Munurin millum rættingarnar hjá "Gásadalur"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 2:
navn = Gásadalur|
bygdakort = Sorvagur on Faroe map.png|
postnummar = FO 387|
kommuna = [[Sørvágs kommuna]]|
markatal = 18|
íbúgvar = 14|
Linja 14:
Gásadalur hevur leingi verið einasta bygd í [[Føroyar|Føroyum]] ið var uttan vegasamband. Inntil tunnilin varð bygdur, var bert møguligt at koma til Gásadals við tyrlu ella til gongu. Tá tók postmaðurin sær av at bera post upp um fjallið tríggjar ferðir um vikuna. Tá ið tann danska myndin "1700 metrar frá framtíðini" kom út, varð hann kendur í øllum heiminum.
 
Síðan 2003 er møguligt at ganga ígjøgnum '''tunnilin''' (um tað er ikki gloymt at hava ein lykt) og síðan 2005 er loyvt fyri íbúgvar úr Gásadali, ið hava ein lykil, at koyra við bili. Tunnilin er 1.410 metrar til longdar. Áðrenn tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, skulu portalarnir gerast lidnir, partar av loftinum vatntryggjast, vegabreyt gerast og asfalterast.
 
Hevði tunnilin ikki komið, var bygdin vorðið avtoftað, sambært íbúgvum. Men nakra trygd at Gásadalur veksur aftur, fær mann ongantíð. Tann meirilutin av íbúgvum eru 60 ára og eldri og børn búgva ikki leingi í Gásadali.
 
Sambært '''söguni Gásadals''' hevur henda bygdin fingið navn eftir Gæsu í [[Kirkjubøur|Kirkjubø]]. Hon hevði etið kjøt hóast tað var ikki loyvt í føstu. Tískil vóru allar ognir tiknar av henni og hon mátti flytja til dalin í [[Vágar|Vágum]].
 
Í Gásadali er ongin kirkja. Gudstænasta og lestur er tískil í skúlanum. Áðrenn kirkjugarðurin varð bygdur í 1873, varð fólk grivin í [[Bøur|Bø]] og borin upp um fjallið. Líksteinurin á leið hagar var staðurin, har sum berararnir hvíldu. Á veg til [[Bøur|Bíggjar]] er eisini Keldan Vívd, har sum ein prestur doypti eitt ógvuliga sjúkt barn ið mátti til læknan í [[Bøur|Bø]].
Linja 28:
*[http://www.faroestamps.fo/?sprog=&side=5ce3ba1cdf80ced24cd23500ca70f20f www.faroestamps.fo] (upplýsingar um Gásadal á enskum, týskum, fronskum, donskum og føroyskum)
*[http://www.fms.fo/Figgjarlog/2005D/§%206%20Dagførd/§%206%20viðmerkingar_Tillagað.pdf www.fms.fo] (upplýsingar um tunnilin til Gásadals)
 
 
{{Sørvágs kommuna}}
 
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Býir í Føroyum]]
[[Bólkur:Vágar]]
[[Bólkur:Sørvágs kommuna]]
 
[[da:Gásadalur]]