Munurin millum rættingarnar hjá "Tryggingarfelagið Føroyar"

Content deleted Content added
No edit summary
Jakupa (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
'''Tryggingarfelagið Føroyar''' ella '''TF''' er felag, ið rekur tryggingarvirksemi í [[Føroyar|Føroyum]]. Ofta millum manna kallað "Tryggingin". Forstjóri í felagnum er [[Gunnar í Liða]]. Í dag starvast umleið 110 fólk á TF. Høvðusskrivstovan hjá felagnum er á [[Kongabrún]]ni í [[Tórshavn|Havn]]. Umframt høvuðsskrivstovuna hevur TF deildir í Sandavági, Saltangará, Klaksvík, Vági og á Tvøroyri.
 
'''Tryggingarfelagið Føroyar''' ella '''TF''' er felag, ið rekur tryggingarvirksemi í [[Føroyar|Føroyum]]. Ofta millum manna kallað "Tryggingin". Forstjóri í felagnum er [[Gunnar í Liða]]. Í dag starvast umleið 110 fólk á TF. Høvðusskrivstovan hjá felagnum er á [[Kongabrún]]ni í [[Tórshavn|Havn]].
 
== Søga ==
 
Tryggingarfelagið Føroyar (TF) varð stovnað í [[1940]] og kallaðist tá [[Tryggingarsambandið Føroyar]]. Áðrenn [[1940]] vóru tað serliga [[Danmark|donsk]] tryggingarfeløg og onnur tryggingarumboð uttanlands, ið høvdu tryggingar í [[Føroyar|Føroyum]]. Sambandið við hesa partar varð kvett við byrjan av [[Seinni heimsbardagi|seinna heimsbardaga]] og førdi tað til, at Tryggingarsambandið Føroyar varð sett á stovn. Hetta hendi við eini bráðfeingis kunngerð frá [[17. juni]] [[1940]] og fór at virka [[1. juli]] [[1940]]. Tryggingarsambandið varð skipað sum eitt sínámillum tryggingarsamtak, ið fekk einkarrætt til trygging av [[Føroyar|føroyskum]] ognum ella øðrum virðum, tó lívstrygging undantikin. Feløgini [[Føroya Vanlukkutrygging]], [[Føroya Brunatrygging]] og [[Krígstryggingin fyri føroysk fiskifør]] vóru tikin við í "nýggja" samtakið. Tó vóru onnur feløg, ið fingust við tryggingarvirksemi (t.d. [[Føroya Samvirkandi Sjótryggingarfelag]], [[Suderø gensidige Forsikringsforening for Motor både til Fiskeribrug]] og [[P/f Trygd]]), ið ikki fingu loyvi at tekna nýggjar tryggingar aftan á [[1. januar]] [[1943]].
 
Í [[1997]] varð einkarrætturin hjá Tryggingarsambandinum at tekna tryggingar avtikin. Hetta hevði við sær, at Tryggingarsambandið skuldi kappast við onnur tryggingarfeløg. Framvegis var ikki loyvi hjá útlendskum tryggingarfeløgum at tekna tryggingar í [[Føroyar|Føroyum]].
 
Í [[1998]] valdu deildirnar í Tryggingarsambandinum at leggja saman í eitt sínámillum felag. Felagið skifti tí navn í til Tryggingarfelagið Føroyar S/F.
 
[[1. juli]] [[2003]] varð bygnaðurin aftur broyttur, soleiðis at sínámillumfelagið Tryggingarfelagið Føroyar varð broytt til eitt samtak. Tryggingarvirksemið varð skilt út í partafelagið Tryggingarfelagið Føroyar P/F, ið er eitt dótturfelag hjá [[TF Holding]] P/F.
 
Í 2007 stovnaði TF eitt pensjóns- og lívstryggingarfelag, ið verður nevnt [[Betri pensjón]].
 
== Slóðir úteftir ==