Munurin millum rættingarnar hjá "Klassiskar gudalærur"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 18:
'''Astyanax''' Sonur Hektor og Andromakku. Faðirin kallaði hann Skamandrios (1) eftir ánni, ið rann fram við Troya, men vanliga fólkið kallaði hann Astyanax, ið merkir 'býarinnar valdsharri'. Tá Troya var týndur, tveittu antin Akillevs og Neoptolumevs, ella Menilaos og grikska herlið hansara, hann av einum torni, so hann doyði - tí Odyssevs hevði varað teir við, at hvørki dreingir ella menn av Priamosar ætt skuldu liva eftir. Aðrar sagnir siga, at Astyanax ikki varð dripin, men livdi at byggja Troya upp av nýggjum (sí Askanios)
 
'''dísar''' Kvenngudar ella ondir, sum búðu ymsastaðni í náttúruni; tær vóru hildnar vera ódeyðiligar, ella í øllum førum livdu tær sera leingi (sí 'hammadriturnar' niðanfyri). Tær vóru flogsur, sera vakrar og ungar, eldust ikki, og áttu nógv børn, bæði við gudum og monnum. Summar dísar dugdu at spáa. Í homerisku kvæðunum eru tær døtur Zevs. Tær búðu í stórum og smáum holum, har tær nýttu tíðina til at syngja og spinna. Tær ganga ofta týdningarmiklari gudinnum (serliga Artumis) ella onkrari aðrari dís, ið er týdningarmiklari enn tær, til handa. Kalypso (1) og Kirka høvdu soleiðis fylgidísar.
Dísar kunnu bólkast eftir dvølstøðum sínum: meljur vóru askardísar (tvs tær búðu í aski, sum er eitt træslag) og ikki døtur Zevsar, men Uranosar: tær føddust úr blóðsdropunum frá evkvettu kynsgøgnum hansara. Neiur búðu í keldum og áum og vórðu ofta hildnar vera døtur áargudin í ánni, har tær búðu. Nereiur vóru havdísar (tær vóru døtur Nerevsar, ið var nevndur 'gamli á havbotninum'). Tetis, mamma Akillevs, og Amfitrita, kona Posidon, eru tvær kendar nereiur. Okuanurnar vóru eisini havdísar, og døtur Okuanos og Tetis. Oreiur búðu í fjøllunum, alsur í viðarlundum (úr grikskum alsos, ið merkir 'heilagur skógur'), driturnar búðu í trøum, hammadriturnar búðu hvør í sínum einstaka træi, og tá trøini doyðu, doyðu tær eisini. Nógvar aðrar dísar vóru nevndar eftir ávísum støðum í náttúruni, til dømis akkuloyurnar, ið búðu í akkulosánni. Dísar eru ofta við í sagnum um kærleika (sí Dafnu, ekkó, Kallisto (1)). Teir, tær makaðust við, vóru sum oftast gudar sum Pan, satýrarnir og Priapos, men eisini drógu tær slíkar týdningarmiklar gudar sum Zevs, Apollon, Hermis, Dionysos og aðrar. Í summum sagnum gjørdust tær góðar við og burturfluttu dreingir; Hylas var ein teirra.
 
Linja 70:
Hendan framsøgn nevnir einki um lyftir ella vín, og bara Mezentios er fíggindi Eineiasar; etruskar stuðla troyabúgvum. (Grundin til hetta kann vera, at tá hetta varð skrivað, var Meikunevs patrónur Virgiliusar; hann var etruski og góður vinur við Augustus.)
 
'''Molossos''' Sonur Neoptolumos og abbasonur Akillevs. Hann var sonur Andromakku. Í Andromakku skrivar Evripidevs, at tá Molossos var nýføðingur, legði Andromakka hann út at doyggja, men at hann yvirlivdi, og tá Neoptolumos var í Delfi, sá hann hann og kendi hann aftur. Hermiona, kona Neoptolumos, var øvundsjúk, tí hon fekk ikki sjálvt átt børn, og sambært Evripidevsi forfylgdi hon bæði Andromakku og Molossosi og var um at drepa tey, tá Pelevs bjargaði teimum undan henni. Tá Orestis drap Neoptolumos, gav Tetis Andromakku boð umj at fara til Epiros við Molossosi, tí hon visti, at hann var einasti eftir á lívi av ætt Eiakosar. Tað gjørdi Andromakka, og har giftist hon Helenosi. Tá stjúkpápin doyði, ráddi Molossos í Epiros, og fólkið har eitur molossar eftir honum.
 
