Munurin millum rættingarnar hjá "200 (rokkbólkur)"

Content deleted Content added
Tosjjo (kjak | íkøst)
sNo edit summary
No edit summary
Linja 2:
 
 
Sangirnir hjá 200 eru allir á [[Føroyskt (mál)|føroyskum]] og eru merktir av skemti og sjálvsironi. Sangurin "[[Muscleman Blað]]", sum var ovast á [[Føroyar|føroyska]] hitlistanum í fleiri [[Vika|vikur]], snúði seg um [[Samkynd|homoseksuelitet]], og her talaði bólkurin at ágangi ímóti teimum [[Samkynd|samkyntu]]. Bólkurin kom fram á almenna pallin í ár [[2001]] í kappingini "[[Prix Føroyar]]" og gjørdist kendir bæði í [[Føroyar|Føroyum]] og [[Ísland]]i eftir hetta. Á [[Ólavsøka|Ólavsøku]] [[2005]] hevði [[Norðurlandahúsið]], í teirra ólavsøkuframsýning, eitt 2,9 metur høgt roterandi [[papmaché]] listaverk, sum var ein fuckfokk you fingur, og 200 brúkti hetta listaverk sum dekoratión á teirra palli á konsertum. Listaverkið kann síggjast [http://www.rethinking-nordic-colonialism.org/files/imagesc/act3/200.Image-2L.jpg her].
 
 
== Konspiratión ==
 
Eftir framførsluna á [[G! Festival|G! Festivalinum]] í 2005 við [[papmasché]] fokk jú fingrinum, var ein mynd at síggja á [[Nym.fo]], sum er ein føroysk [[dagdvølja]] á netinum við skemti og øðrum, sum vísti 200 á Gøtusandi og eina náttúru mynd frá Mykinesi. Mykines myndin vísti ein stóran klett, sum lættliga kundi líkst einum fokk jú fingri. Hugsast kann, at tað var har frá, at Niels og hinir báðir limirnir í bólkinum fingu íblástur til at gera ein stóran fokk jú fingur. Umrødda myndin kann síggjast [http://c3.ac-images.myspacecdn.com/images01/106/l_78e7f352bfa9b10c63303b796fea1736.jpg her]
 
== Útgávur ==