Munurin millum rættingarnar hjá "Teitur Lassen"

Content deleted Content added
Arne List (kjak | íkøst)
s føðingardagur
No edit summary
Linja 17:
== Ritverkið hjá Teiti ==
 
Teitur Lassen hevur givið 45 fløgur út, og tann 5. kemur í februar. Av tí, at Teitur longu var kendur millum føroyingar sum forsangarin í [[Mark No Limitz]], slapp hann undan at markera seg av nýggjum. Hetta gjørdi bara, at fleiri fólk keyptu fløguna “[[Sólin og regnið]]”. Fólk vóru als ikki bergtikin av fløguni. Tey hildu, at hon var einkisigandi. Tó eru tað nógv, ið halda, at “[[Sólin og regnið]]” er besta fløgan hjá Teiti. Hon er ikki marknaðarførd á sama hátt sum hansara nýggjaru fløgur, og lættari er at kenna seg aftur í tekstunum í teimum sangunum. Sangirnir vóru skrivaðir samanhangandi á sumri 2002, tá Teitur var heima í summarfrí. Teitur heldur sjálvur, at hetta ikki er ein rættilig Teitur-fløga. Fyrsta Teitur-fløgan kom út í 2003 og var nevnd “[[Poetry and Aeroplanes]]”. “[[Poetry and Aeroplanes]]” varð væl móttikin av flestu ummælarum og lurtarum. Hendan fløgan var tann, ið var grundvøllurin hjá Teiti í altjóða høpi. Fløgan var sera væl seld í Amerika. “[[Poetry and Aeroplanes]]” var sera væl marknaðarførd, og Teitur spældi nógvar konsertir í samband við útgávuna.
Onnur Teitur-fløgan varð nevnd “[[Stay under the Stars]]” og varð givin út í 2005. Her heldur Teitur áfram við sínum søgum um lívið, heimin og kærleika. Fløgan var á top-10 listum í [[Danmark]], og Teitur var biðin at spæla á fleiri festivalum í Evropa. Sjálvt um »Stay Under the Stars« hevur selt betur í Evropa enn “[[Poetry and Aeroplanes]]”, so er søgan júst tann øvugta í [[USA]], ið annars hevur verið kjarnumarknaðurin hjá Teiti.
 
Linja 38:
 
Hóast “[[Káta Hornið]]” ikki verður mett sum tann mest lurtara- ella útvarpsvinarliga Teitur-útgávan, verður sagt, at hon er tann tónlistarliga sterkasta útgávan, Teitur higartil hevur latið úr hondum. Ein heit, livandi og ótrúliga væl samanskrúvað fløga, ið hevur nógv á hjarta og bara veksur við hvørjari gjøgnumspæling.
Spennandi verður at hoyra “[[The Singer]]”, og um hon kann liva upp til undanfarnu fløgurnar.
 
<br />Sólin og regnið 2002<br />
Line 47 ⟶ 46:
 
Teitur tekur vanligar býarmyndir og brúkar tær til at seta eitt huglag. Myndirnar eru sera sigandi og lættar at skilja. Tær tosa líka nógv til undirvitskuna sum til vitskuna.
Eg havi valt hesar tríggjar yrkingarnar, tí eg haldi, at tær vísa teir ymisku stílarnir, sum sangirnir hjá Teiti eru uppbygdir eftir. Hann hevur sínar kærleikssangir (“[[All My Mistakes]]”), sínar fólkasangir (“[[Louis, Louis]]”), sínar uppreistrarsangir (“[[Útisetin]]”) og sínar huglag-sangir (“[[Tokspor]]”). Allir sangirnir eru líka sigandi og tala til mín. Tað er sjáldan, at man hevur ein sangara/sangskrivara, ið dugur at skriva so ymiskar sangir.
 
 
== 4 so at siga tilvildarligar yrkingar ==
 
== ''Louis, Louis'' ==
 
Sangurin “[[Louis, Louis]]” er at finna á fløguni “[[Stay under the Stars]]” og var fyrsta hitt’ið á fløguni.
Sangurin er vígdur til [[Louis Armstrong]], mæta amerikanska jazz-trompetistin, komponistin og sangaran, ið verður sæddur sum ein legenda í dag. [[Louis Armstrong]] var ein sera nógv umhildin maður, og tónleikurin hjá honum var væl umtóktur. Teitur heitir á Louis um at koma aftur til ''“the quiet generation”'' . Hetta ættarliðið hevur ikki sett sítt mark í sama mun sum tey eldru ættarliðini.
Tá [[Louis Armstrong]] var frammi, skrivaði hann sangir sum t.d. “[[What a Wonderful World]]”, ið er ein ótrúligur hásongur til lívið, ljósið og okkara undurfulla heim. Slíkir sangir vóru feel-good sangir, ið vóru “easy-listening”. “Easy listening” vil siga, at man ikki noyðist at tulka sangin og tekstin fyri at skilja hann. Tónleikaheimurin var á einum heilt øðrum støði enn hann er í dag. Tónleikur var nakað man spældi, tí man dugdi og tímdi at spæla tónleik. Man legði hjarta og sál í tónleikin hjá sær. Í dag er nógvur tónleikur ein pengamaskina. Alt er um marknaðarføring og at vinna pening. ''“Theres no one with the right agenda”'' – næstan eingin ger tónleik við rætta endamálinum. Tey fáu gera tónleik, tí tey brenna fyri tí. Vit hava einki umboð, ið vísir okkum rætta andlitið innan tónleik – í dag er andlitið smurt við einum tjúkkum lagi av sminku og [[playback]]. Hjarta og sál eru ikki at hoyra í tónleikinum í dag. Innihaldið í songunum er mestsum tað sama. Tað eru tónleikarar, ið gera tónleik við hjarta og sál, men tað eru ikki teir, ið dominera á topp-listunum kring heimin. Tað er lættari at marknaðarføra eina sexuta blondinu, hvørs tónleikur er innihaldsleys meturvøra, ið ger, at man ikki noyðist at lurta sera væl eftir einum sangi fyri at fata hann. Tó skal leggjast aftrat, at tað er vamlisligt bert at hava antin róma ella lagkøkubotn. Perfekta javnvágin er ein lekkur lagkøka.
Tátíðarinnar stjørnur dugdu at gera ein sang, ið bæði var “easy-listening” og sera sigandi. Teitur sigur, at vit hava tørv á dugnaligum sangarum at vísa okkum, hvat veruligur tónleikur er. Rætt og slætt tónleikur – ikki eitt heilt show hvørja ferð vit trýsta á play ''“Louis, Louis all we want is music”'' .
Vit hava brúk fyri einum hægri støði innan tónleik – fólk mugu læra at lurta eftir tónleikinum og vera kritisk. Ikki lata seg snýta av marknaðarføringini. ''“the stage is aching for one”'' – Okkum tørvar eina veruliga stjørnu ella sangara, ið røkkur út til fólk við einum ektaðum boðskapi.
 
