðu tey við brandslangum. Seinni sama ár fóru nøkur 100 000 borgararættindafólk mótmælisgongu til [[Washington DC]]. Tingið gav eftir, og í [[1964]]-[[1965|65]] viðtók tað lógirnar um borgararættindi, sum bannaðu, at mannamunur var gjørdur á svørtum og hvítum.
 
Fleiri mió. svørt fólk fluttu til norðara og vestara part í USA í [[1950-árini|1950-]] og [[1960-árini|1960-árunum]]. Fá fingu gott arbeiði, og býarpartarnir, har tey búsettu seg, gjørdist fátækrabýlingar. Summi fóru í part við oddamonnum sum [[Malcom X]] ([[19. mai]] [[1925]] – [[21. februar]] [[1965]]), ið mælti til, at tey svørtu skuldu taka handlar og skúlar, har ið tey búðu, og seta hart í móti hørðum. Í nógvum býum varð ófriður ([[1965]]-[[1968]]), men lítið batti. Enn stríðast svartir felagsskapir fyri javnrættindum.
 
Borgararættindastríðið hjá teimum svørtu í [[1960-árini|1960-árunum]] eggjaði eisini øðrum til at stríðast ímóti órættvísi. Eftir at [[National Organization For Women]] varð stovnað í [[1966]], gingu konufólk saman í stríðnum fyri somu løn og somu arbeiðsmøguleikum, betri heilsuverki og rætti til fría fosturtøku. Nýggjar lógir bannaðu kynságangi á arbeiðsmarknaðinum, men javnarættindalógin varð ikki viðtikin í so mongum ríkjum, at hon varð tikin við í stjórnarskipanarlógina í USA.
 
=== Kubakreppan ===
 
Í [[1945]] tveitti USA kjarnorkubumbur niður yvir [[Hiroshima]] og [[Nagasaki]] í [[Japan]], báðir býir vórðu fullkomiliga lagdir í oyði. Hetta prógvaði, hvørja megi hesi nýggju vápn høvdu. [[Seinni heimsbardagi|Annar heimsbardagi]] endaði tí alt fyri eitt av hesi orsøk, men brátt var friðurin aftur í vanda av spentu støðuni ímillum USA og [[Sovjetsamveldið]]. Við ringum tannabiti sóu amerikanarar, hvussu [[Sovjetsamveldið]] tók sær harradømið í [[Evropa|Eysturevropa]], og í [[1947]] gjørdi USA av at stuðla øllum londum, sum settu seg upp ímóti [[Sovjetsamveldið|sovjetiskum]] trýsti. Bæði stórveldini gjørdu nógv kjarnorkuvápn, ið vóru so sterk, at einki annað land vágaði sær at leypa á tey. Henda ”ræðslujavnvágin” var vernd fyri friði. Í [[1959]] tók [[Fidel Castro]] (f. [[13. august]] [[1926]]) ræðið í [[Kuba]]. Hann knýtti samband við [[Sovjetsamveldið]] og bað um [[Sovjetsamveldið|sovjetiska]] verju, tá ið flýddir [[kuba]]nar, hervandir í USA, royndu at gera innrás í [[1961]]. Í [[1962]] varnaðist amerikanska fregnartænastan [[Sovjetsamveldið|sovjetskar]] kjarnorkurakettir í [[Kuba]]. [[John F. Kennedy|Kennedy]] gav flotanum boð um at avbyrgja [[Kuba]]. Allur heimurin bivaði av ræðslu fyri kjarnorkukríggi, men [[Sovjetsamveldið]] slakaði og tók vápnini niðuraftur. Ríkisovastar um allan heim sóu, hvørjum vanda heimurin hevði verið í, og í [[1963]] skrivaðu teir undir at minka um kjarnorku-royndarspreingingarnar.
 
=== Rúmdarmenn á mánanum ===
 
Í øldir høvdu fólk droymt um at fara út í rúmdina. Síðan í [[17. øld]] høvdu vísindamenn eygleitt og granskað rúmdina við landkikara, men ikki fyrr enn eftir [[Seinni heimsbardagi|annan heimsbardaga]], tá ið ferð kom á rakettmenningina, bar til at granska rúmdina beinleiðis. Í [[1957]] sendi [[Sovjetsamveldið]] fyrsta gjørda fylgissveinin, [[Sputnik 1]], í ringrás um [[jørðin]]a. Amerikanarar vórðu ógvuliga illa við, og tað var ein dyggur smeitur fyri stoltleika teirra. Teir kvíddu fyri, at stóra rakettin, sum bar fylgissveinin, eisini kundi bera eina kjarnorkubumbu vestur um [[Atlantshav]]. ”Kappingin um rúmdina” ímillum stórveldini tók dik á seg. [[Sovjetsamveldið|Sovjetiski]] rúmdarmaðurin [[Jurij Gagarin]] ([[9. mars]] [[1934]] - [[27. mars]] [[1968]]) var fyrsti maður, sum í rúmdarfari fór ringrás um [[jørðin]]a ([[1961]]), men í [[1969]] var amerikanski rúmdarmaðurin [[Neil Armstrong]] (f. [[5. august]] [[1930]]) fyrsti maður á [[Mánin|mánanum]]. Seinni hava amerikanskir vísindamenn lagt dent á at skjóta [[Fylgisveinur|fylgissveinar]] út í rúmdina, sum til dømis verða nýttir at granska verðurlagið, at eygleiða hernaðarvirksemi og til samskiftiskervið, til dømis sjónvarp.
 
=== Vælferðarsamfelagið ===
 
Búskapurin í USA ferfaldaðist frá [[1945]]-[[1970]], og keypiorkan hjá einum amerikonskum miðalhúski meira enn tvífaldaðist. Amerikanarar fingu ráð til at keypa meira av øllum. Á hvørjum ári vórðu fleiri enn ein mió. hús bygd, mest í forstøðunum í stórbýunum. Bilsølan varð tvífaldað, og tingið játtaði, at túsundtals kilometrar av høvuðsvegi vórðu lagdir. Amerikanarar keyptu nýtsluvørur fyri milliardir dollarar, til dømis vaskimaskinur, sjónvarpstól, uppvaskimaskinur og myndatól. Men øll áttu ikki lut í vælferðini. Í hvørjum einasta býi vóru fátækrabýlingar, har fátæk og arbeiðsleys búðu, eins og lægri inntøkur í landbúnaðinum elvdu til fátækradømi í landbúnaðarøkjunum.
 
