Munurin millum rættingarnar hjá "Klassiskar gudalærur"

Content deleted Content added
JoergenB (kjak | íkøst)
s bólking
No edit summary
Linja 1:
'''Afrodita''' Kærleiksgudinnan; í Róm tann sama sum Venus. Hon er ein av teimum tólv miklu olympunum og gav vakurleika og kynsliga atdráttarmegi og varð altíð lýst og avmyndað brosandi, ofta niðrandi. Kulturin um hana var fremmandur og kom úr næreystri um Kýpros og Siteru. Tvær sagnir eru um føðing hennara: hjá Homeros er hon dóttir Zevsar og Dionu, og kona Efeistos. Zevs var góður við hana, men hon hevði seg undan; av vreiði gav Zevs síðani lamna soni sínum, Efeistosi (á rómverskum æt hann Vulkan) hana. Men Hesiodd sigur heldur øðrvísi frá: Kronos skar kynsgøgnini av faðiri sínum, Uranosi, tveitti tey í havið, tað fór at skúma um tey, og tey gjørdust til Afroditu. (Á forngrikskum merkja tvey tey fyrstu stavilsini í navni hennara, afros, skúmur.) Tá Afrodita steig upp á land, spruttu blómur har, hon steig, og Eros (Kupito) fylgdi henni, og kanska aðrir guddómar eisini. Hon varð nevnd Anadyomena, ið merkir 'hin landstigna', og Sypris, ið merkir 'kýprosinnan'. Platon skýtur upp, at tvær Afroditur vóru: Afrodita Urania, fullkomna kærleikans gudinna, og Afrodita Pandimos, vanliga kærleikans gudinna. Hetta er sundurskiljing, ið samsvarar Platons heimspeki.
Afrodita var ikki Efeistosi trúgv, tí hon stóð fyri kynsligum tankaloysi heldur enn hjúnarlagsins strongu reglur (ið Hera vildi verja), og í elstu forngriksku gudalæruni er hon ábyrgdarleys. Í Odusseiuni ('Odyssevsarkvæðnum') greiðir Homeros frá, hvussu sólgudurin Helios avdúkaði fyri Efeistosi tað, at hon var ótrúgv við Arevsi, og hvussu Efeistos fangaði tey bæði nakin í brúðarsong síni við eini ósjónligari nót. Síðani bjóðaði hann øllum hinum gudunum heim til sín at flenna at teimum, og so komu teir, og flentu inntil Posidon vildi hava semju í. Hesi børn átti hon var Arevsi: Deimos og Fopos, ið merkja 'ótti' og 'angist' (orðið fobi er avleitt av 'Fopos'), Harmoniu, ið giftist Kadmosi úr Tepis, og kanska Eros eisini; hann varð tó oftast hildin hava føtt seg sjálvan, áðrenn olympar komu til valdið, tó hann hevði somu eginleikar, sum bæði Afrodita og sum Arevs.
Av tí, at Afrodita hevði hildið tey ódeyðiligu fyri gjøldur, revsaði Zevs hana við at gera hana ásttikna í einum feigum, Ankusevsi. Hon makaðist við fleiri øðrum gudum og føddi Priapos, gudin við stórum kynslimi, av Dionysosi, og sambært Apollodorosi, eisini Eryx av Posidoni. Hon vildi ikki geva Hermisi vilja sín, men Zevs hjálpti honum við at senda eina ørn, sum stjól sandalina frá henni og gav Hermisi hana; so noyddist Afodita at geva Hermisi vilja sín fyri at fáa hana aftur. Hon føddi honum Hermafroditevs, ið var bæði drongur og genta. Afrodita hevði megina at gera allar guddómarnar ásttiknar ella sera girndarmiklar, allar uttan Pallas Atenu, Artumis og Hestiu. Tá Hera vildi hava sín vakurleika at fáa Zevs at luta og gloyma kríggið við Troya, lænti hon eitt belti frá Afroditu, so Zevs ikki fekk staðið ímóti henni.
Linja 8:
Í grikskari gudalæru var Afrodita ofta ónd og enntá láturlig, men í rómverskari varð hon tikin nógv meira í álvara, og eisini søgd at vera blíðari.
 