'''Neoptolumos''' Eisini nevndur 'ungi kappi' og Pyrros. Hann var sonur Akillevsar og Deidamiu, føddur meðan Akillevs fjaldi seg á Skyros í kvinnubúri Lykomedevsar eftir ráðum frá mammu síni, Tetis, so hann slapp frá at fara í kríggið við Troya. Av tí at Akillevs tá var ílatin sum genta og nevndi seg Pyrra, hekk navnið Pyrros við soninum; eisini kann tað vera, av tí at Pyrros var reyðhærdur, og 'pyrros' merkir júst 'reyðhærdur' á grikskum. Antin Lykomedevs ella Pyrra aldi Neoptolumos upp. Tá Akillevs var deyður, hoyrdu grikkar frá Helenosi, at býurin ongantíð kundi verða hertikin fyrr enn Neoptolumos kom at stríðast við grikkum. Grikkar sendu Odyssevs, Foynix (3) og Diomedevs (2) at finna Neoptolumos og fáa hann við sær. Á vegnum til Troya fór Odyssevs við sendimonnunum til Lemnos at royna at fáa Filoktetis at loyva teimum at hava vápn Heraklevsar við til Troya. Hetta eydnaðist honum til endans. Odyssevs gav Neoptolumosi vápn Akillevsar, ið hann hevði vunnið í kapping frá Easi, Telamons soni.
Neoptolumos drap Evrypylos (4) og uppfann í ovfarakæti pyrriska krígsdansin, sum er nevndur eftir honum. Hann var millum kapparnar, ið komu inn í Troya inni i trærossinum. Í síðstu og týdningarmestu bardøgunum drap hann Elasos og Astynos, særdi Korubos (2) og Aggunos, syfti síðani Astyanax av torninum, ovast uppi. Soleiðis drap Akillevs Hektor og Neoptolumos son hansara. Neoptolumos drap eisini Priamos á Zevsar altari, har hann hevði søkt um gudsins vernd. Sum part av ráninum fekk Neoptolumos Andromakku, og í summum sagnum eisini Helenos. Til minnis um faðir sín ofraði hann honum Polyxenu og drap hana á grøv hansara.
Frásagnirnar um heimkomu hansara úr Troya eru sera nógvar og ymiskar. Hjá Homeros kom Neoptolumos heim í øllum góðum. Menilaos gifti dóttir sína Hermionu burtur til hansara, og Neoptolumos og Hermiona fóru til Ftiotis at búgva. Eitt, ið er við í onkrum sagnum er, at Akastos hevði rænt sær trónuna frá Pelevsi, meðan Akillevs var burturstaddur, og at Neoptolumos vann honum trónuna aftur. Í einari søgn antin ráddi Tetis Neoptolumosi til at bíða í nakrar dagar við at leggja frá, og at hann tí slapp undan at sjólátast í storminum, ið Pallas hevði sent móti grikkum, ella ráddi honum til at fara landvegis heim úr Troya, av tí at Apollon var illur við hann fyri at hava vanhalgið heilaga altarið við Priamosar blóði. Ein onnur søgn sigur, at Neoptolumos ongantíð kom longur enn til Epiros, har hann búsettist og bygdi sær eitt kongaríki; hann loyvdi eisini Helenosi at grundleggja býin Butrotum.
Linja 81:
Ein onnur søgn um deyða Neoptolumosar sigur, at siður var í Delfi, at prestarnir tóku meginpartin av djórakjøtinum, ið varð ofrað. Neoptolumos ilskaðist inn á henda sið og royndi at forða prestunum í at taka djórið, ið hann hevði ofrað. Ein prestur, Makkurevs nevndur, drap hann. Ein seinasta søgnin sigur, at tað var sjálv pytan (prestinnan í templi), ið gav delfibúgvum um at drepa Neoptolumos, og at Apollon lat vreiði sína móti Akillevsi raka annað ættarlið. Eisini sigst, at Neoptolumos brendi tempul Apollons, og at alt fólkið í Delfi síðani legði á hann og drap hann. Neoptolumos varð grivin inni í ella uttan fyri templið í Delfi og fekk tignarliga jarðarferð. Fólkið í Delfi vanhalgaði tó grøv hansara, til hansara hamur hjálpti teimum móti einum álopi; hareftir varð grøvin heiðrað, so sum siður er at heiðra grøvina hjá einum deyðum kappa.
 
