Munurin millum rættingarnar hjá "Klassiskar gudalærur"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
== A ==
 
'''Afrodita''' Kærleiksgudinnan; í Róm tann sama sum Venus. Hon er ein av teimum tólv miklu olympunum og gav vakurleika og kynsliga atdráttarmegi og varð altíð lýst og avmyndað brosandi, ofta niðrandi. Kulturin um hana var fremmandur og kom úr næreystri um Kýpros og Siteru. Tvær sagnir eru um føðing hennara: hjá Homeros er hon dóttir Zevsar og Dionu, og kona Efeistos. Zevs var góður við hana, men hon hevði seg undan; av vreiði gav Zevs síðani lamna soni sínum, Efeistosi (á rómverskum æt hann Vulkan) hana. Men Hesiodd sigur heldur øðrvísi frá: Kronos skar kynsgøgnini av faðiri sínum, Uranosi, tveitti tey í havið, tað fór at skúma um tey, og tey gjørdust til Afroditu. (Á forngrikskum merkja tvey tey fyrstu stavilsini í navni hennara, afros, skúmur.) Tá Afrodita steig upp á land, spruttu blómur har, hon steig, og Eros (Kupito) fylgdi henni, og kanska aðrir guddómar eisini. Hon varð nevnd Anadyomena, ið merkir 'hin landstigna', og Sypris, ið merkir 'kýprosinnan'. [[Platon]] skýtur upp, at tvær Afroditur vóru: Afrodita Urania, fullkomna kærleikans gudinna, og Afrodita Pandimos, vanliga kærleikans gudinna. Hetta er sundurskiljing, ið samsvarar Platons heimspeki.
Afrodita var ikki Efeistosi trúgv, tí hon stóð fyri kynsligum tankaloysi heldur enn hjúnarlagsins strongu reglur (ið Hera vildi verja), og í elstu forngriksku gudalæruni er hon ábyrgdarleys. Í Odusseiuni ('Odyssevsarkvæðnum') greiðir Homeros frá, hvussu sólgudurin Helios avdúkaði fyri Efeistosi tað, at hon var ótrúgv við Arevsi, og hvussu Efeistos fangaði tey bæði nakin í brúðarsong síni við eini ósjónligari nót. Síðani bjóðaði hann øllum hinum gudunum heim til sín at flenna at teimum, og so komu teir, og flentu inntil Posidon vildi hava semju í. Hesi børn átti hon var Arevsi: Deimos og Fopos, ið merkja 'ótti' og 'angist' (orðið fobi er avleitt av 'Fopos'), Harmoniu, ið giftist Kadmosi úr Tepis, og kanska Eros eisini; hann varð tó oftast hildin hava føtt seg sjálvan, áðrenn olympar komu til valdið, tó hann hevði somu eginleikar, sum bæði Afrodita og sum Arevs.
Av tí, at Afrodita hevði hildið tey ódeyðiligu fyri gjøldur, revsaði Zevs hana við at gera hana ásttikna í einum feigum, Ankusevsi. Hon makaðist við fleiri øðrum gudum og føddi Priapos, gudin við stórum kynslimi, av Dionysosi, og sambært Apollodorosi, eisini Eryx av Posidoni. Hon vildi ikki geva Hermisi vilja sín, men Zevs hjálpti honum við at senda eina ørn, sum stjól sandalina frá henni og gav Hermisi hana; so noyddist Afodita at geva Hermisi vilja sín fyri at fáa hana aftur. Hon føddi honum Hermafroditevs, ið var bæði drongur og genta. Afrodita hevði megina at gera allar guddómarnar ásttiknar ella sera girndarmiklar, allar uttan Pallas Atenu, Artumis og Hestiu. Tá Hera vildi hava sín vakurleika at fáa Zevs at luta og gloyma kríggið við Troya, lænti hon eitt belti frá Afroditu, so Zevs ikki fekk staðið ímóti henni.