Í [[1990]] áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp, og hvørt fólk hugdi í sjónvarp fýra tímar í miðal um dagin. Sjónvarpið gav síggjarum sínum høvi til við egnum eygum at fylgja við týðandi tilburðum, politikki, [[ítróttur|ítrótt]] og undirhaldi. Heimurin tyktist at vera minkaður, nú fólk kunnu kaga inn í øll herðashorn.
 
Í [[1960-árini|1960-árunum]] noktaðu summi ungfólk at arbeiða sum foreldur síni at fáa sær pening til hús og bilar. [[Hippiarnir]], ið teir vórðu nevndir, løgdu dent á eitt lív í friði og kærleika, við [[drøgg]], virknum kynslívi og [[tónleikur|tónleiki]]. Hesin lívsháttur ávirkað milliónir um allan heim. Aðrir ungdómar fóru upp í politiskar bólkar, til dømis [[Studentar Fyri Fólkaræðiligum Samfelagi]], sum var ímóti, at USA kríggjaðist í [[Vjetnam]].
 
Ríkar fyritøkur í USA nýttu nógvar milliónir dollarar at menna nýggjar vørur. Í [[1970-árini|1970-árunum]] lærdu granskarar at brenna túsundtals elektróniskar ravrásir, sum kundu goyma og viðgera ógvuliga mangar upplýsingar inni í erflísum. Tær vórðu bíligar at gera og vórðu nýttar í tólum, sum kollveltu tilveruna heima og í arbeiðslívinum, til dømis teldur, ídnaðartólmenni og telefaks.
 
=== Eyðkvæmi ===
 
Amerikanarar vórðu skelkaðir, tá ið granskarar gjørdu vart við í [[1980]], at ein nýggj sjúka hevði tikið seg upp í USA. Fólk, ið annars høvdu verið frísk og ferðig, fingu brádliga eina ávísa, ókenda krabbasjúku ella sjáldsamar ígerðarsjúkur, og í [[1981]] varð skrivað um nýggju sjúkuna í einum amerikonskum læknavísindariti. Í [[1982]] fekkð sjúkan navnið – ''Acquired Immune Deficiency Syndrome'' ([[Eyðkvæmi|AIDS]]), á [[føroyskt (mál)|føroyskum]] nevnd [[eyðkvæmi]]. Sjúkan breiddi seg skjótt. Í [[1992]] vórðu fleiri enn 152 000 fólk í USA deyð av [[eyðkvæmi]], alt fleiri fólk vórðu smittað um allan heim. [[Eyðkvæmi]] stendst av, at eitt virus, - ''Human Immunodeficiency Virus'' ([[HIV]]), oyðileggur mótstøðuføri í mannakroppinum. Læknar staðfestu fyrst [[eyðkvæmi]] ímillum [[Samkynd|samkynt]] og [[Tvíkynd|tvíkynt]] mannfólk. Skjótt kom fram, at bløðarar og tey, ið sprændu seg við [[drøgg]], og tey, ið høvdu fingið blóð, eisini vórðu [[HIV]]-smittað. Síðan er staðfest, at [[HIV]] smittar við blóðflutningi og kynsligum sambandi. Enn vita granskarar ongan heilivág, sum kann lekja [[eyðkvæmi|eyðkvæmissmittað]].
 
Felagsskapir hjá [[samkynd]]um monnum tóku skjótt greiða støðu í spurninginum um [[eyðkvæmi]] og stovnaðu grannar og vístu á, hvussu fólk kundu verja seg fyri smittuni. Kortini vórðu bæði fólk og miðlar í USA merkt av fordómum ímóti [[samkynd]]um. Stjórnin hjá [[Ronald Reagan]] ([[6. februar]] [[1911]] – [[5. juni]] [[2004]]) tók heldur ikki málið í álvara. Og ikki fyrr kenda filmstjørnan [[Rock Hudson]] ([[17. november]] [[1925]] – [[2. oktober]] [[1985]]) doyði av [[eyðkvæmi]] í [[1985]], og hann og vinfólk hansara tosaðu opið og ærliga um sjúkuna, kom broyting í.
 
== Landafrøði ==
 
Fimmti ríki eru í sambandsríkjunum, tá eru [[Alaska]], ið fer langt norður um pólkring, og [[Hawaii]], langt vesturi í [[Kyrrahav]]i, við. Tveir stórir fjallaryggir eru, [[Appalakkufjøll]] eystantil og [[Klettafjøll]] vestantil; stórur partur av landslagnum eru víðar grasfløtur.
 
[[New York City]] í [[New York]] er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað [[Los Angeles]] í [[Kalifornia]] og [[Chicago]] í [[Illinois]]. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið eru úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir [[Little Italy]] og [[Chinatown]]. Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva.
Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella í [[Kirkja|kirkju]].
 
Landslagið og veðurlagið í vesturríkjunum í USA eru ógvuliga skiftandi. Ísur og kavi í [[Alaska]], [[oyðimørk]] í [[Nevada]] og [[Arizona]] og lýsbeltisveðurlag í [[Hawaii]]. Í [[Kyrrahav]]sstrondini flyta stórbýir sum [[Seattle]], [[Portland]] og [[San Francisco]] út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini [[Hollywood]], háborgin hjá filmídnaðinum, og [[Silicon Valley]] í [[Kalifornia|Norðurkalifornia]], sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning. [[Sun Valley]] í [[Idaho]], har tú kanst sóla tær um summarið og standa á skíðum um veturin, er ein av kendastu frítíðarstaðunum í USA.
 