'''Numitor''' Eldri sonur Prokas, kong í Alba. Yngri bróðir hansara, Amulios, tók valdið eftir deyða faðirins og gjørdi Numitor útlagnan, drap son hansara og sendi dóttir hansara, Reu Silviu (1), at tæna Vestu, so hon skuldi liva blúgv, til hon var ov gomul at eiga børn. Gudurin Mars elskaði tó við Reu og gav henni synirnar Remus og Romulus, ið seinni góvu Numitori trónuna aftur (sí Remus, Romulus og Faustos).
Ein onnur søgn sigur, at Numitor visti, at dóttirin var upp á vegin og tók sær tvey onnur børn og segði tey vera børnini hjá Reu. Hann sendi báðar synirnar hjá Reu til Palatinheyg, til Faustulos, ein hirða. Kona Faustulos, Akka Larentia (2), gav teimum bróst; hon hevði fyrr verið skøkja og fingið eyknevnið 'kvennúlvur' (eitt eyknevni, ið flogsur fingu). Tá teir vóru vandir av við at fáa bróst, vórðu teir sendir til Gabia at verða undirvístir. Tá teir komu heimaftur til hansara, ið teir hildu vera pápa sín, skipaði Numitor fyri, at ilt kom millum teir og hirðar sínar; síðani kærdi hann seg fyri Amuliosi, ið einki ilt grunaði, og ið stevndi øllum til Alba at døma í málinum. Eingin vansi var tá hjá Numitori og hesum ungu monnum at reka bróðurin frá valdinum og vinna trónuna aftur. Síðani gav hann abbasynum sínum hvør sína jørð, og har, beint á tí staðnum har teir høvdu búð hjá Faustulosi, grundløgdu teir ein bý.
Tað eru fleiri sagnir um Amulios og Numitor. Til dømis eru báðir eisini sagdir vera synir Aventios, kappan, ella enntá abbasynir hansara (og Prokas er tá faðir teirra). Í einari søgn varð arvur teirra býttur sundur; Amulios valdi tá at fáa valdið, og Numitor valdi ríkidømið. Og aftur ein onnur søgn sigur, at Prokas ráddi teimum til at valda á sama hátt sum rómversku konslarnir við at hava tvey kongshús, ið høvdu eins stórt vald, men at Amulios tók alt valdið sjálvur.
 
'''Oxynios''' Oxynios og Skamandrios (1) vóru tveir synir Hektors, sum Priamos sendi burtur til Lydia tá Troya týndist, fyri at teir ikki skuldu doyggja. Eftir at Troya varð týnt, tók Eineias, sum var flýddur upp á Iðafjall, valdið í landinum; men Oxynios og Skamandrios komu skjótt aftur og kravdu at fáa valdið í kongaríkinum hjá abbanum.
 
'''Pergamos''' Hetjan í sínum navnabýi Pergamon. Hann var yngsti sonur Neoptolumosar og Andromakku. Pergamos kom heimaftur úr Asiu við mammu síni og drap Areios, kong í býnum Tevtrania, í einvíggi. Hann settist á trónuna og nevndi býin eftir sær sjálvum.
Pergamos er eisini navnið á friðskjólinum í Troya, men søgnin, ið í stuttum er endurgivin omanfyri, er einans ætlað greiða frá navninum á hellenistiska ella grikska býnum Pergamon, høvuðsstaðnum í kongaríki attalita.
 