'''Amulios''' Fimtandi kongur í Alba Longa, sonur Prokas og bróðir Numitor. Prokas býtti kongaliga arvin í tvey: annar var dýrgripirnir, hin kongaríkið. Numitor valdi tann seinna, men Amulios leit á ríkidømi sítt, rak hann burtur og settist á trónuna. Hann noyddi bróðurdóttur sína, Reu Silviu (1) í kleystur, so Numitor ongan arving skuldi fáa; Mars neyðtók hana, og hon føddi teir báðar Remus og Romulus. Tá Amulios frætti hetta, bað hann hirðar sínar drepa hana og drukna nýføðingarnar í tiberánni. Hirðarnir druknaðu teir tó ikki, men løgdu teir bara í eina kurv og løgdu kurvina á ánna. Hirðin Faustulos fann teir og ól teir upp heima hjá sær. Tá tvíburðarnir vóru vaksnir, gjørdust teir seyðatjóvar; á eini ránsferð at stjala seyð, varð Remus fangaður og tikin fyri kong, ið fann út av, at Numitor átti seyðin, og gav bróðuri sínum hann. Numitor fann út av, hvør hann var. Hann sendi eisini boð eftir Romulusi, og tað endaði við, at tvíburðarnir róku Amulios av trónuni, drupu hann og góvu abba sínum Numitori valdið aftur
 
'''Andromakka''' Dóttir Eetion, kona Hektor og verdóttir Priamos. Hon og Hektor áttu bert ein son, Astyanax. Eftir at Troya fall og Hektor var deyður, varð móður Andromakku givin Akillevsi, sum part av ráninum úr Troya, og Andromakka sjálv fall í Neoptolumosar lut. Neoptolumos tók hana við sær til Epiros, har hann var kongur, og har føddi hon honum tríggjar synir, Molossos, Pielos og Pergamos. Neoptolumos fór seinni frá henni og giftist Hermionu, dóttur Menilaos og Helenu, ið ikki fekk átt børn og tí bar agg til Andromakku, tí hon var so fruktagóð. Evripidevs sigur, at Hermiona vildi drepa Andromakku og børn hennara meðan Neoptolumos var burturi í Delfi, men at Pelevs vardi tey. Hetta hendi antin í Ftitia ella í Epiros. Tá Neoptolumos varð myrdur í Delfi, arvaði síggjarin Helenos, bróðir Hektor, bæði kongaríkið í Epiros og Andromakku. Tey áttu ein son, ið tey nevndu Sestrinos (sí Molossos). Tá Eineias ferðaðist í Epiros ráddu Andromakka og Helenos har í friði. Tá Helenos doyði, sigst, at hon fór við soni sínum Pergamosi heilt til Mysia, har hesin grundlegði Pergamon. Sambært sagnunum var Andromakka høg, myrk og ráðarík.
 
'''Askanios''' Sonur Eineiasar og Krevsu (4). Ein onnur søgn sigur, at Eineias og Lavinia fingu hann tá Eineias kom til Italia. Tann elsta søgnin sigur, at Eineias rýmdi við Askaniosi úr Troya, tá býurin fall, og sendi hann til Propontisoy, meðan hann fór at leita eftir einum nýggjum heimlandi, nú ið einki Troya var; seinni bygdu Askanios og Skamandrios (1) (sí Astyanax) Troya upp av nýggjum. Ein onnur søgn sigur, at Askanios búði í Italia hjá Eineiasi. Á gamalsaldri skal Eineias vera farin aftur til Troya at ráða, og sonurin arvaði kongaríkið eftir hann. Rómversku sagnirnar um Eineias siga, at Askanios búði í Italia og var tann fyrsti av sínari ætt.
Í Eineiuni eftir Virgilius er Askanios við. Har er hann ungur og er við í troyaleikunum, er á veiðiferð í skógunum við Latium, er bæði Eineiasi og ommu síni, Venus, kærur, tí hann eigur framtíðina í troyabúgvum. Eftir at Eineias doyði, bar Askanios sigur av etruskum við numikosvatn og grundlegði býin Alba Longa á tí staðnum, har ið Eineias hevði ofrað eina hvíta súgv og hennara tríati ungar. Hetta noyddu latínar hann at gera, tí teir vóru í parti við stjúkmóðir hansara, Laviniu, og ímóti honum. Tá Eineias var deyður, flýddi Lavinia, ið var upp á vegin, tí hon óttaðist, at Askanios fór at drepa hennara ófødda barn. Hon flýddi til ein hirða, ið æt Tyrros, og átti barn sítt, Silvius, heima hjá honum. Tá Askanios doyði, arvaði Silvius trónuna í Alba.
Askanios eitur onkuntíð Julos.
 