== ''Tokspor'' ==
 
“[[Tokspor]]” er av fløguni “[[Káta Hornið]]”.
“[[Tokspor]]” snýr seg um stórbýin í mun til [[Tórshavn|Havnina]]. [[Tórshavn|Havnin]] er minsti høvuðsstaður í heiminum, og í mun til ein stórbý kann [[Tórshavn|Havnin]] virka eitt sindur gimmut. Sangurin viðger [[Tórshavn|Havnina]] í mun til ein stórbý – stórbýir mennast alla tíðina. Netverkið víðkast og samskiftismøguleikarnir mennast. Stórbýurin er ein livandi vera, har alt kann henda ''“Har streymurin ferðast sum eiturkoppaspinn”'' Tað er okkurt friðleyst elektriskt yvir stórbýnum. Eingin sleppur undan – tað er pulsurin í býnum. Havnin er ikki ment á sama hátt sum býir vanliga mennast. [[Tórshavn|Havnin]] er jú í veruleikanum “ein lítil bygd”, ið Teitur sjálvur sigur í sanginum hjá sær “[[Havnin er ein lítil bygd]]”, eisini av fløguni “[[Káta Hornið]]”. Í Havn er einki at ivast í. Man dugur ''“(...) fuglanna song frammanundan”'' og hevur ikki tørv á leiðbeining. Her kennir man seg heima. Tá man situr í einum toki, fær man ikki rættiliga strekt beinini hjá sær, men tá man kemur til [[Tórshavn|Havnar]], fær man strekt beinini hjá sær. Á ein hátt hevur man minni rúm sum einstaklingur í stórbýnum í mun til í [[Tórshavn|Havn]] . Í [[Tórshavn|Havnini]] ber til at ''“(...) strekkja síni troyttu bein”'' . Ikki sita í einum toki, men heldur koma út. Tá man er í einum stórbýi, er man so ómetaliga nær fysiskt, men man er langt burtur frá hvørjum øðrum mentalt. Hetta ber næstan ikki til at vera í einum so lítlum samfelagi sum í [[Føroyar|Føroyum]]. [[Tokspor]] røkka víða um, men tá ein hevur verið víða um og upplivað heimin er gott at hava møguleikan at venda aftur til heimstaðin.
Ein heystarkensla er gjøgnumgangandi í sanginum. Teitur syngur um kulda og hvussu býurin berur seg at, tá ið kuldin kemur. Frá at syngja um stórbýin fer Teitur yvir til at syngja um tíðina: ''“Klokkan fylgir sjálvsagt tíðini”'' ; tíðin og klokkan eru treytað av hvørjum øðrum, og annað fylgir hinum. Tíðin kann renna avstað, men somuleiðis ger klokkan. Teitur ætlar sær heim aftur til [[Føroyar]], um so hann skal ganga allan vegin. Hann vil heim at fáa frið frá øllum hurlivasanum. Tað er heilt vist, at eingi tokspor eru í [[Føroyar|Føroyum]], so tørvur er ikki á at bíða eftir tokinum. Í [[Føroyar|Føroyum]] bíðar man ikki eftir nøkrum á sama hátt. Tað keðiliga við ikki at hava tokspor er, at tað krevur tolsemi at bíða. Har eru ikki nógvar ymiskar leiðir man kann fara tá man er í [[Føroyar|Føroyum]].
Eisini framleiðslan, ið Teitur sjálvur hevur staðið fyri, er verd at taka fram, tí hon er so deiliga leys og rúmlig, men á ongan hátt tilvildarlig. Pláss er fyri spæligleðini og teimum spontanu, skeivu hugskotunum, ið ofta gera allan munin, eitt nú klokkuspælið á »[[Tokspor|Toksporum]]«.
 
 
== ''Útisetin'' ==
 
“[[Útisetin]] er at finna á “[[Káta Hornið]]”. Nú er tað so statt, at vit sum oftast noyðast av landinum fyri at útbúgva okkum. Í útvarpinum í dag varð sagt, at ¼ av føroyingum búgva uttanlands. Hetta er sjálvsagt ein stórur partur av Føroya fólki. Av tí sama hava vit nógvar útisetar. Teitur er ein av teimum.
Tá man fer uttanlands, mennist man og víðkar sjónarringin. Í einum samfelagi sum [[Føroyar]] er tað eitt ivamál, um tann breiði sjónarringurin hjá einum passar inn í hetta ofta snævurskygda samfelagið. Heldur enn at koma buldrandi við fremstafingri á lofti, spyr Teitur føroyingar, hvat hann skal taka við í sítt kuffert, um hann flytur heimaftur. Er tað pláss fyri tí, sum hann er vorðin eftir nógv ár á ferð í útlondum?
''“Eg havi fylt við í kjakinum. / Skrivað undur í mótmælinum”'' Til dømis sipar Teitur til tað sera nógv umrødda kjakið um 266b og samkynd. Tað eru víðgongd religiøs sjónarmið, ið fáa alsamt størri ávirkan her á landi. Ikki bert viðvíkjandi 266b, men eisini onnur evni. Teitur spyr:<br />
''»er himmalin og Atlantshavið / eitt vandamikið útsýni? /
eru vit nærri Jesusi / enn onnur fólkasløg?«''
Í útheiminum er tað at vera samkyndur góðtikið, í mun til støðuna í [[Føroyar|Føroyum]]. Tann hugsanarhátturin er góðkendur í útheiminum, og sum føroyingur mennist man og verður settur andlit til andlits við evni sum t.d. samkynd, fosturtøku og tílíkt. Teitur spyr, um hann skal ''“Gloyma alt eg havi lært”'' . Hann kemur við niðurstøðuni, at ístaðin fyri at sálda frá og gloyma alt tað, ið man hevur lært, skal alt tað, ið man hevur lært, heim við í kuffertið.
Hetta er fyrstu ferð, at hetta málið er tikið upp til viðgerðar á henda hátt.
 
