SSP stendur fyri samstarv millum skúla, sosiala verkið og politiið. SSP er stutt og greitt eitt tvørfagligt samband millum skúlan, sosialar myndugleikar og løgregluna. SSP hevur ein umráðandi leiklut fyri at fyribyrgja herverk, harðskap og misnýtslu millum ung. Ætlanin við hesum samstarvið er, at man arbeiðir fyribyrgjandi, sostatt at ung kunnu fáa vegleiðing og stuðul, áðrenn tey koma út í kriminalitet.

Kriminalitetur

rætta

Hvat er kriminalitetur?

rætta

Fatanirnar eru ymsar tá ið tað kemur til hvat kriminalitetur er, men kriminalitetur er í roynd og veru, tá ið tú hevur brotið eina lóg.

Hvør er kriminellur?

rætta

Tað er ymiskt hvør verður hildin at verða kriminellur. Summi siga, at so skjótt tú hevur brotið eina lóg, ert tú kriminellur, meðan onnur siga, at um lógarbrotini endurtaka seg aftur og aftur, so er talan um at vera kriminellur.

Fyrr varð hildið av summum, at tú sást hvørji vóru kriminell og hvørji ikki. Enntá hildu summi fólk seg eisini vita, hvat slag av brotsverki ein persónur helst fór at fremja. Hetta sást á skalla skapinum, nøsini, oyrunum, eygunum og høkuni. Tað var ikki nakað tú kundi gera við, tí soleiðis vart tú bara føddur. Fólk við serligari útsjónd vórðu tí oftari løgd undir brotsverk og sett føst.

Kanningar vísa, at

rætta
  • - ung fólk eru meiri kriminell enn eldri
  • - menn eru meira kriminellir enn kvinnur
  • - kriminalitetur er størri í býunum enn á bygd
  • - fólk við styttri útbúgving eru meiri kriminell enn fólk við longri útbúgving.

Kyn og kriminalitetur

rætta

Sum sagt, so eru tað fleiri mannfólk enn kvinnur, ið gera brotsverk og onnur lógarbrot. Dreingir eru kanska frekari og djarvari enn gentur. Men eisini kann orsøkin vera, at dreingir skulu liva upp til hetta at vera raskir, og kanska eisini prógva sítt virði? Tað fellur tí lættari hjá dreingjum at fremja innbrot, ræna og at leypa á. Harafturímóti eru líka nógvar kvinnur sum menn, ið stjala úr handlum.


Kriminalitetur í býi og á bygd

rætta

Meiri kriminalitetur verður framdur í býi enn á bygd. Orsøkin til hetta er, at fólk ikki kennast so væl sum á bygd. Um tú býrt úti á bygd, so er verri at gera herverk inná bilin hjá nábúgvanum, enn um tú býrt í býi. Býur er størri og tað ger møguleikarnar fyri, at ein og hvør annar kann hava gjørt herverkið.

Ung og kriminalitetur

rætta

Tá talan er um ung – 15 til 19 ár – og kriminalitet, er talanin serliga nógv um innbrot, tjóvarí og herverk. Tá tosað harðskap, verður tað serstakliga tosað um 20 til 24 ára gomul, tað verður framt av. Tá tú ert ungur, roynir tú at finna teg sjálvan, og fer so smátt frá foreldrum tínum. Tú roynir at finna út av hvat tú klárar, hvat tú torir og hvat tú ikki torir og klárar, og tú kann finna uppá at gera onkur brotsverk, men tað veldst eisini hvat hvørjum vinarbólki tú ert umringaður av ella roynir at verða ein partur av.

Tá ið vit spyrja tey ungu um grundgeving fyri, at tey fremja lógarbrot, verður tað oftast svarað:

  • at tey ikki tíma at ganga í skúla
  • at tey eru bókliga veik (80% fáa ella hava fingið serundirvísing í skúlanum)
  • at foreldrini vísa ikki áhuga fyri teimum, tey eru líkasæl
  • at lærara gera mismun
  • at tað er ov lítið skil á heima
  • bólkatrýst
  • happing
  • harðskapur í sjónvarpið og á sjónbondum.

Hvat kann verða gjørt?

rætta

Fólk, ið vita nógv innan hettar evni, halda tað vera neyðugt at gera kriminalfyribyrgjandi arbeiði bæði á samfelagsliga og –einstakligaøkinum:

Á samfelagsligaøkinum kann vera talan um:

  • - Strangari revsing
  • - Meira løgreglu
  • - Bøta um frítíðarmøguleikarnar hjá børnum og ungum
  • - Hjálpa familjum, ið eru illa fyri peningaliga og í aðrar mátar.

Á einstaklingaøkinum kann vera talan um:

  • - Enn harðari revsing av lógarbrotum, ið venda aftur
  • - At hjálpa til við útbúgving
  • - Hjálpa til við nýggjum bústaði.
  • - Hjálpa lógarbrótarum at koma inn aftur í samfelagi eftir lokna revsing, so tey sleppa undan at koma inn aftur í eitt kriminelt umhvørvi.

Enn verður nógvur kriminalitetur framdur. Men tó verða fólk kunnaði nógv meira, enn tey vórðu tá. So vit verða meiri vís um kriminalitet og lógarbrot. Fyrr var ofta ein sjálvfylgja, at tú gjørdi tað hini gjørdu, eisini um tú ikki hugaði hetta. Fólk søgdu ikki ofta frá um, at hetta ikki var nakað tey høvdu áhuga í at gera.

Tað er nógv sum kann gerast fyri at fyribyrgja lógarbrotum. Eitt sum verður nokk so nógv brúkt er upplýsingarátøk, so man kann fyribyrgja áðrenn brotini verða framd, og at hjálpa familjum, ið eru illa fyri fíggjarliga, tí tað eru ofta hesi, sum koma útfyri kriminaliteti.