Semittar er søguliga heitið fyri tey fólkasløg ið tosa og hava tosað semitisk mál. Orðið "semittur" kemur av syni Nóa nevndur Sem, ið sambært bíbliuni var ættfaðir at teimum semitisku fólkasløgunum, tvs. m.o. arábar, aramæaar, hebræar, bábylonar, kartaginiensar, fønikar og etiopar. Orðið fevnir sostatt øll núlivandi og útdeyðu semitiskttalandi fólkasløgini, men er tvítýtt, tí tað blandar málfrøði og tjóðfrøði (etnografi) saman, og er sostatt ikki í samsvar við nútíðar vísind.

Heitið "semittur" verður stundum nýtt um jødar, serliga í neiliga forminum antisemitisma.

Útvortis ávísing

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið