Munurin millum rættingarnar hjá "Pingvin"

Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|220px|Pingvin. '''Pingvin''' (lat. ''Pingvinus sp.''; da. ''Pingvin'') er ikki so ólík [[Gorfuglur|gorf...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 30. jun 2009 kl. 23:43

Pingvin (lat. Pingvinus sp.; da. Pingvin) er ikki so ólík gorfugli í útsjónd. Nógv eru sløgini, størri og smærri, men øll eru tey minni enn gorfuglur. Fjaðrarnar eru avbara stuttar, eisini á veingjunum, so teir eru heilt ónýttir til at flúgva við, meira líkir bøkslum enn veingjum. Tær liva í meingi suðuri í kaldasta Íshavinum. Mest halda tær seg á sjónum, men fara stundum upp á ísin at spáka. Flestu av teimum hava ikki sæð fólk, og koma skipsmenn á land, so fara tær tætt til teirra at forvitnast. Taka teir tá í veingin á teimum, lata tær seg vinaliga leiða. Ungarnir eru lættir at ala, teir verða sera alsknir, og summir elta eigarmannin sum hundar.

Pingvin.

Keldur