Munurin millum rættingarnar hjá "Trygd"

Content deleted Content added
Jakupa (kjak | íkøst)
Nýggj síða: '''Trygd''' ella '''Trygd P/F''' er elsta og næststørsta skaðatryggingarfelag í Føroyum. Trygd varð stovnað í 1932 og teknaði tryggingar fram til 1940, tá ið kunngerð kom …
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 12. mai 2009 kl. 19:00

Trygd ella Trygd P/F er elsta og næststørsta skaðatryggingarfelag í Føroyum. Trygd varð stovnað í 1932 og teknaði tryggingar fram til 1940, tá ið kunngerð kom í gildi, sum forðaði Trygd fyri at tekna nýggjar tryggingar. Tryggingarnar hjá Trygd vórðu eftir hetta umsitnar av Tryggingarsambandi Føroya. Einkarrætturin innan tryggingarøkið var tikin úr gildi í 1997. Í februar 1998 fór Trygd aftur undir at tekna tryggingar í Føroyum, sum varð endurreist av Føroya Banka. Føroya Banki eigur framvegis partapeningin í Trygd. Trygd teknar flest allar vanligar skaðatryggingar, tó ikki trygging til størri skip. Stjóri í Trygd er Jean Djurhuus.

Útvortis slóð