'''Astyanax''' Sonur Hektor og Andromakku. Faðirin kallaði hann Skamandrios (1) eftir ánni, ið rann fram við Troya, men vanliga fólkið kallaði hann Astyanax, ið merkir 'býarinnar valdsharri'. Tá Troya var týndur, tveittu antin Akillevs og Neoptolumevs, ella Menilaos og grikska herlið hansara, hann av einum torni, so hann doyði - tí Odyssevs hevði varað teir við, at hvørki dreingir ella menn av Priamosar ætt skuldu liva eftir. Aðrar sagnir siga, at Astyanax ikki varð dripin, men livdi at byggja Troya upp av nýggjum (sí Askanios)
 
dísar Kvenngudar ella ondir, sum búðu ymsastaðni í náttúruni; tær vóru hildnar vera ódeyðiligar, ella í øllum førum livdu tær sera leingi (sí 'hammadriturnar' niðanfyri). Tær vóru flogsur, sera vakrar og ungar, eldust ikki, og áttu nógv børn, bæði við gudum og monnum. Summar dísar dugdu at spáa. Í homerisku kvæðunum eru tær døtur Zevs. Tær búðu í stórum og smáum holum, har tær nýttu tíðina til at syngja og spinna. Tær ganga ofta týdningarmiklari gudinnum (serliga Artumis) ella onkrari aðrari dís, ið er týdningarmiklari enn tær, til handa. Kalypso (1) og Kirka høvdu soleiðis fylgidísar.
Dísar kunnu bólkast eftir dvølstøðum sínum: meljur vóru askardísar (tvs tær búðu í aski, sum er eitt træslag) og ikki døtur Zevsar, men Uranosar: tær føddust úr blóðsdropunum frá evkvettu kynsgøgnum hansara. Neiur búðu í keldum og áum og vórðu ofta hildnar vera døtur áargudin í ánni, har tær búðu. Nereiur vóru havdísar (tær vóru døtur Nerevsar, ið var nevndur 'gamli á havbotninum'). Tetis, mamma Akillevs, og Amfitrita, kona Posidon, eru tvær kendar nereiur. Okuanurnar vóru eisini havdísar, og døtur Okuanos og Tetis. Oreiur búðu í fjøllunum, alsur í viðarlundum (úr grikskum alsos, ið merkir 'heilagur skógur'), driturnar búðu í trøum, hammadriturnar búðu hvør í sínum einstaka træi, og tá trøini doyðu, doyðu tær eisini. Nógvar aðrar dísar vóru nevndar eftir ávísum støðum í náttúruni, til dømis akkuloyurnar, ið búðu í akkulosánni. Dísar eru ofta við í sagnum um kærleika (sí Dafnu, ekkó, Kallisto (1)). Teir, tær makaðust við, vóru sum oftast gudar sum Pan, satýrarnir og Priapos, men eisini drógu tær slíkar týdningarmiklar gudar sum Zevs, Apollon, Hermis, Dionysos og aðrar. Í summum sagnum gjørdust tær góðar við og burturfluttu dreingir; Hylas var ein teirra.
 
'''Eetion''' Ein kongur í Tepis í Mysialandi, pápi at Andromakku. Hann og sjey synir hansara doyðu fyri Akillevsi, tá hesin týndi Tepis. Akillevs virdi Eetion somikið fyri dirvi og reystleika, at hann ikki tók brynjuna av honum, men jarðaði hann við henni og gjørdi nógv burturúr jarðarferð hansara. Dísarnar plantaðu ein álm á grøv hansara
 