Miðskeiðis í USA og [[Kanada]] eru [[Stóru Grasfløturnar]] ([[enskt (mál)|enskt]]; ''Great Plains'') ella prerian, sum lendið eisini verður kallað. Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais.
 
Miðríkini í USA eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll, fruktagóðar fløtur, og her renna [[Mississippiá|Mississippi]] og allar áirnar, sum renna í hana. Í [[Texas]] og [[Oklahoma]] er nógv [[olja]] og gass, og í [[Wyoming]] og [[Montana]] er nógv kol. Í [[Klettafjøllum]] eru stórir tjóðargarðar, til dømis [[Yellowstone]] og [[Glacier]], og í fjøllunum eru mong steinsløg. Veðurlagið í miðríkjunum skiftir við árstíðunum; kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar.
 
Fleiri hundrað melduródnir eru á hvørjum ári í melduródnarbeltinum, sum gongur ígjøgnum [[Kansas]], [[Oklahoma]] og [[Missouri]]. Melduódnirnar taka seg upp, har ið heit luft úr [[Meksikoflógva]] og turr, køld luft úr [[Kanada]] reka saman. Hørðu melduródnirnar slætta alt, sum fyri er, við jørðina. Melduródnir kunnu ganga upp í 180 km/t.
 
Góðar havnir, fruktagóð jørð og nógv ráevni hava gjørt, eysturríkini er eitt hitt fjølbygdasta í landinum. Tað var á eysturstrondina, at niðursetufólkini úr [[Evropa]] komu í [[16. øld]]. Nú eru nakrir av størstu býunum í landinum her, m.a. [[New York City]] og [[Washington DC]], umframt teir áður so týdningarmiklu ídnaðardeplarnir [[Chicago]], [[Detroit]] og [[Cleveland]] við [[Stóruvøtn]].
 
Størstu fjallaryggirnir í USA, kavataktu [[Klettafjøll]] og skógarklæddu [[Appalakkufjøll]], eru ólíkir í útsjónd og í skapi. Atvoldin til tað er aldur. [[Klettafjøll]] eru ung fjøll, sum enn ikki eru brýnd niður og broytt í skapi. [[Appalakkufjøll]] eru ímillum elstu fjøll í heiminum, og vindur, regn og skriðísur í farnum ístíðum hava brýnt tey niður.
 
Hvørt ár volda ódnir teimum, sum búgva fram við strondini við [[Meksikoflógva]] og [[Atlantshav]], stóran skaða.
 
== Búskapur ==
 
Amerikanski [[búskapur]]in er heimsins størsti [[búskapur]], og tað ger, at broytist hesin í styrki, ella broyta amerikumenn atburð, so merkjast árinini kring allan heim. Amerikanski [[búskapur]]in er ikki lutfalsliga eins stórur nú, sum hann hevur verið. Men kemur [[Búskapur|búskaparligur]] stígur í, so fer tað merkist í [[Evropa]] og eisini í [[Føroyar|Føroyum]].
 
USA er heimsins ríkasta land, og amerikanarar eru ímillum teir fremstu at vinna úr jarni, stáli, viði, umframt at gera elektróniska útgerð, bilar og flogfør. Hesin ídnaður hevur nógv arbeiði; næstan helvtin av arbeiðsmegini í landinum er konufólk.
 
Fíggjarstøðan í USA hevur støði í [[Kapitalisma|kapitalismu]], og dám av blandingsbúskapi. Landið er fremsta fíggjarliga stórmakt í heiminum, og amerikanarir hava yvirhøvur eitt høgt livistøði. Privati geirin hevur størsta partin av [[Búskapur|búskapinum]] um hendi. Uppileggingar frá statinum eru nakað færri enn í flest øðrum heimum í [[vesturheiminum]].
 
USA er triðstørsta [[Olja|oljuland]] í heiminum, og einki annað land ger so nógvar [[Olja|oljuúrdráttir]], til dømis bensin. [[Olja]] varð funnin í [[Texas]] fyrst í [[19. øld]], og tað hevði við sær, at [[Texas]] gjørdist ógvuliga ríkt ríki. Nú er [[Texas]] næst [[Alaska]] at vinna út [[Olja|olju]].
 
Fura, grann og setrisviður vaksa væl í lýggja og slavna strandaveðurlagnum í ríkjunum [[Oregon]] og [[Washington]]. Í hesum báðum ríkjum er mesta skógarvinnan í USA. Trøini verða flutt heil til strondina við lastbili. Umhvørvisverndarfelagsskapir royna nú at verja partar í skógunum, har mong trø eru yvir 200 ára gomul.
 
Víðu fløturnar ímillum [[Klettafjøll]] og [[Mississippi]], sum áður vóru beitilendi hjá millióntals visundum, eru næstan allar lagdar undir plógv; og har verða meiri hveiti og mais velt enn nakra aðrastaðni í heiminum. Landbúnaðurin er hámekaniseraður, og ógvuliga stórar maskinur heysta grøðina. Har turrast er, veksur bara, verður vatn veitt á markirnar. Nógvastaðni verður vatn pumpað upp úr jørðini at væta við.
 
Á grasfløtunum og vestur at [[Klettafjøllum]] er nógv neytahald. Fyrr róku [[cowboyar]] á rossabaki neytafylgini av einum belti á annað um summarið, og aftur á garðarnar um heystið; har vórðu sláturneytini seld á uppboði. [[Filmur|Filmar]] úr [[Hollywood]] lýstu [[cowboy]]ar sum sannar hetjur, men lívið á rossabaki var alt annað enn lætt. Lønin var vánalig, og teir sótu javnan í saðlinum einum 15 tímar um samdøgrið, í nógvum hita ella oysregni. Nú á døgum eru garðarnar ikki so stórir, og lastbilar koyra nú [[cowboy]]ar og rossini á beitilendini.
 
