Munurin millum rættingarnar hjá "Nøtrisøga"

Content deleted Content added
Nýggj síða: '''Nøtrisøga''', '''nøtrari'''. (en.: ''Gothic novel'', ''thriller'', da.: ''gyser''). Skaldsøga, sum strembar eftir at hugtaka lesaran vi...
 
LaaknorBot (kjak | íkøst)
s bottur broytur: en:Thriller (genre)
Linja 1:
 
'''Nøtrisøga''', '''nøtrari'''. ([[Enskt (mál)|en.]]: ''Gothic novel'', ''thriller'', [[Danskt (mál)|da.]]: ''gyser''). [[Skaldsøga]], sum strembar eftir at hugtaka lesaran við at fáa hann at nøtra av óhugna og spenningi. N. umskarast við aðrar spenningssøgur, t.d. krimi. Byrjanin til n. verður ofta sagdur at vera skaldsøgan ''[[The Castle of Otranto]]'' ([[1764]]) eftir [[Ongland|onglendingin]] [[Horace Walpole]]. N. var ein sterk hevd í [[Ongland]]i gjøgnum [[18. øld|18.]] og [[19. øld]] við kendum høvundum sum [[Mary Shelley]] ([[Frankenstein]] [[1818]]) og [[B. Stoker]] ([[Dracula]] [[1897]]) og í [[USA|Amerika]] [[E.A. Poe]] ([[1809]]-[[1849|49]]). N. vaks fram í [[upplýsingartíðin]]i, tá ið tá ið skynsemi og vísindalig hugsan settust í hásæti. Móti hesum ráðandi rákinum gjørdust n. ein andgerð, sum gav lesarunum høvi til at válka seær í "óvísindaligum" kenslum og óskynsemi. N. er staðsett á markinum millum tað veruleikakenda, realistiska og tað fantastiska. Persónarnir eru í høvuðsheitum staddir í einum veruligum heimi, men knappliga stingur tann yvirnatúrliga hóttanin, skrímslið, seg upp, veruleikin upploysist og kann henda. Í eldri n. vóru harðskapur og kynslív høvuðsevni, ítøkiliggjørd í skrímslinum. Í dag eru nógvir undirbókar av n., tað sum skapar nøtranina, óhugnan kann vera eitt skrímsl ættað frá fólkatrúnni, t.d. [[varúlvur]], [[vampýrur]] ella [[spøkilsi]]; tað kann eisini vera eitt skrímsl av vísindaligum og tøkniligum slag í n., sum viðhvørt eru framtíðarsøgur við tólmennum við (ó)menniskjansligum eginleikum ella menniskjum við tólmenniseginleikum. Í dag hevur seksualitetur ikki eins stóran týdning í n., tí tey kynsiligu forboðini eru nógv linkað; nú er harafturímóti kynsligur samleiki eitt stórt evni og somuleiðis kroppurin og tær hóttanir, sum hann og harvið persónurin kann vera fyri. N. er eitt stórt øki innan [[Filmur|film]], víðagitnir [[Filmur|filmar]] eru gjørdir av n. Sostatt gjørdi [[Hitchcock]] "Fuglarnar", stuttsøgu eftir [[Daphne du Mauriers]], til [[Filmur|film]] við sama navni ([[1963]]). Nøtribókmentir er eitt blómandi tekstslag í okkara tíð, bæði sum dygdarbókmentir og lætisoppar ella dagdvøljubókmentir. Ein nýggjari undirbólkur er n. fyri tanáringar; hesin aldursbólkurin er fyri er fyri bráðum likamligum og sálarligum broytingum, sum elva til óvissu og óskilvísan ótta og skapa gróðrarbotn fyri søgum serstakari handfaring av óhugna og spenningi. Ræðusøgur fyri børn hava langar røtur í skaldskapi av manna munni. Eitt [[Føroyar|føroyskt]] savn við n. fyri ungfólk er [[Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur]] [[2006]].
 
== Kelda ==
 
* [[S. Freud]]: Das unheimliche (Studienausgabe X. bd.), [[1969]].
 
[[an:Zine d'intriga]]
[[ar:إثارة (نوع)]]
[[an:Zine d'intriga]]
[[ca:Thriller]]
[[cs:Thriller]]
[[da:Thriller]]
[[de:Thriller]]
[[en:Thriller (genre)]]
[[es:Thriller (género)]]
[[et:Thriller]]
[[fi:Trilleri]]
[[es:Thriller (género)]]
[[fr:Thriller (genre)]]
[[he:מותחן (קולנוע)]]
[[ko:스릴러]]
[[hr:Triler]]
[[hu:Thriller (műfaj)]]
[[id:Thriller]]
[[it:Film thriller]]
[[ja:スリラー映画]]
[[he:מותחן (קולנוע)]]
[[ko:스릴러]]
[[lt:Trileris]]
[[hu:Thriller (műfaj)]]
[[nl:Thriller (genre)]]
[[ja:スリラー映画]]
[[no:Thriller]]
[[pl:Dreszczowiec]]
[[ro:Thriller (gen)]]
[[ru:Триллер]]
[[fi:Trilleri]]
[[sv:Thriller (genre)]]
[[uk:Трилер]]