Oxygen
(Ávíst frá Súrevni)
| |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
Oxygen (latín oxygenium, úr grikskum ὀξύς-, oxys-, "sýra", upprunaliga "hvast", frá smakkinum á sýru, og -γενής, -genēs, "framleiðari", upprunaliga "upphav"; symbol O), er eitt frumevni, ið hevur atomnummar 8 í skeiðbundnu skipaninini. Á føroyskum verður evnið eisini nevnt súrni og súrevni av upprunaheitinum, sum meira neyvt kundi verið umsett sýruupphav. Latínska heitið kemur av, at lívrunnin evni sum t.d. fiti verða súr, tey trána, av oxygeni, og nanvgevarin, franski evnafrøðingurin Antoine Lavoisier, helt oxygen vera í øllum sýrum. Almenna danska heitið er oxygen, men heitið ilt verður eisini brúkt. Hetta seinna navnið kemur av, at oxygen nørir um eld.
Í reinari, turrari luft eru umleið 21 rúmprosent av O2.