Miðskeiðis í [[19. øld]] veltu suðurríkini 80 % av allari bummull í heiminum, og tey vunnu sær stórt ríkidømi av henni. Bummullin varð dyrkað í ovurstórum lundum, og tað vóru [[Trælur|trælir]] úr [[Afrika]], sum hentaðu hana við hond. [[Trælur|Trælahaldið]] í USA varð avtikið í [[1865]]. Bummull er enn týdningarmikil grøði; men nú gera maskinur alt tað tunga arbeiðið. Nú á døgum eru soyabønir týdningarmesta grøðin í suðurríkjunum. Tær verða mest fergdar til [[Olja|olju]].
 
Sunnanfyri verða dyrkað tubbak, bummull og ymsar oljuplantur. Bummull verður spunnin og vovin til klæði og til dømis nýtt til skjúrtur, buksur og handklæði.
 
USA er tað land í heiminum, ið letur mest í [[menningarhjálp]], meiri enn 22,7 milliardir [[USA Dollari|dollarar]] árliga.
 
== Mentan ==
 
Amerikonsk mentan ávirkar allan heimin. [[Snarføði]], sum burgari, hot dogs og cola, umframt fólk úr sjónvarpsraðsendingum og [[Filmur|filmum]], eru kend úr [[Berlin]] til [[Beijing]]. Henda marknaðarførslan við amerikonskum lívsstíli gevur milliardir og er ógvuliga týdningarmikil fyri [[Búskapur|búskapin]] í USA.
 
Nógvar [[Tónleikur|tónleikagreinar]], sum eru vældámdar kring heimin, koma upprunaliga úr USA. Serliga suðurstatirnir hava havt nógv við [[Tónleikur|tónleik]] at gjørt. [[Tónleikur|Tónleikagreinar]] sum [[blues]], [[Countrytónleikur|country]] og [[rock]] koma upprunaliga harfrá; [[jazz]]- og [[bluestónleikur]] eru spottnir úr arbeiðarasangum og andaligum sangum hjá svarta fólkinum. [[Countrytónleikur]] tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í [[Kentucky]] og [[Tennessee]].
 
Best dámdu [[ítróttur|ítróttir]] í USA eru [[amerikanskur fótbóltur]] (NFL), [[hornabóltur]] (MLB), [[kurvabóltur]] (NBA) og [[íshockey]] (NHL). Síðani [[Nevaleikur|boksing]] varð til eina [[ítróttur|ítróttargrein]], hevur USA altíð verið ein av bestu tjóðunum í boksing. Bæði innan amatør og professionella boksing.
 
== Fólkið ==
 
Upprunafólkið í Amerika og fyrsta fólk í tí, sum nú er USA, er nú bara 1 % av øllum fólkinum.<br/>Síðan [[Evropa|evropeararnir]] komu í [[16. øld]], hava indiánsku fólkasløgini stríðst fyri lendi sínum. Hóast stóran mótgang hava mong teirra megnað at varðveitt mál sítt og gamlan sið. Nú á døgum er umleið ein fimtingur í friðingarøkjum - land - øki, sum amerikanska tingið hevur latið indiánunum aftur.
 
Fólkið í Sambandsríki Amerika er blandingur av ymsum fólkasløgum. Tey flestu eru eftirkomarar eftir tilflytarar - fólk, sum komu hagar aðrastaðni úr heiminum, til dømis úr [[Evropa]] og [[Asia|Ásia]]. Mangir afroamerikanarar eru ættaðir frá [[Trælur|trælum]], sum vórðu seldir til USA í [[17. øld|17.]], [[18. øld|18.]] og [[19. øld]]. 12 % av fólkinum eru afroamerikanarar. Tað fólkið, ið talar [[Spanskt (mál)|spanskt]], kemur úr [[Latínamerika]]: Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og [[Asia|ásiatar]]. Fyri 2050 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum.
 
Flestu tilflytararnir, sum búgva í vesturríkjunum, eru úr [[Meksiko]]. Teir verða nevndir ''hispanics'' (latínamerikanarar) og tala [[Spanskt (mál)|spansk]], tí at forfedrar teirra komu úr [[Spania]]. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan. Hispanics eru eisini fluttir hagar úr [[Puerto Riko]], [[El Salvador]] og [[Kuba]].
 
Meira enn 75 % av fólkinum í USA búgva í býum ella býarforstøðum. Tey flestu, ið búgva í<br/>forstøðum, hava síni egnu hús og koyra í bili til arbeiðis. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið eru úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir til dømis [[Little Italy]] og [[Chinatown]]. Nógvar [[Kirkja|kirkjur]] eru í øllum stórbýum.
 
Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva. Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella í [[Kirkja|kirkju]].
 
[[Miðallívsævi]]n í landinum er 78,14 og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør <sup>1</sup>. 7,2 % av fólkinum er arbeiðsleys <sup>5</sup>. Arbeiðsloysið er størst í [[Michigan]].
 
=== Átrúnaður ===
 
Seks av 10 amerikanarum meina at [[Átrúnaður|religión]] er umráðandi í gerandisdegnum.
 
[[Kirkja]]n hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins. Næstan allir amerikanar eru [[Kristindómur|kristnar]]. Í USA eru umleið sjey miljónir [[muslimar]] og hvør einasti statur hevur minst eina mosku.
 
Sambært [[Katólska Bíbliufelagnum]] lósu 75 prosent av íbúgvunum í Sambandsríki Amerika í [[Bíblian|Bíbliuni]] í [[2007]]. Einans 20 prosent av [[Spania|spaniólum]] hava gjørt tað sama, meðan 21 prosent av [[Frakland|franskmonnum]] lósu í henni í [[2007]].
Kanningin, ið umfataði 9 lond - USA, [[Stóra Bretland]], [[Pólland]], [[Týskland]], [[Spania]], [[Frakland]], [[Niðurlond|Holland]], [[Russland]] og [[Italia]] - vísir harafturat, at amerikanarar eisini biðja meira enn íbúgvarnir í hinum londunum. 87 prosent søgdu seg hava biðið í [[2007]], meðan 47 prosent av [[Frakland|franskmonnum]] bóðu í [[2007]] <sup>6</sup>.
 
