Munurin millum rættingarnar hjá "Albert II fúrsti av Monako"

Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|250px|Albert II fúrsti av Monaco og Jørgen Niclasen uttanríkisráðharri. '''Albert II''' (føddur ''Albert Alexandre Louis Pierre Grimaldi''...
 
No edit summary
Linja 2:
'''Albert II''' (føddur ''Albert Alexandre Louis Pierre Grimaldi'' [[14. mars]] [[1958]] í [[Monako]]) er sonur [[Rainier fúrsta av Monako]] og fúrstinnu [[Grace Kelly]], ið var [[USA|amerikansk]] filmssjónleikari, áðrenn hon giftist. Albert II, ið er ógiftur, er 51 ára gamal. Hann tók við sum fúrsti av [[Monako]] eftir faðir sín [[6. apríl]] [[2005]], tá hesin doyði. Hann hevur tvær systrar, [[Caroline prinsessa]], ið er eitt ár eldri enn hann, og so [[Stephanie prinsessa]], sum er sjey ár yngri enn hann.
 
Albert II fúrsti av Monako, sum gjørdist fúrsti tann [[6. apríl]] í [[2005]], kom til [[Føroyar]] [[21. juli]] [[2009]]. Leiðin av [[Vága Floghavn|flogvøllinum]] var løgd beinleiðis til [[Sandavágur|Sandavágs]], har fúrstin vitjaði í elstu húsunum í [[Sandavágur|Sandavági]] (Húsini hjá [[Niels Jacob]]), sum [[Bjørn Kunoy]] nú eigur. [[Jørgen Niclasen]], uttanríkisráðharri og [[Albert Ellefsen]], borgarstjóri í [[Vága kommuna|Vága Kommunu]], heilsaðu uppá fúrstan. [[Vága Kommunakommuna]] gav honum eina troyggju í gávu, troyggjan er gjørd hjá [[Guðrun og Guðrun]]. Albert II fúrsti av Monako heilsaði uppá fólk í [[Sandavágur|Sandavági]], sum vóru komin at síggja fúrstan. Tá ið klokkan var farin væl av 8, fór Albert II fúrsti av Monako umborð á [[Norðlýsið]], sum lá á [[Sandavágur|Sandavági]]. [[Norðlýsið]] setti kós móti [[Trøllkonufinguri]] og haðani undir [[Hestoy]]nna.
 
[[Bólkur:Monako]]