[[Mynd:GreatAukMap.svg|thumb|right|250px|Á leið fyrrverandi útbreiðsluøki hjá gorfugli, gulu blettirnir umboða klekingarøki.]]
'''Gorfuglur''' ([[Latínskt mál|latín]] ''Pinguinus impennis L [Alca impennis]'') var ein negara farvaður [[sjófuglar|sjófuglur]], sum nú erbleiv útdeyðurútruddaður um alla verð. Hann var einasta nýggjara slagið í slektini '''''Pinguinus''''', men hann var ikki í ætt við [[pingvin]]ir, hóast hann var fyrsti fuglur, ið var kallaður 'pingvin'. Orðið sigst stava frá [[Wales|walisiskum]] fiskimonnum, ið sóu henda (fyri teimum) ókenda fugl, tá teir fóru at fiska undir [[Nýfundland og Labrador|Nýfundlandi]], og nevndu teir hann ''pen gwyn'' á sínum [[walisiskt|walisiska]] máli, ið merkir "hvíta høvd", eftir stóra hvíta blettinum á høvdinum. Tá europear seinni sóu pingvinir á sunnaru hálvu, ið mintu um gorfuglin, vórðu tær uppkallaðar eftir honum.