Samuel Gerald Jones (føddur 12. august 1954), betri kendur sum Sam J. Jones er ein amerikanskur sjónleikari.

Sam J. Jones
er eitt menniskja
Fødd(ur) 12. aug 1954 í/á Chicago
Alma mater Mira Loma High School
Starv sjónleikari, sjónvarpsleikari, modell, filmsleikari, filmframleiðari
Mál Enskt mál
Dátuheiti
ISNI 000000011768518X
VIAF 68721570
LCAuth no2007130449
IMDB nm0429207
Commons Sam J. Jones

Hann er føddur í Chicago, Illinois, vaks upp í Sacramento, California. Hann fekk sítt prógv frá Mira Loma High School í Sacramento í 1972.

Í 1975, áðrenn hann byrjaði sína lívsleið sum sjónleikari, var hann nakin modell í einum Playgirl blaði, men undir einum øðrum navni, Andrew Cooper III.[1] Í 1979 spældi hann sín fyrsta leiklut við Bo Derek í einum romantiskum skemtifilmi við heitinum 10. Árið eftir fekk hann sín higartil kendasta leiklut sum Flash Gordon í 1980 filminum við sama heiti. Hann noyddist at lita hárið ljóst fyri at kunna spæla leiklutin. Filmurin fekk hampiliga sukse, hann innspældi fyri $27,1M í Norðuramerika, og $22m í Stórabretlandi - og tvífaldaði harvið sítt $20M búskett. Meiningin var at gera eina trilogi, men ein ósemja millum Jones og framleiðararnar av Flash Gordon gjørdi at hetta bleiv av ongum. Eftir at filmurin var vístur í biografunum, vóru nakinmyndirnar av Jones endurprintaðar í tíðarritinum Playgirl, og hesaferð stóð hansara veruliga navn saman við myndunum.

Síðan tá hevur hann spælt við í fleiri sjónvarpsrøðum og lágbúskett biograffilmum. Hann spældi leiklutin sum Chris Rorchek í Code Red (1981–1982). Hann hevði gestaleiklut í sjónvarpsrøðum sum The A-Team, Hunter og Riptide'.

Hann hevur spælt við í fleiri filmum ið fóru beinleiðis til videofilmar, t.d. My Chauffeur, Silent Assassins, Driving Force, Jane and the Lost City, American Tigers, Fist of Honor, One Man Force og White Force.

Í 1990-árunum spældi hann leiklutir í filmum sum In Gold We Trust, Enter the Shootfighter, Baja Run, Maximum Force, Hard Vice and Dead Sexy.

Í 2007 spældi hann gestaleiklutin sum fangin Krebb í upprunaligu sjónvarpsrøðini hjá Sci Fi Channel, Flash Gordon. Hann spældi eisini ein víðaðan cameo leiklut sum hann sjálvur við tí ljósa Flash Gordon hársniðinum í 2012 skemtifilminum, Ted.

Keldur rætta

  1. books.google.com - Bók. Høvundur: Jack Lodge, heitið: Hollywood: Sixty Great Years (1930-1990) útgávuár: 1992, forlag: Barnes & Noble, New York, USA ISBN 1853750743, síða 572