Munurin millum rættingarnar hjá "Bill Gates"

Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|180px|Bill Gates á [[World Economic Forum í Sveis í 2007.]] '''Bill Gates''' (føddur 28. oktober 1955...
 
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Bill_Gates_World_Economic_Forum_2007.jpg|thumb|right|180px|Bill Gates á [[World Economic Forum]] í [[Sveis]] í [[2007]].]]
'''William Henry "Bill" Gates III''' (føddur [[28. oktober]] [[1955]] í [[Seattle]], [[Washington]]) er heimsins ríkasti persónur. Tó at hann ikki longur er stjóri í [[Microsoft]], eigur hann einar 40 milliardir [[USA dollari|dollarar]], sum hann brúkar til vælgerandi endamál í [[The Melinda]] og [[Bill Gates Foundation]]. Gates byrjaði á [[Harvard]] í [[Massachusetts]] í [[1973]], har hann kom at búgva á gongd saman núverandi [[Microsoft]] forstjóra [[Steve Ballmer]]. Men Gates gavst, fyri heldur at arbeiða fulla tíð við [[Microsoft]], sum hann hevði stovnað saman við barndómsvininum [[Paul Allen]].
 
Eftir áratíggir í fremstu røð fer Gates frá [[Microsoft]], sum skal tillaga seg eini tíð, har telduverðin er undir stórum broytingum, og har teldurisin er í stórari kapping við eitt nú [[Google]] og [[Apple MacIntosh]]. Tríggir persónar skulu røkja størvini, sum Bill Gates hevur havt. [[Ray Ozzie]] verður leiðandi software arkitektur, [[Craig Mundie]] skal leiða gransking og strategi, meðan [[Steve Balmer]] verður forstjóri í [[Microsoft]], sum hevur høvuðssæti í [[Redmond]] í statinum [[Washington]] í [[USA]]. Bill Gates heldur tó fram sum nevndarformaður og størsti partaeigari í [[Microsoft]]. Gates, sum er ein av heimsins ríkastu monnum fer frameftir at brúka alla sína tíð til vælgerandi endamál gjøgnum »[[Bill and Melinda Gates Foundation]]«, sum hann hevur stovnað saman við konu síni [[Melinda Gates]].