Munurin millum rættingarnar hjá "Amnesty International"

Content deleted Content added
Nýggj síða: '''Amnesty International''' er ein heimsumfatandi mannarættindafelagsskapur, sum er grundaður á Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi frá 1948, og aðrar altjó...
 
No edit summary
Linja 1:
 
'''Amnesty International''' er ein heimsumfatandi mannarættindafelagsskapur, sum er grundaður á Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi frá [[1948]], og aðrar altjóða góðkendar samtyktir um mannarættindi. Alt byrjaði í [[1961]] tá [[Stóra Bretland|enski]] sakførarin, [[Peter Benenson]], las eina grein um tveir [[Portugal|portugisar]]. Hesir høvdu skálað fyri frælsi, og tað kostaði teimum tvey ár í fangaskapi. Hetta fekk bikari hjá [[Peter Benenson]] at flóta yvir. [[Peter Benenson|Benenson]] skrivaði tí greinina "The forgotten prisoners" í [[The Observer]]. Greinin snúði seg um, hvussu ósek fólk verða fongslað, pínd og avrættað vegna sannføring teirra.
 
[[Peter Benenson]] heitti á lesararnar um at luttaka í einum átaki "Appeal for Amnesty 1961". Endamáli var at leggja trýst á stjórnir, ið framdu brot á mannarættindi. Undirtøkan gjørdist so góð, at hetta var byrjanin til altjóða felagsskapin Amnesty International. Endamálið hjá Amnesty International er lýst í viðtøkunum, sum vóru endurskoðaðar á [[ICM]], altjóða aðalfundinum, í [[Dakar]] í [[august]] [[2001]]. [[Irene Khan]] úr [[BangladeshBangladesj]] er aðalskrivari felagsins. Á altjóða heimasíðuni hjá Amnesty finst nógv tilfar um mannarættindastøðuna kring heimin.
 
[[af:Amnestie Internasionaal]]