'''Priamos''' Yngsti sonur Laomedons. Hansara rætta navn var Podarkos. Hann sat við valdið tá kríggið við Troya var, og var tá gamalur. Ilionskvæðið nevnir ikki móðir hansara; yngri sagnirnar gera hana oftast dóttur áargudin Skamandros og nevna hana Strymo, men aðrar sagnir nevna hana Plasiu ella Levkippu (1).
Tá Heraklevs tók Troya, tí Laomedon ikki vildi samsýna honum fyri at hava bjargað dóttrini Hesionu, var Priamos barn, og kappin rændi bæði hann og systir hansara. Heraklevs gav vini sínum Telamoni Hesionu at giftast við, og bað hana bara nevna tað, hon kravdi í brúðargávu. Hon bað um bróður sín, ið har varð nevndur Podarkos. Heraklevs játtaði og seldi henni hann fyri slørið. Síðani varð Podarkos nevndur 'Priamos', ið rætt og slætt merkir 'keyptur', og kemur av tí forngrikska priamei, ið merkir 'eg keypi'. (Tað sigst tó eisini, at upprunin til navnið ikki er grikskur, men tað skal valla takast í álvara). Av tí at hann var seinasti sonur Lanomedons eftir á lívi, gav Heraklevs honum alt Troyaland at ráða. Valdið hjá Priamosi vaks so við og við um eitt sera stórt landøki, og eitt enn størri havøki, ið eisini fevndi um fleiri oyggjar. Tá Priamos var ungur, høvdu hann og Otrevs barst móti amasonunum við sangariosánna. Fyrst giftist Priamos Arispu, dóttur Merops, og hon bar honum son, nevndan Eisakos (aðrastaðni var tað Alexirroya, dísin hjá granikosá, ið var móðir Eisakosar; og tá var Eisakos síggjari), men hann fór frá henni og festi aðru konu sína, Hekubu, dóttir Dymas, kong frykeia. Tað var hon, ið bar honum flestu børn hansara. Fyrstur var Hektor, síðani kom Paris. So komu Krevsa (4), Laodika (4), Polyxena, Kassandra, Deifopos, Helenos, Pammon, Politis (1), Antifoss, Hipponos, Polydoros (2), og Troylos, ið eisini sigst vera sonur Apollons. Priamos átti fleiri børn við hjákonum, m.o. Lykaon (1) og Evandur (2). Sagnirnar gera Priamosi fimti synir og fimti døtur, men eingin høvdunfur játtar hesum neyva tali.
Sagt er, at tá Hekuba bar Paris, droymdi hon, at hann fór at øsa til ræðuligt kríggj; tí legði Priamos hann sum nýføðing út at doyggja, men Kassandra fann hann og bjargaði honum.
Linja 96:
Frásøgukvæðir eldri enn Ilionskvæðið lýstu gjølla deyða Priamosar. Tá gamli kongurin hoyrdi fíggindan í borg síni, vildi hann taka til vápnini, men Hekuba leiddi hann oman í niðastu hædd í borgini til eitt altar, so gudarnir skuldu verja tey. Har sá Priamos Neoptolumos drepa Politis (1), ið eisini royndi at náa trygdini við altarið. Síðani dró Neoptolumos tann gamla eftir hárinum av altarinum og kvetti kvørkrar hansara. Hann varð ikki grivin. Eitt brigdi av hesari søgn sigur, at Neoptolumos dró Priamos yvir á grøv Akillevsar og drap hann har. Eisini sigst, at hann drap hann á sjálvum altarinum í borgartúninum (sí Neoptolumos).
 
'''Rea Silvia'''
1. Rea ella Rea Silvia, móðir Remus og Romulus, stundum nevnd Ilia. Ein søgn sigur, at hon var dóttir Eineias og tí nevnd eftir heimlandi hansara, Troya (Ilium), og hin, at hon var dóttir Numitor, kong í Alba. Mars elskaði við henni í loyndum, hóast summir høvundar halda, at Rea gat tvíburðarnar antin av einum tilvildarligum møti ella við farbróðirinum, Amuliosi, ið hevði rikið Numitor frá valdinum. Tá tað frættist, at hon var upp á vegin, setti Amulios hana í fongsul. Antin doyði hon beint eftir, at hon hevði átt, ella doyði hon av teirri hørðu viðferðini, hon fekk í fongslinum. Eisini er møguligt, at Remus og Romulus bjargaðu henni, eftir at teir høvdu tikið sær av Amuliosi. Í teirri søgnini, har Amulios drap hana, tveitti hann hana síðani í tiberánna. Síðani sást áargudurin koma upp úr ánni fyri at taka ímóti henni og festa hana. Tað sigst eisini onkuntíð, at tað var gudurin í anioánni, ið festi hana.
2. Ein prestinna, ið Herkulevs gjørdist ásttikin í á ferð síni gjøgnum Róm, eftir stríðið við oksunum hjá Gerion. Hon fekk ein son, Aventios, ið Avantinheygurin er nevndur eftir.
 
