Munurin millum rættingarnar hjá "200 (rokkbólkur)"

Content deleted Content added
Tosjjo (kjak | íkøst)
No edit summary
Tosjjo (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
'''200''' ('''Tveyhundrað''') er ein [[Føroyar|føroyskur]] rokk og punkbólkur. Navnið kemur av tí at limirnir í bólkinum eru 200 % fyri loysing. Bólkurin var stovnaður í 1996 tá ein samlingsfløga "Rock í Føroyum 2" av ymiskum tónleiki í Føroyum skuldi innspælast. Limirnir í bólkinum eru; sang og gittar [[Niels Arge Galán]], bass [[Mikael Blak]], sum eisini spælur í [[Norðurlond|norðurlendska]] bólkinum [[Yggdrasil]] og trummur [[Uni Árting]]. Áðrenn spældu teir allir í einum øðrum bólki sum æt "Mold". Men tá bólkurin "Mold" var upploystir, valdu Niels Arge Galán, Mikael Blak og Unr Árting at satsa uppá bólkin "200". Sangirnir hjá 200 eru allir á [[Føroyskt (mál)|føroyskum]] og eru merktir av skemti og sjálvsironi. Sangurin "[[Muscleman Blað]]", sum var ovast á [[Føroyar|føroyskan]] hitlistanum í fleiri [[Vika|vikur]], snúði seg um [[Samkynd|homoseksuelitet]], og her talaði bólkurin at ágangi ímóti teimum [[Samkynd|samkyntu]]. Bólkurin kom fram á almenna pallin í ár [[2001]] í kappingini "[[Prix Føroyar]]" og gjørdist kendir bæði í [[Føroyar|Føroyum]] og [[Ísland]]i eftir hetta.
 
== Útgávur ==