'''Eineias''' Troyabúgvi og kappi; sonur Ankusevs og Afroditu. (Sí Ankusevs um staklutirnar um, hvussu hann varð føddur). Í Ilionskvæðnum sigst Eineias vera næstdjarvasti maður í Troya eftir Hektor. Tað var tó eftir kríggið, at hann munaði eftirtíðini við at føra troyar til Italia at leita eftir nýggjum heimlandi. Eineias var einasti troyi, ið framtíðarvónir vórðu givnar - Posidon segði, at hann skuldi valda troyum. Eineias varð tí eftirmaður Priamosar, hóast tað Troya, ið hann valdaði, ikki var tað rætta. Eineias hoyrdi ikki til ta valdandi familjuna, men tá Ankusevs og Afrodita høvdu parast, avdúkaði Afrodita seg og segði: 'Tú fert at fáa ein son, sum fer at valda troyabúgvum, og hann fer at eiga synir, og hansara synir aftur synir, og so framvegis í allar ævir'.
Eineias vaks upp í fjøllunum hjá dísum til hann var fimm ár; tá fór faðir hansara inn í býin við honum og leit Alkatosi, ið antin var konubróðir ella konusystirmaður hansara, honum upp í hendur, og hesin tók sær av hansara skúlagongd. Í troyakrígnum stóð Eineias á odda fyri dardaana herliði (Dardaanos var býur í líðunum við Iðafjall). Eineias var ónøgdur við, at Hektor ráddi meir enn hann, og at Priamos tóktist hava lyndi til at niðra seg. Í krígnum við Troya hittust Akillevs og Eineias á Iðafjalli, og Akillevs rak hann til Lyrnessos; og tá Akillevs týndi tann býin, bjargaði Zevs honum undan Akillevsi. Diomedevs (2) særdi eisini Eineias: tá Afrodita vildi bjarga honum, varð hon sjálv særd, men Apollon fjaldi Eineias í toku og flutti hann av vígvøllinum. Seinni kom hann aftur, drap Kreton og Orsilokos, leyp á leguna hjá akeium, bardist móti Idominevsi, drap fleiri grikkar og stóð undir liðini á Hektori, tá hesin rak akeiarnar burtur. Hann var millum teirra, ið bardust um líkið av Patroklosi, og bardist aftur við Akillevs: hesuferð bjargaði Posidon honum við at gera mjørka beint framman fyri Akillevsi, draga spjótið úr skjøldrinum hjá Eineiasi og flyta kappan aftur millum sín egna her. Grundin til, at Posidon bjargaði einum troyabúgva var, at hann mintist spádómin hjá Afroditu, at Eineias ein dag skuldi ráða yvir troyabúgvum, og at hansara eftirkomar skuldu taka við. Ein grund var kanska eisini, at Eineias ikki var av ætt Laomedons, men beinleiðis skyldur við Tros umvegis Ankusevs, Kappis og Assarakos. Eineias hjá Homerosi er tí ein kappi, sum gudarnir vardu (og hann virdi eisini teir nógv) og hvørs lagna var mikil: tí hann átti lívið í øllum tí troyanska fólkaslagnum. Alt hetta sambindir Virgil í sínum kvæði, ið eitur Eineian.
Tá Hektor var deyður, tók Eineias aftur á seg at verja býin. Man tá Laokoon doyði, skilti Eineias, at tað var jarðtekin, ið sýndi, at Troya fór at verða týndur, og flýddi saman við Ankusevs, Krevsu (4) og soninum Askaniosi. Eitt annað brigdi av søgnini sigur, at Eineias varð tikin á bóli av grikskum álopi á býin og kláraði at flýggja við Ankusevs á rygginum og berandi Askanios, ið aftur bar penatar, penatur, og palladiumið. Krevsa gekk aftaná, men misti teir burtur; Eineias fór at leita eftir henni, men sá ham hennara fyri sær, og hamurin bað hann uppgeva at leita. Hann fór upp á Iðafjall og stevndi øllum teimum troyabúgvum, ið yvirlivdu, saman og grundlegði ein annan bý og ráddi í honum, og soleiðis gekk spádómurin hjá Afroditu út - ið sigst var atvoldin til kríggið í Troya, fyri at ræna trónuna frá Priamosi og geva sínum egnu eftirkomarum hana
Linja 30:
Virgiliusar brigdi av søgnini, sum tað stendur skrivað í verki hansara, Eineiuni, varð støðið undir øllum ritum, ið komu aftaná. Søgnin um Eineias gav Róm virðing við at reka ættina hjá teimum, ið grundløgdu hann, heilt aftur til søgunnar byrjan, og við at geva teimum guddómligar forfedrar (Zevs og Afroditu). Haraftrat tykist tað sum um, at Homeros sjálvur spáddi stórtíð Róms. Julius Cesar sigst vera av Eineiasar ætt.
 
