Samuel Beckett
Samuel Barclay Beckett (/ˈbɛkɪt/; føddur 13. apríl 1906, deyður 22. desember 1989) var ein írskur rithøvundur. Hann búði í Paris meginpartin av vaksna lívi sínum. Hann skrivaði bæði á enskum og fronskum. Beckett verður mettur at vera ein av teimum rithøvundum, ið hevur havt størsta ávirkan á aðrar rithøvundar í 20. øld.[3] Hann verður mettur at vera ein av teimum seinastu modernistunum, men eisini sum ein av teimum fyrstu post-modernistunum.
Samuel Beckett | |
---|---|
Beckett í 1977 | |
Fødd(ur) |
Samuel Barclay Beckett 13. apríl 1906 Foxrock, Dublin, Írland |
Andaðist |
22. desember 1989 Paris, Frakland | (aldur 83)
Skaldanavn | Andrew Belis[1] |
Starv | Rithøvundur |
Tjóðskapur | Írskur |
Alma mater | Trinity College Dublin |
Slag | Drama, fagrar bókmentir, skaldskapur, sjónleikir, persónligt brævasamskifti[2] |
Bókmentarørsla | Modernisma |
Týðandi verk |
Murphy (1938) Molloy (1951) Malone Dies (1951) The Unnamable (1953) Waiting for Godot (1953) Watt (1953) Endgame (1957) Krapp's Last Tape (1958) How It Is (1961) |
Týðandi heiðurslønir |
Nobelvirðislønin í bókmentum 1969 Croix de Guerre 1945 |
| |
Undirskrift |
Hann fekk Nobelvirðislønin í bókmentum í 1969.[4]
Keldur
rætta- ↑ Fathoms from Anywhere – A Samuel Beckett Centenary Exhibition
- ↑ Muldoon, Paul (12 December 2014). "The Letters and Poems of Samuel Beckett". New York Times. http://www.nytimes.com/2014/12/14/books/review/the-letters-and-poems-of-samuel-beckett.html. Heintað 13 December 2014.
- ↑ McDonald, Rónán (ed). (2007), The Cambridge Introduction to Samuel Beckett, Cambridge University Press, Cambridge p17
- ↑ "The Nobel Prize in Literature 1969". Nobelprize. 7 October 2010. http://nobelprize.org/nobel_prizes/literature/laureates/1969/. Heintað 7 October 2010.