'''Remus''' Tvíburði Romulusar. Ein einsamøll søgn sigur, at hann varð nevndur 'Remus', av tí at hann var so dølskur til alt. Í teirri søgnini dugir Remus einki so væl sum beiggin. (Sí Romulus og Reu Silviu (1) um fyrstu ár teirra).
Eftir at Amulios hevði fangað Remus á seyðaránsferð og handað Numitori hann, av tí at tað var hansara seyðir, og Romulus hevði hoyrt søguna um upprunan hjá sær og Remus og fríað hann aftur (sí Romulus, Amulios og Numitor), fóru tvíburðarnir burtur at grundleggja ein bý. Teir samdust um, at byggja hann á tí staðnum, har teir vóru bjargaðir úr kurvini (har Róm seinni bygdist), men vistu ikki neyvt, hvar tað var. Teir leitaðu jarðtekin. Romulus setti seg á Palatinheyg, Remus á Avantinheyg. Remus sá seks gammar; Romulus sá tólv. Gudarnir høvdu avgjørt at velja Palatinheygin og Romulus, og Romulus legði í vaðið at gera býarmarkið við at lata tveir oksar draga eina plógv og gera eina grøv. Remus var vónbrotin og fór at háða markið, tí tað ongum fekk hildið úti, og leyp yvirum. Romulus ilskaðist yvir hetta halgibrot og drap Remus. Eisini sigst, at tað var Kelur (merkir 'snarur'), ið gav honum banahøgg við einum spaka. Í einari søgn legði Faustulos seg ímillum at verja og varð eisini dripin. Romulus heygsetti Remus í Avantinheygin, ið lá uttan fyri pomerium, átrúnaðarliga mark Róms, til Klaudiusar tíð í ár 49 e.kr., og við jarðarferðina varð hann eymur og græt illa. Í elstu søgnini drupu gudarnir tó Remus beint tá hann leyp yvir um grøvina; tí tað var halgibrot. Tá varð Romulus eydnuleysur og tók lívið av sær. Ein onnur søgn sigur, at Remus doyði í samanbrestinum millum hirðarnar hjá sær og bróðurinum, ið fóru at klandrast um, hvønn bróður jarðtekinini í veruleikanum høvdu verið til frama fyri.
(Sí Romulus um ymsar forfedrar Remusar.)
 