'''Hektor''' Sonur Priamos og Hekubu - óivað elsti sonur. Summar sagnir gera hann tó til son Apollons. Hóast Priamos var kongur í Troya, var tað Hektor, ið av sonnum ráddi. Hann skipaði fyri kjakfundunum og stevndi herferðir. Hann var troyabúgvum kæærur, og bæði fyri vinir og óvinir var hann tann, sum av sonnum vardi býin. Aggamemnon vildi drepa Hektor so skjótt sum gjørligt, tí hann visti, at so leingi Hektor var á lívi, kundi Troya ikki týnast. Persónsmenskan hjá Hektori er væl lýst í longum broti í Ilionskvæðnum. Hann var giftur við Andromakku, og tey áttu ein son, ið troyar nevndu Astyanax og foreldrini Skamandrios (1). Ein søgn, ið er lítið vird sigur, at Hektor og Andromakka áttu ein annan son, ið æt Laodamas. Ein onnur søgn aftur nevnir ein son, ið Oxynios.
Hóast Hektori lítið dámdi, at Paris hevði rænt Helenu, var hann tó tann fyrsti at drepa grikka, ið stein á troyajørð; tað var Protisilaos.
Til kríggið hevði varað í tíggju ár, bar Hektor seg undan at berjast úti á vígvøllinum, tí hann visti, at Akillevs var millum grikkarnar. Tá Akillevs og Aggamemnon fóru at skeldast og Akillevs tók seg úr krígnum, drap Hektor nógvar grikkar. Akillevs royndi einaferð at hitta Hektor andlit til andlits, men Hektor rýmdi inn í býin. Arevs vardi hann, til Diomedevs (2) særdi Arevs. Millum teir fremstu av teimum, hann drap, vóru Mnestis, Ankualos, Tevtras (2), Orestis (ikki son Aggamemnons), Trekos, Oynumevs (ikki pápi Hippodamiu (1)), Helenos (ikki tvíburði Kassandru) og Orespios. Síðani bjóðaði Hektor hvørjum grikka tað skuldi vera, av í hólmgongu. Menilaos reistist, men Aggamemnon helt honum aftur. At endans tók Eas av. Teir bardust allan dagin og góvu síðani hvørjum øðrum gávur.
Hektorsa mest framúrskarandi vandaferð var, tá hann leyp á skipini hjá grikkum. Gudarnir máttu leggja uppí, tí annars hevði hann dripið slíkar kappar sum Nestor og Diomedevs (2). Posidon eggjaði grikkum at halda ímóti, og Patroklos stóð á odda fyri myrmidonum (herliði Akillevsar) í brynju Akillevsar; tá rýmdi Hektor. Apollon vardi tó Hektor, og hjálpti honum at drepa Patroklos. Og Zevs bað hinar gudarnar lata Hektor sleppa at drepa so leingi sum Akillevs ikki vildi koma upp í leikin. Men tá Akillevs frætti, at vinmaðurin Patroklos var dripin, kom hann uppíaftur kríggið. Hann drap Polydoros (2), ein bróðir Hektors, og Hektor royndi til fánýtis at hevna hann. Hektor var hjálparleysur móti Akillevsi, tí hansara lagna var at doyggja fyri honum. Apollon fjaldi Hektor í toku, og Akillevs søkti til fánýtis at honum; men tá herurin úr Troya tók seg inn aftur í býin, varð Hektor verandi einsamallur eftir við skeiaportrið. Mamman og pápin bønaðu hann um at flýggja og fjala seg, men hann noktaði og bíðaði eftir Akillevsi. Men tá Akillevs so kom, flýddi Hektor undan honum. Teir báðir runnu tríggjar ferðir rundan um býin áðrenn Atena skapti seg í líki Deifoposar og eggjaði Hektori at stríðast og halda ímóti. Meðan Hektor møtti Akillevsi, hvarv Atena. Tá skilti Hektor, at sín síðsta stund var komin. Uppi á Olympos sat Zevs við lagnunnar vekt og vigaði lagnurnar hjá teimum báðum fíggindunum, og Hektors var tyngri. Eisini Apollon vendi sær frá Hektori, og Akillevs gav honum banahøgg. Sum Hektor lá doyggjandi, bað hann Akillevs geva Priamosi líkið, men Akillevs noktaði. Tá spáddi Hektor, at Akillevs eisini fór at doyggja ungur. Akillevs festi líkið av Hektori fast í vagn sín og dró tað runt um Troya, beint undir eygunum á øllum troyum. Síðani varð líkið lagt óvart í leguni hjá grikkum, til villar hundar og rovfuglar at eta, til Zevs sendi Iris at geva Akillevsi boð um at geva Priamosi líkið av Hektori. Priamos kom fyri seg sjálvan til Akillevs og loysti líkið av soni sínum fyri nógvan pening. Grikkar drupu son Hektor, Astyanax, tí teir vildu ikki lata nakran, ið kundi hevna Hektor, liva eftir. Ilionskvæðið endar við, at vápnahvíld er í ellivu ella tólv dagar og troyar fingu jarðað verndara sín á rættan hátt. Andromakka, Hekuba og Helena syrgdu hann mest.
 