== Politikkur ==
 
Amerikanskur politikkur er mest tveir flokkar, [[Republikanski Flokkurin]] og [[Demokratiski Flokkurin]]. Hesir báðir flokkar hava allir hugsjónir í landinum, men lokalt stilla uttanveltað ofta upp. Yvirhøvur eru [[Republikanski Flokkurin|republikanarar]] afturhaldssinnaðir og [[Demokratiski Flokkurin|demokratar]] tað, sum amerikanarir kalla «liberalir» (vinstrahallir).
 
Stjórnin heldur til í [[Washington DC]], har [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] og húski hansara búgva í [[Hvítu Húsunum]]. [[Forseti Sambandsríki Amerika|Forsetin]] er hægsti myndugleiki landsins, og hann verður valdur fjórða hvørt ár. [[Barack Obama]] úr [[Hawaii]] er 44. og núverandi [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti í USA]].
 
Í USA ráða ríkini sjálv í sermálum, tey eru til dømis løgregla, sjúkrahúsfyrisiting og vegakervi. Felagsmál, sum sambandsstjórnin ræður fyri, eru til dømis uttanríkispolitikkur, verjumál og [[gjaldoyra]]. Hvørt ríki hava egið lóggávuvald og senda eisini umboð til sambandstingið, so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt. Onkuntíð er ósemja ímillum summi ríki og sambandstingið.
 
Í USA er [[Deyðarevsing|deyðadómur]]; USA er einasta landi á [[Amerika|amerikanska meginlandinum]], ið hevur avrættað sínar borgarar síðani [[2003]]. Tær 53 avrættingarnar, ið vórðu framdar í [[2006]] í USA, eru lægsta talið av avrættingum síðani mitt í [[1990-árini|1990-unum]].<sup>4</sup>. [[Texas]] er tann staturin í USA, har flest [[Deyðarevsing|deyðadømd]] verða tikin av døgum <sup>2</sup>.
 
Ein av hvørjum hundrað sita [[Fongsul|fongslaði]] í USA í [[2008]]. Talið á fangum er 1,6 milliónir fólk. Umframt hetta sita 723 000 í smærri brummum kring landið. Hetta er hægsta talið nakrantíð í USA og tað hægsta í heiminum. Merkisverdur er eisini stóri munurin millum samfelagsbólkar. Av latínamerikanarum situr 1 av 36 inni, meðan talið fyri afroamerikanarar er 1 av 15. Verður so hugt at aldursbólkum, so er talið fyri afroamerikanarar millum 20 og 34 ár 1 av 9 <sup>3</sup>.
 
[[Stríðið Ímóti Yvirgangi]] kostar amerikansku skattgjaldarunum nógv.
 
Sí eisini [[lista yvir forsetarnar í Sambandsríki Amerika]], [[forsetavali í USA 2008]] og [[forseti Sambandsríki Amerika]].
 
== Militerið ==
[[Mynd:Inbound_Choppers_in_Afghanistan_2008.jpg|thumb|right|250px|Amerikanskir hermenn í [[Afghanistan]] í [[2008]].]]
Amerikanska verjan telur 1,4 miljónir fólk í virknari tænastu, og haraftrat fleiri hundrað túsund í Tjóðargarduni og í trygdarherinum. USA hevur heimins bestu verju, og landið er heimins einasta supermakt. Amerikanska verjan eigur meir enn 700 støðir runt um í heiminum og virka kring heimin. Annars eigur landið ellivu hangarskip í nýtslu og ein stóran flota við strategiskum kavbátum, eitt, sum ger verjuna sera fleksibla.
 
Í [[1949]] var USA við til at stovna [[NATO]]. Aftrat londunum í [[NATO]] eru trý onnur lond, sum eru sameind við USA, umráðandi hjá USA:<br/>[[Ísrael]], [[Japan]] og [[Avstralia]]. Av [[NATO]]-londunum hevur [[Stóra Bretland]] inniligasta samband við USA, og londini samstarva væl á verjuøkinum.
 
20.000 kvinnur eru í amerikanska herinum, og tað er umleið 15 % av samlaða talinum. Síðan [[20. september]] [[2001]], tá [[Kríggið Móti Yvirgangi]] brast á, hava 41.000 kvinnur verið við herinum í [[Afghanistan]] og í [[Irak]]. Meðalaldurin er 23 ár og flestallar eru giftar og eiga børn. Fyri ikki at tær skulu koma sær í óneyðugan vanda, skulu tær sambært amerikanskari lóg ikki sendast til hermóti ella arbeiða í servandum deildum, men í dag er tað ein stórur spurningur, hvar hermótið í grundini er.
 
Í [[2009]] førir USA heimsumfatandi [[Kríggið Móti Yvirgangi]], serliga í [[Afghanistan]] og [[Irak]]. Álopið á [[World Trade Center]] í [[New York City|New York]] í [[2001]] og [[Kríggið Móti Yvirgangi]] hevur havt við sær eina nýggja trygdarstrategi, sum sigur, at USA skal vera størsta hernaðarveldið í heiminum, og ein og hvør sum kemur í nánd av USA á hesum økinum, verður mettur at vera fíggindi.
 
