Munurin millum rættingarnar hjá "Bris"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Pancreas model front.jpg|thumb|Brisið og tilhoyrandi gøgn. Frá vinstru eru [[tólvfingurtarmurin]], [[Wirsung kanalin]] (í brisinum) og [[milt|miltið]].]]
'''Brisið''', ofta kallað '''búkspýttkertilin''', (''pancreas'' á latíni) er eitt kertilgagn í sodningarleiðini í tí [[endokrina skipanin|endokrinu skipanini]] hjá ryggdjórum. Brisið hevur bæði eina [[eksokrina skipanin|eksokrina skipan]] (hon letur frá sær brissevju, sum inniheldur [[kveiki|kveikar]] til sodningina) og eina endokrina skipan (hon ger nøkur umráðandi [[hormon]], sum t.d. [[insulin]], [[glukagon]] og [[somatostatin]]). Brisið er uml. 15 cm langt og liggur undir [[magi|magasekkinum]], tætt umfavna av tólvfingurtarminum har tað hevur útbragd í, saman við [[gallbløðruni]].
 
== Funktión ==
Linja 15:
 
=== Bris ígerð ===
(''Pancreatitis'' á enskum). Tað eru tvey sløg av [[ígerð|ígerðum]], ein kann fáa í brisið, bæði hava ymisk sjúkueyðkenni, og bæði tørva ymiska viðgerð:
 
*Akutt ígerð (''acute pancreatitis'') er ein ígerð, sum kemur sera skjótt, og er ofta úrslitið av alkoholismu ella gallsteini.
*Kronisk ígerð (''chronic pancreatitis'') er ein langvarandi ígerð í brisinum.
 
=== Diabetes mellitus ===
Linja 24:
 
=== Eksokrint bris trot ===
(''Exocrine pancreatic insufficiency'', ella ''EPI'' á enskum). Hetta er tá brisið ikki klárar at gera nokk av sodningarkveikum, so sodningin verður ófulgjørd. Fólk við EPI hava ofta [[systisk fibrosa|systiska fibrosu]] ([[''cystic fibrosis]]'' á enskum) ella [[Shwachman-Diamond Syndrom]]. EPI kemur av at tað er eitt vaksandi tap av kyknunum sum gera sodningarkveikar. Kronisk ígerð er tann mest vanliga orsøkin av EPI hjá fólkum. Tapið av sodningarkveikum ger at ein manglarfer at mangla føðsluevni.
 
=== Systisk fibrosa ===
(''Cystic fibrosis'', ella ''CF'' á enskum) er ein arvalig sjúka, sum ávirkar allan kroppin, og førir við sær vaksandi avlamni og ov skjótan deyða. CF kemur av, at ein [[mutatión]] er í ''cystic fibrosis transmembrane conductance regulator'' (''CFTR'') [[gen|geninum]]. Úrdrátturin av hesin geninum hjálpir við at gera [[sveitti|sveitta]], sodningarevni og slím. Tey flestu fólkini uttan CF hava tvey virkandi kopi av geninum, men bert eitt er neyðugt, fyri ikki at fáa CF; tí er CF ein [[autosomal recessiveresessiv]] (''autosomal recessive'' á enskum) sjúka. Navnið "''cystic fibrosis''" kemur av at ein fær "''fibrosis''" (arrvevnaður) og "''cysts''" (bløðrir) innaní brisinum. CF ger varandi skaða í brisið, og ein kann eisini fáa pínifulla ígerð í tað.
 
== Kelda ==