Sarita Kristina Hansen (fødd 1988[1] í Tórshavn, uppvaksin í Miðvági) er ein føroyskur rógvari. Hon hevur róð føroyskan kappróður í fleiri ár og rør eisini inniróður. Hon hevur tvær ferðir vunnið enska meistaraheitið í inniróðri, English Indoor Rowing Championship, í 2015 við tíðini 7:28:1[2] og í 2016 við tíðini 7.29.5.[3] Í 2015 og 2016 luttók hon eisini á HM í inniróðri í Boston, har hon gjørdist nummar fýra. Bæði foreldur hennara eru fyrrverandi rógvarar, tey eru Haldis og Jógvan Hans Hansen, pápin vann FM við Miðvingi stutt eftir, at Sarita var fødd. Hon fór at rógva sum 10 ára gomul og róði við í fyrstu kappingunum í barnaróðri í Føroyum.

Lívsleið innan rógvingRætta

Heimsmeistarakapping í inniróðri 2020Rætta

  • Sarita vann gull í kappingini á 2000 metra teininum millum kvinnur í aldursbólkinum 30 – 39 ár. Hon róði teir 2000 metrarnar uppá 7.26 minuttir og var á málinum meiri enn fimm sekund undan tí næstu. Harvið gjørdist hon heimsmeistari. [4][5] HM í inniróðri 2020 fór fram fríggjadagin 7. februar og leygardagin 8. februar 2020 í franska høvuðsstaðnum París.[6]

Heimsmeistarakapping í inniróðri 2019Rætta

  • Sarita gjørdist heimsmeistari í lættvektbólkinum, 27-35 ár, í inniróðri. Hon kom fyrst á mál í HM-finaluni við tíðini 07.29.00. HM í inniróðri 2019 fór fram í Kalifornia í USA.[7]

World Indoor Rowing Championships 2016Rætta

  • Nummar fýra hjá kvinnum í opna bólkinum, lættvekt, í 2000 metrum við tíðini 7:27.3.[8]

English Indoor Rowing Championship 2016Rætta

  • Gull í 2000 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 7.29.5
  • Gull í 500 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 1.41.5

World Indoor Rowing Championships 2015Rætta

  • Nummar fýra hjá kvinnum í opna bólkinum, lættvekt, í 2000 metrum við tíðini 7:26.0[9]

English Indoor Rowing Championship 2015Rætta

  • Gull í 2000 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 7:28.1
  • Gull í 500 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 01:42.3

World Indoor Rowing Championships 2012Rætta

Nr. 20 í 2000 metrum, kvinnur lættvekt opin bólkur við tíðini 07:32.6[10]

KeldurRætta