'''Romulus''' Merkir 'rómverskur'. Grundlegði Róm og nevndi hann eftir sær. Hann verður oftast sagdur vera av ætt Eineiasar og kongunum í Alba. Hann og tvíburðin Remus vóru synir Reu Silviu (1) (ella Iliu) og abbasynir Numitorar, hvørs yngri bróðir hevði rænt trónuna frá honum. Fleiri sagnir eru tó um uppruna Reu Silviu og sona hennara. Onkuntíð verða kongarnir í Alba lopnir um og Rea er tá dóttir Eineias. Onkrir høvundar hava gjørt Remus og Romulus til synir Eineiasar og Dexiteu. Í hesari søgnini vórðu tvíburðarnir fluttir til Italia á ungum aldri. Aðrar sagnir gera Romulus til son Romu og Latinosar. Móðir hansara verður stundum nevnd Emilia og var tískil dóttir Eineiasar og Laviniu. (Sí Tarketios um eina aðra søgn.)
Mars var faðir Remus og Romulus. Hann tøldi Reu Silviu í tí halga skóginum, hagar hon var farin eftir vatni. Eisini sigst, at gudurin legði seg hjá henni meðan hon svav. Farbróðir Reu, Amulios, varnaðist, at hon var upp á vegin og setti hana í fongsul. Tá hon hevði átt, legði kongurin teir út á bakkarnar við tiberánna við fótin á Palatinheyg. Eisini sigst, at Amulios sendi ein húskall sín at drukna børnini í tiberánni, men at hann ikki vildi drukna tey og legði tey í staðin í eina kurv og legði kurvina á ánna. Síðani fór kurvin við streyminum, varð syft upp á land og endaði undir einum fikutræi (ið varð nevnt 'fikus ruminalis', og ið seinni varð gjørt heilagt). Har fann ein kvennúlvur, ið júst hevði lagt, Remus og Romulus. Honum tókti synd í teimum og gav teimum at súgva. Kvennúlvurin var eitt djór, ið var Marsi heilagt, og hildið var, at gudurin hevði sent hetta djórið at ansa eftir børnum sínum. Ein spæta (heilagi fuglurin hjá Marsi) hjálpti úlvinum at geva børnunum at eta. Faustulos, ein av kongsins hirðum, sá síðani dreingjabørnini og tók tey í loyndum heim við sær, og hann og konan, Akka Larentia (2), høvdu tey síðani til fosturs.
Faustulos sendi báðar dreingirnar til Gabia at fáa undirvísing. Seinni komu Remus og Romulus aftur til Palatinheyg, har teir komu soleiðis fyri, at teir gjørdust seyðaránsmenn. Ein dagin á Avantinheyggi leyp Remus á hirðarnar hjá Amuliosi, ið sótu fyri seyðinum hjá kongi. Hirðarnir fangaðu Remus og fóru til kong í Alba við honum. Ímeðan segði Faustulos Romulusi frá, hvussu teir vórðu funnir og bað hann bjarga bróðuri sínum. Romulus fór til Alba í skundi, tók seg fjølmannaður inn í borgina, nevndi seg fyri kongi, drap hann og fríaði Remus. Hann gav abba sínum, Numitori, valdið. Aðrar sagnir siga tó, at Remus stjól neyt frá Numitori, og at hirðarnir fangaðu hann og fóru til Amulios kong við honum, sum sendi hann víðari til Numitor, tá hann frætii, at Remus hevði roynt at rænt hansara neyt. Numitor setti honum spurningar og frætti tað, ið Faustulos leingi hevði vitað: at hetta var horvni abbasonur sín. Hann fór síðani til Faustulos, ið enn hevði kurvina, og tá Numitor sá kurvina, varð hann púra vísur. Síðani skipaðu Remus og Romulus fyri álopi á Amulios, drupu hann og góvu abba sínum, Numitori, valdið aftur.
Linja 112:
Romulus ráddi í 33 ár og sá unga Róm mennast nógv; tí nevndi fólkið hann 'tjóðarfaðir'. Romulus andaðist 54 ára gamalur. Tað sigst, at tað var 7. juli, at hann vitjaði her sín á einum parti av Kampus Martius, nevndur palus Kapri (geitarskrúðgongan) tá óveður brast á og eitt skýggj kom niður, tók hann og fór avstað upp í himmalin við honum. Øll, ið vóru hjástødd, vórðu sannførd um, at hann var vorðin gudur. Aðrar sagnir nevna bara, at ódnarveður kom, og tá tað hæsaði av, var Romulus horvin. Ein rómverji, ið æt Julius Prokulus segði seg hava droymt Romulus, ið hevði sagt, at gudarnir høvdu rænt seg, og at hann nú var vorðin gudurin Kurinus, at býurin fór at fáa stórfingna framtíð, so leingi rómverjar vandu unglingar sínar og høvdu sterkan her. Hann hevði eisini biðið um, at ein halgidómur skuldi reisast sær á Kurinisarheyggi. Hetta varð gjørt. Fleiri brigdi eru av søgnini um deyða Romulusar. Tey vóru ofta íspunnin av politiskum og og skyldfólka áhugamálum. Sí Filotis um Nona Kaprotinahøgtíðina, ið var til minnis um Romulus.
 
'''Rutular''' ella rutuli. Ein ættarbólkur úr miðitalia, sum hevði høvuðsstað í Latium og nevndu hann Ardia. Teir vildu ikki, at Eineias skuldi koma hagar, og kongur teirra, Turnos, fekk teir at taka ímóti honum við vápnum.
 
'''Skamandrios'''
1. Tað, ið Hektor kallaði son sín, Astyanax
2. Ein troyabúgvi, ið doyði fyri Menilaosi
 
'''Silvius''' Ein sonur Eineiasar og Laviniu, og hálvbróðir Askaniosar. Fyrst hevði Askanios veitt Silviusi pláss sítt í Lavinium og var síðani farin at grundleggja Alba, fyri ikki at vera fyri. Tá Askanios doyði, lat hann Silviusi trónuna í Alba. Hesin valdaði í 29 ár og lat við deyða sín sonin, Eineias Silviusi, kongaríkið.
Aðrar sagnir gera Silvius til son Askaniosar, og Askanios til son Eineiasar og Laviniu. Til endans skal nevnast, at hann onkuntíð verður hildin vera sonur Eineiasar og Silviu, konu Latinosar, ið Eineias giftist við, eftir at Latinos var deyður.
 
