Samuel Jacob Sesanus Olsen

Samuel Jacob Sesanus Olsen, róptur Jacob Olsen (1. oktober 1904 í Sandavági - 13. oktober 1994) var skúlalærari, rithøvundur og týðari. Foreldur hansara vóru Joen Peter Pauli Olsen, fiskimaður, úr Sandavági og Lisbeth Olsen, fødd Magnussen, úr Leynum.[1]

Samuel Jacob Sesanus Olsen í 1929.

Áðrenn Jákup fór á Læraraskúlan, var hann í fimm fjórðingár krambasveinur í Sandavági, og eitt ár var hann til skips. Í 1923 fór hann á Læraraskúlan í Tórshavn og tók prógv haðani í 1926.[2][3]

1. septembur 1926 varð hann settur sum lærari við Tvøroyrar skúla. 1. febr. 1961 gjørdist hann varaskúlastjóri við sama skúla og var í hesum starvi, til hann 67 ára gamal legði frá sær 31. oktobur 1971.[1][2]

1928-1931 var hann saman við Sámal Johansen blaðstjóri á Barnablaðnum.[1][2][4] Úr hesum blað er tilfarið tikið til bókina Nú Breddar, sum Føroya Lærarafelag gav út, tá ið Jacob Olsen fylti 60 ár.[1][5]

1932-33 var hann á Statens Lærerhøjskole og lærdi dýra- og plantulæru eins og enskt og roknimátar. Aftaná læs hann fjarlestur í enskum í 4 ár.[1]

1957-58 tók hann ársskeið á Danmarks Lærerhøjskole í enskum, landalæru og skúlabókasavnsarbeiði.[1]

Hann hevur sitið sum limur í og formaður av Froðbiar sóknar heilsunevnd og eitt skifti limur í líkningarnevndini, eins og hann hevur verið urguleikari við Tvøroyrar kirkju á Tvøroyri í nærum 25 ár.[1][2]

Í nøkur ár var hann settur próvdómari í skrivligum føroyskum hjá realflokki, 9. og 10. flokki. Ofta hevur ein og annar, ið følir seg ótryggan í tí skrivaða málinum, søkt og fingið vegleiðing frá honum.[1]

Úr norskum hevur hann føroyskað bókina Kubbin.[1][2][6]

Jacob Olsen giftist 1. okt. 1933 við Olgu Mariu f. Hansen, dóttir Sigvald og Hansinu Hansen av Tvøroyri. Pápin er ættaður úr Stokke í Noregi. Olga Olsen er fødd 16. oktober 1903 á Tvøroyri.

Útgávur rætta

  • 1951 Regin í Míni jólabók[7]
  • 1953 Símun og flúgvimaskinan í Míni jólabók[7]
  • 1964 Nú breddar[7]
  • 1971 Høgni og Gunnar í "Sig mær eina søgu 1"[7]

Keldur rætta

  1. 1.0 1.1 1.2 1.3 1.4 1.5 1.6 1.7 1.8 Lærarfólk i Føroyum 1870-1976. Føroya Lærarafelag. Tórshavn 1976. Side 205.
  2. 2.0 2.1 2.2 2.3 2.4 Føroyskir fólkaskúlalærarar 1870-1997. Føroya Lærarafelag. Bókadeildin. Tórshavn 1997. Side 257.
  3. https://web.archive.org/web/20140202221044/http://oldsetur.snar01.t3hot.dk/index.php?id=1725 UNIVERSITY OF THE FAROE ISLANDS, årgang 1926. Set den 2. februar 2014.
  4. "Snar. Set den 18. januar 2018.". http://snar.fo/skaldskapur-og-midlar/rithoevundar/o/olsen-jacob-ur-sandavagi/. Heintað 2018-01-18. 
  5. https://web.archive.org/web/20131109232326/http://www.strok.fo/S%C3%B8gan.aspx?ID=676 www.strok.fo
  6. Norskt: nýnorskir tekstir og bókmálstekstir til framhaldsdeildina - Google Books. Set den 18. januar 2018.
  7. 7.0 7.1 7.2 7.3 https://web.archive.org/web/20160316011632/http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP483 Bogudgivelser af Jacob Olsen.
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið