Munurin millum rættingarnar hjá "Katólsk kirkja í Føroyum"

Content deleted Content added
No edit summary
Efloean (kjak | íkøst)
Linja 15:
Í [[1931]] varð katólska kirkjuliðið endurreist. Tveir nýlærdir prestar, [[E. G. Boekenogen]] og [[Thomas King]], vildu fegnir átaka sær starv í [[Føroyar|Føroyum]]. Í húsi Fransiskanasystranna, ið komu til [[Føroyar|Føroya]] sama árið, varð ein lítil kirkja vígd tann [[23. mai]] [[1931]]. Millium tey fyrstu, ið leitaðu til [[Kirkja|kirkjuna]], vóru nøkur gomul, sum í barnaárunum komu í kirkju hjá Bauer presti.
 
Skjótt var [[kirkja]]n í Bringsnagøtu ov lítil, og saman við tí nýggja skúlanum, [[Sankta Frants skúli|Sankta Frants skúla]], sum Fransiskanasystrarnar lótu byggja eftir tekning hjá [[H. C. W. Tórgarð]], arkitekti, varð eisini bygd ein vøkur [[kirkja]], ið var vígd [[19. desember]] [[1933]].
 
Mariukirkjan, sum nú er, varð vígd tann [[30. august]] [[1987]]. Fyrra Mariukirkjan var bygd upp í Sankta Frants skúlan við Varðagøtu. Í hesi [[Kirkja|kirkjuni]] kemur kirkjuliðið saman at halda messu, og her birtir alt upp undir bøn og kvirru. Urtagarður er um [[Kirkja|kirkjuna]], og her vaksa alskyns urtir; summar stava frá londum á sunnaru hálvu, ið hava somu gróðrarlíkindi sum her á landi. Ein mynd um, at Mariukirkjan hoyrir upp í alheims katólska felagsskapin.