'''Helenos''' Sonur Priamos og Hekubu, og tvíburður Kassandru. Tey fingu spádómsgávuna samstundis: tað var tá tey svóvu í templi Apollons og slangur numu tey um oyru og munn við tungum sínum (sí eisini Kassandru). Apollon var góður við Helenos og gav honum ein fílabeinsboga, og við honum særdi hann Akillevs í hondina. Helenos spáddi Parisi allan sorgarleikin, ið fór at verða, um hann fór ferð sína til Grikkaland at ræna Helenu. Í krígnum við Troya stríddist Helenos undir liðini á Hektori; tá Hektor var deyður, ráddi Helenos stríðandi troyunum. Menilaos særdi hann. Eftir at Paris var deyður, hamskiftist Helenos. Priamos noktaði honum Helenu og gav Deifoposi hana. Helenos tók seg aftur og fór niðan á Iðafjall. Grikski síggjarin Kalkas (1) hevði kunngjørt, at einans Helenos dugdi at avdúka, hvussu Troya kundi verða tikin. Odyssevs fangaði Helenos og noyddi hann at avdúka tríggjar treytir: sonur Akillevs, Neoptolumos, má stríðast við grikkum, grikkar mugu hava beinagrind Pelopsar um hendur, og teir mugu stjala palladiumið, ið er avmynd av Pallas Atenu, frá troyum. Tað sigst, at Helenos eisini segði, at Filoktetis mátti koma aftur til grikkar og hava bogan og ørvarnar hjá Heraklevsi við sær. Eisini sigst, at Helenos ráddi grikkum til at nýta trærossið. Fyri hesi ráð og aðrar tænastur, varð Helenos leysgivin, eftir at Troya var fallin. Ein onnur søgn sigur tó, at Helenos lat seg fanga, tí hann var illur við troyar, av tí at teir høvdu givið Deifoposi Helenu, og ikki sær; ella at hann bara fór úr Troya og til Grikkalands, setti búgv í Epiros og fekk molossar at velja seg til valdsharra.
Eftir kríggið fóru Helenos, Hekuba, Andromakka og Kassandra burtur í annað land at búsetast. Tað sigst, at Hekuba har varð gandað til eina tík, og at hon doyði. Helenos legði hana í 'tíkagrøvina'. Ein onnur søgn heldur uppá, at hann og Andromakka vórðu givin Neoptolumosi sum krígsrán.
Helenos spáddi Neoptolumosi, at hann skuldi fara heim landvegis, og soleiðis slapp Neoptolumos undan vreiði Pallasar og Posidonar og at sjólátast við meginpartinum av grikska herflotanum. Tá Orestis drap Neoptolumos, giftist Helenos einkjuni eftir hann, Andromakku. Tey fingu ein son, Sestrinos. Eisini sigst, at Neoptolumos gav Helenosi Andromakku.
Neoptolumos loyvdi Helenosi at grundleggja Butrotum og nýggja Ilium í Epiros. Helenos bygdi eisini býin Kaonia og nevndi hann hetta navn eftir bróðir sínum, ið æt Kaon. Í Eineiuni er Helenos giftur við Andromakku og tekur væl ímóti øllum landsfólki sínum, ið ferðast um Epiros, ikki minst Eineiasi, ið hann gav holl ráð, hvagar hann skuldi stevna á ferð síni.
 