<blockquote>
”Man hevur ein rætt at blanda seg, tá ið mann skilir tingini. Eg havi ferðast kring heimin og sæð og upplivað góðar og minni góðar síður av øllum teimum samfeløgum, ið eg havi vitjað. Tískil kenni eg meg so avgjørt skikkaðan at hava eina meining um, hvat kundi verið øðrvísi heima í Føroyum. Eg eri føroyingur, og tá eg eri í [[Føroyar|Føroyum]], eri eg nógv illsintari og meira innblandaður í tingini, enn tá ið eg eri í [[Ongland|Onglandi]] ella [[USA]]. Eg havi stóran áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum allastaðni, men tað er ikki allastaðni, eg havi rætt til at blanda meg. Í Føroyum havi eg”
</blockquote> <br />
 
Í [[Føroyar|Føroyum]] eru røturnar hjá honum longu festar. Tað at fara uttanlands kann bæði festa tær enn meira, ella kann man byrja at kenna seg rótarleysan. Hjá Teiti verða røturnar festar. Hann hevur verið uttanlands og upplivað heimin uttan fyri heimið, og tað hevur gjørt hann klókari viðvíkjandi hvør hann er.
 
 
== ''All My Mistakes'' ==
 
“[[All My Mistakes]]” er seinasti sangur á “[[Stay Under the Stars]]”, og tað er sera passandi at enda við einum so vøkrum sangi. “[[All My Mistakes]]” er mín yndissangur, ið Teitur hevur gjørt. Sangurin sjálvur er sera einfaldur. Bert eitt klaver spælir afturvið røddini hjá Teiti. Teksturin er somuleiðis eisini einfaldur og friðarligur. Teitur fær reist nógvar viðkomandi spurningar við fáum orðum. Man fær meira at síggja av Teiti í hesum sanginum í mun til hinar sangirnir. “[[All My Mistakes]]” er meira persónligur. Tað kennist sum um, at Teitur hevur opnað hjartað hjá sær og skrivar um nakrar ávísar upplivingar, ið eru blivnar ein partur av honum. Hetta kundi væl verið eitt kærleiksforhold, ið er farið. Ístaðin at hókna undir og angra, at man fór inn í hetta av fyrstan tíð, ber til at hyggja at tí sum nakað, ið hevur dannað ein sum persón.
Sangurin sigur okkum, hvørjari støðu Teitur er í, og hvar hann kemur frá. Heitið á sanginum peikar eisini á hetta: “[[All My Mistakes]]” – øll míni mistøk. Í sanginum sigur hann “All my mistakes have become masterpieces” . Oftast er orðið mistak negativt løtt, men hetta heldur Teitur ikki er rætt. Mistøkini hava líka nógv at siga fyri ein sum persón sum alt annað hevur. Man lærir av mistøkunum hjá sær. Mistøkini gerast listaverk, har lívið er listaskálin.
Sangurin snýr seg bæði um, hvussu mistøkini ikki skulu síggjast sum mistøk, og um kærleika. Tá ið dagurin er farin, ber til at hyggja aftur og læra.''“I sing to myself at the end of the day / when I know what the blues is”'' . Har kemur ein løta í lívinum hjá einum og hvørjum persóni, tá ein noyðist at liva í nútíðini og standa til svars fyri alt.<br />
''“There comes a time / you must stay in the moment / while your heart’s still bleeding
There comes a time / when you must walk away / though your heart’s still beating”'' <br />
Henda løtan kann vera sera strævin at koma ígjøgnum. Oftast hevur man hug til at droppa alt og venda aftur til tann gráa gerandisdagin, men her sigur Teitur, at man skal vera trúgvur ímóti sær sjálvum. Tað nyttar ikki at liva eitt lív, ið er grundað á neyðsemju.
Sum menniskju eru vit skjót til at døma onnur. Eingin kann døma ein og siga, hvør er vinnarin, og hvør hevur gjørt nakað skeivt. Vit fáa ymiskt burtur úr okkara upplivingum, og hetta er við til at skapa okkum sum persón.
Tað ber til at fáa sera nógv burturúr hesum sanginum. Sangurin kann til dømis tulkast út frá einum kristnum sjónarmiði. Sangurin viðger eisini styrkina í at fyrigeva. Tað krevur sín mann at fyrigeva næsta sínum og ikki bera alsk. Soleiðis viðger teksturin evni, ið menniskjað hugsar um og setur spurning við.
 
== Tíðarrák ==