== Statir í USA: ==
[[Mynd:USA-gr%C3%BCn.png|thumb|right|350px|Kort yvir Sambandsríki Amerika]]
 
{| border="0" cellpadding="2" cellspacing="0"
|-
| valign="top" |
{| class="wikitable"
|- style="height:32px"
| [[Alabama]]
| [[Image:Flag of Alabama.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Alaska]]
| [[Image:Flag of Alaska.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Arizona]]
| [[Image:Flag of Arizona.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Arkansas]]
| [[Image:Flag of Arkansas.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Kalifornia]]
| [[Image:Flag of California.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Colorado]]
| [[Image:Flag of Colorado.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Connecticut]]
| [[Image:Flag of Connecticut.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Delaware]]
| [[Image:Flag of Delaware.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Florida]]
| [[Image:Flag of Florida.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Georgia (U.S. state)|Georgia]]
| [[Image:Flag of Georgia (U.S. state).svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
|}
| valign="top" |
{| class="wikitable"
|- style="height:32px"
| [[Hawaii]]
| [[Image:Flag of Hawaii.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Idaho]]
| [[Image:Flag of Idaho.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Illinois]]
| [[Image:Flag of Illinois.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Indiana]]
| [[Image:Flag of Indiana.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Iowa]]
| [[Image:Flag of Iowa.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Kansas]]
| [[Image:Flag of Kansas.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Kentucky]]
| [[Image:Flag of Kentucky.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Louisiana]]
| [[Image:Flag of Louisiana.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Maine]]
| [[Image:Flag of Maine.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Maryland]]
| [[Image:Flag of Maryland.svg|border|33x22px]]
|}
| valign="top" |
{| class="wikitable"
|- style="height:32px"
| [[Massachusetts]]
| [[Image:Flag of Massachusetts.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Michigan]]
| [[Image:Flag of Michigan.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Minnesota]]
| [[Image:Flag of Minnesota.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Mississippi]]
| [[Image:Flag of Mississippi.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Missouri]]
| [[Image:Flag of Missouri.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Montana]]
| [[Image:Flag of Montana.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Nebraska]]
| [[Image:Flag of Nebraska.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Nevada]]
| [[Image:Flag of Nevada.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| nowrap | [[New Hampshire]]
| [[Image:Flag of New Hampshire.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| nowrap |[[New Jersey]]
| [[Image:Flag of New Jersey.svg|border|33x22px]]
|}
| valign="top" |
{| class="wikitable"
|- style="height:32px"
| nowrap |[[New Mexico]]
| [[Image:Flag of New Mexico.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[New York]]
| [[Image:Flag of New York.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| nowrap |[[North Carolina]]
| [[Image:Flag of North Carolina.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| nowrap |[[North Dakota]]
| [[Image:Flag of North Dakota.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Ohio]]
| [[Image:Flag of Ohio.svg|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Oklahoma]]
| [[Image:Flag of Oklahoma.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Oregon]]
| [[Image:Flag of Oregon.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Pennsylvania]]
| [[Image:Flag of Pennsylvania.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| nowrap |[[Rhode Island]]
| [[Image:Flag of Rhode Island.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| nowrap |[[South Carolina]]
| [[Image:Flag of South Carolina.svg|border|33x22px]]
|}
| valign="top" |
{| class="wikitable"
|- style="height:32px"
| nowrap |[[South Dakota]]
| [[Image:Flag of South Dakota.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Tennessee]]
| [[Image:Flag of Tennessee.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Texas]]
| [[Image:Flag of Texas.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Utah]]
| [[Image:Flag of Utah.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Vermont]]
| [[Image:Flag of Vermont.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Virginia]]
| [[Image:Flag of Virginia.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Washington]]
| [[Image:Flag of Washington.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| nowrap |[[West Virginia]]
| [[Image:Flag of West Virginia.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Wisconsin]]
| [[Image:Flag of Wisconsin.svg|border|33x22px]]
|- style="height:32px"
| [[Wyoming]]
| [[Image:Flag of Wyoming.svg|border|33x22px]]
|}
|}
 
Sí eisini [[listi yvir økir og lutøkir í Sambandsríki Amerika]].
 
== Býir ==
[[Mynd:NYC-Skyline-1.jpg|thumb|right|[[New York City]]]]
[[Mynd:Lightmatter la at night 001.jpg|thumb|right|[[Los Angeles]]]]
{| class="wikitable"
!
!Bý, Stat
!Íbúgvar
|-
|1
|[[New York City]], [[New York]]
|8 214 426
|-
|2
|[[Los Angeles]], [[Kalifornia]]
|3 849 368
|-
|3
|[[Chicago]], [[Illinois]]
|2 833 321
|-
|4
|[[Houston]], [[Texas]]
|2 144 491
|-
|5
|[[Phoenix]], [[Arizona]]
|1 512 986
|-
|6
|[[Philadelphia]], [[Pennsylvania]]
|1 448 394
|-
|7
|[[San Antonio]], [[Texas]]
|1 296 682
|-
|8
|[[San Diego]], [[Kalifornia]]
|1 256 951
|-
|9
|[[Dallas]], [[Texas]]
|1 232 940
|}
 
 
Sí eisini [[listi yvir amerikanskum býum eftir íbúgvatali]]
 
== Myndasavn ==
 
<gallery>
Mynd:Buzz_salutes_the_U.S._Flag.jpg|[[Neil Armstrong]] og [[Edwin Aldrin]] tóku dust og grót, ið skuldi verða kannað, og settu [[Flagg Sambandsríki Amerika|amerikanska flaggið]] á [[Mánin|mánan]], áðrenn teir fóru inn í aftur far sítt.
Mynd:Martin_Luther_King_-_March_on_Washington.jpg|[[Martin Luther King]] var prestur og gjørdist gitin fyri røður sínar til frama fyri javnstøðu ímillum hvít og svørt.
Mynd:PB050006.JPG|[[Hollywood]], [[Kalifornia]]
Mynd:Mountrushmore.jpg|[[Mount Rushmore]], [[South Dakota]]
Mynd:USA_09847_Grand_Canyon_Luca_Galuzzi_2007.jpg|[[Grand Canyon]], [[Arizona]]
Mynd:HobanNorthPortico.jpg|[[Hvítu Húsunum]], [[Washington DC]]
Mynd:USA_topo_en.jpg
Mynd:US_Population_Graph_-_1790_to_2000.svg|Fólkatalsfrøði
</gallery>
 
== Sí eisini ==
 
* [[Listi yvir økir og lutøkir í Sambandsríki Amerika]]
* [[Listi yvir amerikanskum býum eftir íbúgvatali]]
* [[Lista yvir forsetarnar í Sambandsríki Amerika]]
* [[Forseti Sambandsríki Amerika]]
* [[Forsetavali í USA 2008]]
* [[Norðuramerika]]
* [[George W. Bush]]
* [[Barack Obama|Barack Hussein Obama jr.]]
* [[Washington DC]]
 
