Saddam Hussein (28 apríl 1937 - 30 desember 2006) var ein irakiskur politikari og kollveltingarmaður, ið sat sum forseti Iraks frá 16. juli 1979 til 9. apríl 2003. Eisini var hann forsetisráhærri í Irak í tveimum tíðarskeiðum. Frá 1979 til 1991, og aftur frá 1994 til 2003.

Saddam Hussein
صدام حسين
Forseti Iraks
Í embæti
16 Juli 1979 – 9 apríl 2003
Persónlig kunning
Fødd(ur) Saddam Hussein Abd al-Majid al-Tikriti
(1937-04-28)28. apríl 1937
Al-Awja, Saladin Province, Iraq
Andaðist 30. desember 2006(2006-12-30) (aldur 69)
Kadhimiya, Baghdad, Iraq
Politiskur flokkur Arab Socialist Ba'ath Party (1957–1966)
Baghdad-based Ba'ath Party
(1966–2006)
Átrúnaður Sunni Islam

Barnaár

rætta

Saddam Hussein var borin í heim í bygdini Al-Awja. Ein lítil bygd nærhendis Tikrit, har norðuri í Irak. Foreldrini vóru Hussein Abd Al-Majid og Subha Tulfah Al-Mussallat. Navnið Saddam merkir " Stríðsmaðurin, ið stendur stinnur". Bæði faðir og bróðir hansara doyðu av krabbameini áðrenn hann var føddur. Hetta hevði við sær, at mamma Saddam, Subha, gjørdist sera tunglynd. So tunglynd gjørdist hon, at hon bæði royndi at fremja fosturtøku, og at taka lívið av sær sjálvari.

Tá Saddam var borin í heim vildi mamma hansara einki hava við sonin at gera, og hetta hevði við sær at ein beiggji hennara tók dreingin til sín. Sum 10 ára gamal rýmdu hann og mammubeiggjin, Khairallah Talfah til Baghdad. Talfah var sum ein pápi fyri Saddam.

Politiska lívsleiðin

rætta

Í tíðini tá Saddam vaks til mann hevði kollvelltingarhugurin fest seg í Irak. Hetta sást serliga aftur í, at framhugsnir politikarar og sosialistar settu seg upp ímóti stættini. Sum ungur maður gjørdist Saddam Hussein limur í Arabiska sosialistiska Ba'ath flokkinum. Tað var sum formaður í hesum flokkið, at Saddam tók valdi í Irak í 1979.