Marie-Ségolène Royal (fødd 22. september 1953 í Dakar í Senegal) er ein franskur politikari. Hin 16. november 2006 varð hon av limunum í Sosialistaflokkinum (Parti Socialiste) vald til valevni teirra til franska forestavalið í apríl og mai 2007. Í fyrsta umfari gjørdist hon nummar tvey við 25% av atkvøðunum, men við aðru rundu fekk hon 46,7% og tapti móti Sarkozy, ið fekk 53,3%. Í fleiri ár helt hon saman við François Hollande, sum hon eigur fýra børn saman við. Hann var formaður fyri Parti Socialiste frá 1997 til 2008.

Ségolène Royal

Útvortis ávísingRætta

Sí miðlasavnið