{{commons|USA}}
 
== Keldur ==
 
* [http://en.wikipedia.org/wiki/United_States United States Of America - Ensk Wikipedia]
 
=== Referansar ===
 
<small><sup>1</sup> [https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/us.html https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/us.html]<br/>
<sup>2</sup> [http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5286 http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5286]<br/>
<sup>3</sup> [http://www.123.fo/default.aspx?articleid=4770 http://www.123.fo/default.aspx?articleid=4770]<br/>
<sup>4</sup> [http://www.amnesty.fo/00402/00793/ http://www.amnesty.fo/00402/00793/]<br/>
<sup>5</sup> [https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/us.html https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/us.html]<br/>
<sup>6</sup> [http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5289 http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5289]<br/>
 
{{Fyrimynd:Norðuramerika}}
{{NATO}}
 
[[Bólkur:USA]]
 
{{Link FA|ml}}
{{Link FA|vi}}
 
{{Link FA|ceb}}
{{Link FA|fa}}
{{Link FA|sl}}
{{Link FA|zh}}
 
[[miHononga-o-Amerika]]
 
[[ace:Amirika Carékat]]
[[af:Verenigde State van Amerika]]
[[als:USA]]
[[am:አሜሪካ]]
[[an:Estatos Unitos]]
[[ang:Ȝeānlǣhtan Rīcu American]]
[[ar:الولايات المتحدة]]
[[arc:ܐܬܪܘܬܐ ܡܚܝܕܐ ܕܐܡܪܝܟܐ]]
[[arz:امريكا]]
[[as:মাৰ্কিন যুক্তৰাষ্ট্ৰ]]
[[ast:Estaos Xuníos d'América]]
[[ay:USA]]
[[az:Amerika Birləşmiş Ştatları]]
[[ba:Америка Ҡушма Штаттары]]
[[bar:Vaeinigte Staatn]]
[[bat-smg:JAV]]
[[bcl:Estados Unidos]]
[[be:Злучаныя Штаты Амерыкі]]
[[be-x-old:Злучаныя Штаты Амэрыкі]]
[[bg:Съединени американски щати]]
[[bi:Yunaeted Stet blong Amerika]]
[[bn:মার্কিন যুক্তরাষ্ট্র]]
[[bo:ཨ་མེ་རི་ཁ་རྒྱལ་ཕྲན་མཉམ་འབྲེལ་རྒྱལ་ཁབ།]]
[[bpy:তিলপারাষ্ট্র]]
[[br:Stadoù-Unanet Amerika]]
[[bs:Sjedinjene Američke Države]]
[[ca:Estats Units d'Amèrica]]
[[cbk-zam:Estados Unidos de America]]
[[cdo:Mī-guók]]
[[ce:Iамерка пачхьалк]]
[[ceb:Estados Unidos]]
[[chr:ᎠᎺᎢ]]
[[ckb:ئەیالەتە یەکگرتووەکان]]
[[co:Stati Uniti d'America]]
[[crh:Amerika Qoşma Ştatları]]
[[cs:Spojené státy americké]]
[[cu:Амєрика́ньскꙑ Ѥдьнѥнꙑ́ Дрьжа́вꙑ]]
[[cv:Америкăри Пĕрлешӳллĕ Штатсем]]
[[cy:Unol Daleithiau America]]
[[da:USA]]
[[de:Vereinigte Staaten]]
[[diq:Dewletê Amerikayê Yewbiyayey]]
[[dsb:Zjadnośone staty Ameriki]]
[[dv:އެމެރިކާ]]
[[dz:ཡུ་ནའིཊེཊ་སི་ཊེས]]
[[ee:United States]]
[[el:Ηνωμένες Πολιτείες της Αμερικής]]
[[en:United States]]
[[eo:Usono]]
[[es:Estados Unidos]]
[[et:Ameerika Ühendriigid]]
[[eu:Ameriketako Estatu Batuak]]
[[ext:Estaus Unius]]
[[fa:ایالات متحده آمریکا]]
[[fi:Yhdysvallat]]
[[fr:États-Unis]]
[[frp:Ètats-Unis d’Amèrica]]
[[fur:Stâts Unîts di Americhe]]
[[fy:Feriene Steaten]]
[[ga:Stáit Aontaithe Mheiriceá]]
[[gan:美國]]
[[gd:Na Stàitean Aonaichte]]
[[gl:Estados Unidos de América - United States of America]]
[[glk:آمریکا]]
[[gn:Tetã peteĩ reko Amérikagua]]
[[gu:સંયુક્ત રાજ્ય અમેરિકા]]
[[gv:Steatyn Unnaneysit America]]
[[ha:Amurika]]
[[hak:Mî-koet]]
[[haw:‘Amelika Hui Pū ‘ia]]
[[he:ארצות הברית]]
[[hi:संयुक्त राज्य अमेरिका]]
[[hif:United States]]
[[hr:Sjedinjene Američke Države]]
[[hsb:Zjednoćene staty Ameriki]]
[[ht:Etazini]]
[[hu:Amerikai Egyesült Államok]]
[[hy:Ամերիկայի Միացյալ Նահանգներ]]
[[ia:Statos Unite de America]]
[[id:Amerika Serikat]]
[[ie:Unit States de America]]
[[ig:United States of Amerika]]
[[ik:United States oŋ America]]
[[ilo:Estados Unidos iti America]]
[[io:Usa]]
[[is:Bandaríkin]]
