Munurin millum rættingarnar hjá "Mýta"

Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|200px '''Mýta'''. Gudasøgn (en. ''myth'', da. myte úr gr. ''mythos'', "søga"). G...
 
No edit summary
Linja 2:
'''Mýta'''. Gudasøgn ([[Enskt (mál)|en.]] ''myth'', [[Danskt (mál)|da.]] myte úr [[Grikskt (mál)|gr.]] ''mythos'', "søga"). Gudasøgn. [[Søga]] um, hvussu heimurin ella partar av honum vórðu skaptir í forsøguligari tíð av yvirnatúrligum máttum. M. er sostatt eitt slag av frágreiðingum um náttúrufyribrigdi, men eisini staðfesting av samfelagsligum vanum og siðum; tær hava størsta ávirkan í sonevndum frumkendum samfeløgum, har sum nýtíðar tøkni og vísindi ikki eru komin framat.
 
[[Orð]]i [[gudafrøði]] ([[Danskt (mál)|da.]] ''mytologi'') verður brúkt bæði um m. hjá einum fólki ella í einum tíðarskeiði, og um ta frøðigreinina sum granskar tær. M. hava stóran leiklut í [[Bókmentir|bókmentum]]. Nevnast kunnu [[kvæði]] [[Hamers]]; forngrikskar m. eru somuleiðis uppistøðan í [[Grikkaland|griksku]] harmleikunum, og tær hava ríkað vesturlendskar [[bókmentir]] til henda dag. Gudakvæði millum eddukvæði eru umframt [[Snorra-Eddu]] týdningarmestu heimildirnar um [[Norrønt|norrønar]] m., hóast tær ikki eru uppskrivaðar fyrr enn í [[Kristindómur|kristnari]] tíð; hesar m. hildu fram at liva í kenningum í dróttkvæðum, tær hómast í summum hetjukvæðum og øðrum fornum [[Norrønt|norrønum]] [[Bókmentir|bókmentum]]. Aðrar m. enn [[Kristindómur|kristnar]] høvdu ilt við seg í [[Evropa]] í miðøldini, til endurreisnin fór at leita aftur til [[Grikkaland|grikskar]] m. Seinni vaktu slóðbrótarar hjá [[Romantikkur|romantikkinum]] áhuga fyri [[keltiskari]] og [[Norrønt|norrønari]] gudafrøði (í [[Danmark]] [[Oehlenschläger]] og [[Grundtvig]]). Uppaftur aðrir høvundar skaptu sínar egnu m.
 
[[Freud]] hevði stóran áhuga fyri m. sum heimildum um, hvat formar menniskjasálina, t.d. søgnini um [[Ødipus]], og lærusveinur hansara [[C.C. Jung]] kannaði líkar m. úr ymiskum mentanarøkjum og raktu tær til "felags dulvitið" hjá mannaættini, har hann fann felags menniskjaligar hugmyndir (arketýpur, sálarfrøðilig bókmentagransking). [[Frakland|Franski]] mannfrøðingurin og strukturalisturin [[Lévi-Strauss]] hevur havt ávirkan á bókmentafrøði við sínum kanningum av m. hjá frumkendum fólkasløgum. Hann kannaði, hvussu struktururin í m. er samansettur ac mótsetningum (t.d. "lív og deyði"), og hvussu hesin djúpstruktururin sæst aftur undir ymiskum yvirflatustrukturi í m. hjá ólíkastu samfeløgum; tann ólíka yvirflatustrukturin setti hann í samband við munin millum tey ymisku samfelagssniðini; hann metti, at m. eru ein ótilvitaður háttur hjá menniskjum at loysa lívsgátur og rættvísgera samfelagsreglur. Hansara ástøði um, at ”mýtur hugsa í menniskjum” er ein hornasteinur í strukturalismuni.