'''Hermiona''' Einasta dóttir Menilaos og Helenu. Í Odusseiuni lovaði Menilaos Neoptolumosi Hermionu, meðan hann var í Troya. Tey giftust tá Neoptolumos kom aftur til Lakkudeimon. Men sambært griksku sorgarleikskaldunum hevði Menilaos áðrenn kríggið við Troya lovað Orestisi Hermionu. Men meðan kríggið var, hevði Menilaos lovað soni Akillevs hana í staðin, tí hansara hjálp var neyðug um tað skuldi eydnast at taka Troya. Orestis noyddist tí at lata Neoptolumos fáa Hermionu. Hon varð á henda hátt orsøk til agg teirra millum. Hermiona og Neoptolumos fingu eingi børn, og tá Neoptolumos fór til Delfi, antin at finna orsøkina til barnloysið, ella at biðja Apollon um viðurgjald fyri at hava dripið faðir sín Akillevs, varð hann dripin í gøtuófriði. Antin gav Orestis boð um at drepa hann, ella drap hann hann sjálvur. Ein søgn sigur, at Hermiona legði Andromakku, ið Neoptolumos hevði til hjákonu, undir at hava gandað seg, so hon eingi børn fekk, og royndi at drepa bæði hana og børn hennara, men at Pelevs vardi tey, og Hermiona flýddi til Orestis, ið antin var í Delfi ella Sparta. Orestis drap síðani Neoptolumos í Delfi. Síðani giftust Orestis og Hermiona og fingu ein son, Tisamenos (1).
 
'''Julos''' Eitt annað navn fyri Askanios. Hetta navn kom soleiðis: í bardøgunum, eftir at Eineias var horvin, stóð Askanios fyri herliðnum og bar sigur av rutulum og sameindu teirra, etruskum (sí Mezentios). Afturfyri fekk hann hjánavnið Jobum, Jolum ella Jovlum, ið er avleitt av Jupiter. Søgan um hetta navn er longu nevnt í ritinum 'Uppruna' eftir Kato. Onkuntíð verða Julos og Askanios sagdir vera tveir, og tá er Julos sonur Askanios. Eftir at faðirin doyði, rak farbróðirin Silvius, ein sonur Eineias og Laviniu, hann frá trónuni í Alba og gav honum prestastarv. (Sí eisini Afroditu.)
 
'''Krevsa'''
1. Ein áardís, ið peneiosá var ásttikin í. Hon átti Hypsevs, ið seinni gjørdist kongur lapitta, Stilbu (1), Sirenu og Dafnu. Onkuntíð er sagt, at hon eisini átti Andrevs.
2. Yngsta dóttir Erektevs og Praxiteu (1). Apollon neyðtók hana í eini holu í Akropolis í Aten, og hon átti sonin Jón. Hon legði barnið at doyggja á tí staðnum, har gudurin hevði tikið seg við voldum. Krevsa giftist Xutusi. Leingi var hon barnleys, men eftir at hon á eini pílagrímaferð til Delfi hitti son sín aftur, bar hon manni sínum Diometa (Doros) og Akeios, ið tríggjar tær mætastu griksku ættirnar eru nevndar eftir: jónar, doriar og akeiar.
Linja 51:
Virgilius heldur, at Afrodita flutti Krevsu burtur meðan Eineias fór úr býnum saman við Ankusevs og Askaniosi. Tey savnaðust við halgidómin hjá Demetur (Keris á rómverskum), og tá varnaðist Eineias, at Krevsa manglaði. Hann fór inn aftur í býin eftir henni, men tá kom skuggi hennara fyri hann og segði honum, at Krevsa nú í øllum góðum var hjá Kibelu, og spáddi honum ferðir hansara at leita eftir einum nýggjum landi. Í elstu frásøgukvæðunum eitur kona Eineias Evrydika (7)
 