[[it:Stati Uniti d'America]]
[[iu:ᐊᒥᐊᓕᑲ/amialika]]
[[ja:アメリカ合衆国]]
[[jbo:mergu'e]]
[[jv:Amérika Sarékat]]
[[ka:ამერიკის შეერთებული შტატები]]
[[kk:Америка Құрама Штаттары]]
[[kl:Naalagaaffeqatigiit]]
[[km:សហរដ្ឋអាមេរិក]]
[[kn:ಅಮೇರಿಕ ಸಂಯುಕ್ತ ಸಂಸ್ಥಾನ]]
[[ko:미국]]
[[ks:संयुक्त राज्‍य अमेरिका]]
[[ksh:Ammilandt]]
[[ku:Dewletên Yekbûyî yên Amerîkayê]]
[[kv:Америкаса Ӧтувтӧм Штатъяс]]
[[kw:Statys Unys]]
[[ky:Америка Кошмо Штаттары]]
[[la:Civitates Foederatae Americae]]
[[lad:Estatos Unitos d'Amerika]]
[[lb:Vereenegt Staate vun Amerika]]
[[lg:Amereka]]
[[li:Vereinegde State van Amerika]]
[[lij:Stati Unïi d'America]]
[[lmo:Stat Ünì d'America]]
[[ln:Lisangá lya Ameríka]]
[[lt:Jungtinės Amerikos Valstijos]]
[[lv:Amerikas Savienotās Valstis]]
[[mdf:Америконь Аймакнень Соткссна]]
[[mg:Etazonia]]
[[mhr:АУШ]]
[[mi:Hononga-o-Amerika]]
[[mk:Соединети Американски Држави]]
[[ml:അമേരിക്കന്‍ ഐക്യനാടുകള്‍]]
[[mn:Америкийн Нэгдсэн Улс]]
[[mr:अमेरिकेची संयुक्त संस्थाने]]
[[ms:Amerika Syarikat]]
[[mt:Stati Uniti]]
[[mwl:Stados Ounidos de la América]]
[[my:အမေရိကန်ပြည်ထောင်စု]]
[[myv:Американь Вейтьсэндявкс Штаттнэ]]
[[mzn:موتحده ایالات]]
[[na:USA]]
[[nah:Tlacetilīlli Tlahtohcāyōtl Ixachitlān]]
[[nap:State Aunite d'Amereca]]
[[nds:USA]]
[[nds-nl:Verienigde Staoten van Amerika]]
[[ne:संयुक्त राज्य अमेरिका]]
[[new:अमेरिका]]
[[nl:Verenigde Staten]]
[[nn:USA]]
[[no:Amerikas forente stater]]
[[nov:Unionati States de Amerika]]
[[nrm:Êtats Unnis d'Améthique]]
[[nv:Wááshindoon bikéyah ałhidadiidzooígíí]]
[[oc:Estats Units d'America]]
[[om:USA]]
[[os:Америкæйы Иугонд Штаттæ]]
[[pa:ਸੰਯੁਕਤ ਰਾਜ ਅਮਰੀਕਾ]]
[[pag:United States]]
[[pam:Estados Unidos]]
[[pdc:Amerikaa]]
[[pih:Yunitid Staits]]
[[pl:Stany Zjednoczone]]
[[pms:Stat Unì d'América]]
[[pnb:امریکہ]]
[[ps:د امريکا متحده ايالات]]
[[pt:Estados Unidos]]
[[qu:Hukllachasqa Amirika Suyukuna]]
[[rm:Stadis Unids da l'America]]
[[rn:Leta Zunze Ubumwe za Amerika]]
[[ro:Statele Unite ale Americii]]
[[roa-rup:United States]]
[[ru:Соединённые Штаты Америки]]
[[sah:Америка Холбоһуктаах Штаттара]]
[[sc:Istados Unidos de America]]
[[scn:Stati Uniti]]
[[sco:Unitit States]]
[[se:Amerihká ovttastuvvan stáhtat]]
[[sh:Sjedinjene Američke Države]]
[[si:අ'මෙරිකා‍වේ එක්සත් රාජ්‍යයන්]]
[[simple:United States]]
[[sk:Spojené štáty]]
[[sl:Združene države Amerike]]
[[sm:Iunaite Sitete o Amerika]]
[[so:Qaramada Midoobey ee Maraykanka]]
[[sq:Shtetet e Bashkuara]]
[[sr:Сједињене Америчке Државе]]
[[srn:Kondre Makandrameki]]
[[stq:Fereende Stoaten fon Amerikoa]]
[[su:Amérika Sarikat]]
[[sv:USA]]
[[sw:Marekani]]
[[szl:Zjednoczůne Sztaty]]
[[ta:அமெரிக்க ஐக்கிய நாடு]]
[[te:అమెరికా సంయుక్త రాష్ట్రాలు]]
[[tet:Estadu Naklibur Sira Amérika Nian]]
[[tg:Иёлоти Муттаҳидаи Амрико]]
[[th:สหรัฐอเมริกา]]
[[tl:Estados Unidos]]
[[to:Puleʻanga Fakataha ʻo ʻAmelika]]
[[tpi:Ol Yunaitet Stet]]
[[tr:Amerika Birleşik Devletleri]]
[[ts:United States]]
[[tt:Amerika Quşma Ştatları]]
[[ty:Fenua Marite]]
[[ug:ئامېرىكا قوشما شتاتلىرى]]
[[uk:Сполучені Штати Америки]]
[[ur:ریاستہائے متحدہ امریکہ]]
[[uz:Amerika Qoʻshma Shtatlari]]
[[vec:Stati Unìi de la Mèrica]]
[[vi:Hoa Kỳ]]
[[vls:Verênigde Stoaten van Amerika]]
[[vo:Lamerikän]]
[[wa:Estats Unis]]
[[war:Estados Unidos]]
[[wo:Diiwaan yu Bennoo]]
[[wuu:美利坚合众国]]
[[xh:IYunayithedi Steyitsi]]
[[yi:פאראייניקטע שטאטן פון אמעריקע]]
[[yo:Orílẹ̀-èdè Amẹ́ríkà]]
[[za:Meigoz]]
[[zea:Vereênigde Staeten]]
[[zh:美國]]
[[zh-classical:美國]]
[[zh-min-nan:Bí-kok]]
[[zh-yue:美國]]
[[zu:IMelika]]