Munurin millum rættingarnar hjá "Bris"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Pancreas model front.jpg|thumb|Brisið og tilhoyrandi gøgn. Frá vinstru eru [[tólvfingurtarmurin]], [[Wirsung kanalin]] (í brisinum) og [[milt|miltið]].]]
'''Brisið''', ofta kallað búkspýttkertilin, (pancreas á latíni) er eitt kertil gagnkertilgagn í sodningarleiðini í tí [[endokrina skipanin|endokrinu]] skipanini]] hjá ryggdjórum. Brisið hevur bæði eina [[eksokrina]] skipanin|eksokrina skipan]] (hon letur frá sær brissevju, sum inniheldur [[kveiki|kveikar]] til sodningina) og eina endokrina skipan (hon ger nøkur umráðandi [[hormon]], sum t.d. [[insulin]], [[glukagon]] og [[somatostatin]]). Brisið er uml. 15 cm langt og liggur undir [[magi|magasekkinum]], tætt umfavna av tólvfingurtarminum har tað hevur útbragd í, saman við [[gallbløðruni]].
 
== Funktión ==
Brisið hevur í stóran mun bert tvær funktiónir í kroppinum; 99% av brisinum ger sodningarkveikar og brissevju, sum ferfara út í tólvfingurtarmin ígjøgnum wirsung kanalina. Brissevjan saman við [[gall|gallinum]] frá [[livur|livrini]] niðurbróta feittevnir, sukurevnir og [[protein|proteinir]], sum koma frá magasekkinum. Hetta ger at tarmurin betri kann upptaka hesi evnini. Brissevjan er eisini ein [[lútur]], sum órinar [[sýra|sýruna]] frá magasekkinum.
 
Tað síðsta prosentið av brisinum er hormonframleiðandi vevnaður. Hesin vevnaður er í smáum oyggjum, sum verða kallaðar tær [[Langerhanskar oyggjar|Langerhansku oyggjarnar]]. Hesar kyknirnar framleiða hormonir sum regulera [[blóðsukur|blóðsukri]] í kroppinum. Tey mest umráðandi hormonini sum brisið ger er insulin og glukagon. Insulinið, sum verður gjørt í [[β-kykna|β-kyknunum]] (beta-kykna), økir um sukurupptøkuna í ymsum kyknum; hjá t.d. [[vøddi|vøddakyknum]] tá ein íðkar ítrótt ella líknandi, og hjá livurkyknum har glukosan (eitt sukurevni) verður goymd sum [[glykogen]] í smáum goymslurúmum. Insulin tarnar samtíðis eisini útlátið av tilverandi goymslum av glykogeni. Insulin hevur eisini eina uppbyggjandi ávirkan á ymisk protein, og eina tarnandi ávirkan á niðurbrótingina av feitti og proteinum. Í stuttum tekur insulinið glukosu úr blóðinum og inn í kyknirnar, og av tí sama minkar konsentratiónin av glukosu í blóðinum (blóðsukri fellur). Hitt hormini, glukagon, sum verður gjørt í [[α-kykna|α-kyknunum]] (alfa-kykna) hevur uppá nógvar háttir øvuta ávirkan enn insulin, av tí at tað fær blóðsukri at hækka. Tað stimulerar livrina at frígeva glykogen goymslunar; glykogeni verður síðani aftur umgjørt til glukosu. Síðani stimulerar glukagon eisini útlátið av insulini, fyri at fáa kyknirnarkykninar í kroppinum at taka ímóti eitt sindur av glukosuni, ið tí hækkandi blóðsukrinum.
 
Sukur ([[glukosa]]) er tann mest umráðandi orkukeldan hjá kroppinum, og tað er umráðandi at tað liggur innanfyri eitt vist øki, sum er uml. 4 - 6 [[mmol]]/L. Hetta er so tí t.d. [[heilin]] kann bert nýta glukosu sum eina orkukeldu, og ikki t.d. [[feitt]]. Um blóðsukri fellur ov langt niður kann ein fella í [[koma]] og fáa [[krampar]].