'''Tisamenos'''
1. Sonur Orestis og Hermionu. Ein søgn sigur, at hann tók við trónuni í Sparta og Argos eftir Orestis, men at hann doyði í bardaga við heraklidar. Ein onnur, at teir ruku hann burtur og loyvdu honum at flýggja. Hann søkti grið hjá jónum heilt har norðuri á Pelops hálvoy, men teir lupu á hann og royndu at reka hann burtur. Teir drupu Tisamenos, men taptu fyri herliði hansara, ið kringsetti Helis, býin hjá jónum, men loyvdu teimum seinni at fara til Attika, har atenar tóku ímóti teimum.
Menninir hjá Tisamenos jarðaðu hann við stórfingnari jarðarferð og ráddu síðani í økinum, sum teir høvdu tikið frá jónum, og nevndu tað Akeia. Ein onnur søgn sigur, at tað longu æt Akeia tá Tisamenos brast saman við heraklidar, ið fylgdu aftaná honum og drupu hann har, í Akeia. Elsti sonur Tisamenosar, Kometis (2), tók við valdinum eftir hann. Hinir synir hansara itu Diamenevs, Sparton, Tellis og Leontomunevs.
2. Ein sonur Tersandros (2) og Demonassu, dóttur Amfiraos. Tá teir aðru ferð søktu at Troya og løgdu at í Mysia, doyði faðir hansara longu heima hjá Telufossi (sí Tersandros (2)), men Tisamenos var ov ungur at standa fyri herliðnum úr Tepis. Ikki Tisamenos, men Peneleos, hevndi deyða kongsins við at drepa Evrypylos (4), son Telufoss. Tá Tisamenos vaks til mans, ráddi hann í Tepis. Hann fekk ein son, Avtesion, ið ráddi eftir, at faðirin doyði. Summar sagnir siga tó, at hann mátti gerast útlagin og fór upp í part við heraklidum. Tó tók abbasonur Peneleosar, Damasikton, við valdinum eftir Tisamenos.
 
'''Tyrros''' ella Tyrrunos. Hann var úr Meioniu í Lydialandi og var sonur Atys, kong í Lydia. Hann var eisini høvuðshirði Latinosar. Hann stóð á odda fyri latínskum bóndum at hevna tað heilaga kvenndádýrið, ið Askanios hevði dripið. Eftir at Eineias var deyður, óttaðist Lavinia fyri soninum hjá manninum og flýddi til Tyrros at eiga Silvius. Eisini er sagt, at hann førdi lydiabúgvar til Italia, tá ógvuslig hungursneyð var í Lydia. Etruskar vóru nevndir eftir honum, og Herodotus stendur við, at etruskar vóru av ætt teirra, ið flýddu undan hungursneyðini. Eitt hav vestan fyri Italia eitur eisini eftir honum.
 
'''Venus''' Ein sera gomul latínsk gudinna, ið átti ein halgidóm næreindis Ardia, ið var bygdur áðrenn Róm. Í aðru øld f.kr. varð hon partur av gudasøgnini um ta griksku Afroditu. Sagnirnar um ferðir Eineiasar, soni Venusar, ella Afroditu, høvdu stóran týdning hjá rómverjum, tí Eineias búsettist til endans í Italia, og rómverjar hildu, at Augustus og hansara ætt, ið tó bert var ættleidd, men ið varð nevnd gens Julia, var av Julosar ætt, og tískil eisini av Eineiasar og móðir hansara, Venusar ætt. Tað var Venus, ið hjálpti Eineiasi at sleppa úr Troya tá eldur var settur á býin, og vardi hann móti vreiðini hjá Heru. Hon gjørdi so Dido, drotning í Kartago, gjørdist ásttikin í honum og veitti honum griðskjól tá honum tarvdist tað. Hon stuðlaði honum eisini í bardøgum sínum við Turnos við at geva honum spjótið aftur, ið sat fast í einum træi.