'''Latinos''' Kongur aborigina og gav latínum navn. Fleiri ymsar sagnir eru um, hvussu hann kom til. Í griksku søgnini, so sum Hesiodd greiðir frá, var hann sonur Kirku og antin Odyssevs ella Telumakkos. Onkuntíð er hann sonur Heraklevs. Tá hesin ferðaðist um Italia, hevði hann eina unga gentu, Palanto, ið var av hyperboreiskari ætt (ein sagnarætt; navnið merkir 'handan norðanvindin') við sær, ið hann gav Fafnosi til konu (sí Fafnu og Bonu Deu). Tá hon giftist Fafnosi, bar hon longu barn Heraklevsar. Tað var Latinos. Virgilius heldur, at hann var sonur Fafnos og Mavrikku (eini áardís).
Tvær sagnir eru um Latinos. Í aðrari greiðist frá, at tá Eineias kom til Italia, gav Latinos honum nógv jørð frá sær, og dóttur sína, Laviniu, til konu. Men av tí, at troyar stjólu seyð frá grannum Latinosar, noyddist hann at fara upp í part við teimum og Turnosi, rutulakongi, ímóti Eineiasi og troyum. At enda vórðu bæði Latinos og Turnos dripnir. Troyar tóku Lavrolavinium, høvuðsstaðin hjá aboriginum, og Eineiast ráddi í honum. Seinni sameindust troyar og latínar og nevndu land sítt Latium eftir Latinosi.
Onnur søgnin um Latinos greiðir frá, at Eineias kom á strondina við Latium og fór beinanvegin undir at byggja ein bý. Latinos kom við herliði sínum at forða hesum. Náttina fyri stríðið skuldi verða, droymdi Latinos ein latiumskan gud, ið segði honum, at tað fór at verða til fyrimunar, um hann fekk sameint báðar partarnar. Eineias droymdi eisini sínar gudar, ið bóðu hann royna at sameina partarnar. Morgunin eftir varð semja fingin. Troyar fingu jørð frá aboriginum, og aboriginar fingu hjálp frá troyum ímóti rutulum. Eineias giftist Laviniu og nevndi bý sín Lavinium. Men hetta dámdi Turnosi einki, ið var etruski og skyldur við Amatu, konu Latinos. Latinos og Turnos doyðu í hesum kríggi, og Eineias gjørdist tí kongur aborigina, ið síðani nevndu seg latínar.
Linja 59:
Tvær keldur eru, ið greiða frá, at Latinos hvarv tá hann fór við liði sínum móti Mezentiosi kongi í Keir, og gjørdist gudurin Jupiter Latinos ella Jupiter Latiaris, ið varð tilbiðin á fjallinum við nemivatn. Latium varð hildið vera nevnt eftir hesum sagnarkenda kongi.
 
'''Lavsos'''
1. Ein sonur Mezentiosar, ið var í parti við Turnosi móti Eineiasi. Hann doyr fyri Eineiasi.
2. Ein sonur Numitor, ið doyði fyri Amuliusi.
 
'''Lavinia''' Dóttir Latinos kong og Amatu. Árenn Eineias kom til Latium, var hon trúlovað Turnosi. Pápi hennara gav troyanum hana. Til heiðurs fyri hana nevndi Eineias býin, ið hann grundlegði, Lavinium. Ein søgn sigur, at Askanios kom úr hjúnarlagi Eineiasar og Laviniu, men í Eineiuni er Askanios sonur mann hennara og longu ungur, tá Eineias kemur. Summi siga, at eftir at Eineias var deyður, átti Lavinia tí andaða kappanum sonin Silvius (sí eisini Askanios) heima hjá hirðanum Tyrrosi ella Tyrrunosi, hagar hon var flýdd. Síðani gav Askanios hálvbeiggja sínum Lavinium og fór at grundleggja Alba. Og av tí at hann doyði barnleysur, nevndi hann Silvius sum sín eftirmann.
 
'''Mezentios''' Ein etruskarakongur, ið ráddi fyri Keir og stríddist móti Eineiasi. Í elstu sagnunum sendir Turnos boð eftir honum, tá hann hevur tapt sín fyrsta bardaga móti Eineiasi og Latinosi. Turnos lovaði Mezentiosi helvtina av øllum víninum, ið tað árið varð bryggjað, bæði í Latium og í sínum egna øki. Eineias hevði lovað Jupiter tað sama; lyftið til gudin vigaði tyngri, og bæði Mezentios og Turnos vórðu dripnir.
Í søgnini eftir Kato eldra máttu Eineias eftir at hava gift seg við Laviniu og bygt býin Lavinium, saman við Latinosi berja Turnos og rutularnar niður. Í fyrsta samanbresti doyðu Turnos og Latinos. Síðani sendu rutular boð eftir Mezentiosi at hjálpa. Í øðrum bardaga veit eingin, hvør vann, uttan at Eineias hvarv. Askanios, sonur Eineias, vildi hava semju. Mezentios kravdi alt vínið, ið var bryggjað í Latium. Men Askanios lovaði Jupiter sama vínið, vann síðani lættliga og týndi etruskar og drap í bardaganum Lavsos (1), son Mezentios. Mezentios setti hareftir linari friðarkrøv, Askanios játtaði, og Mezentios var síðani verandi latínum trúgvur.
Virgilius skrivar, at fólkið rak Mezentios úr Keir, tí hann ráddi ov harðliga, og at hann fór at búgva hjá Turnosi. Hann stríddist við lið Turnosar og Lavsosar (1), men hesir báðir doyðu fyri Eineiasi.