Rognkelsi (frøðiheiti: Cyclopteridae) er ógvuliga klumput í útsjónd og líkist ikki øðrum fiski ið liva kring Føroyar. Í staðin fyri búkfjaðrar hevur rognkelsi eina soguskál undir búkinum. Í gýtingini í mars verður kallfiskurin næstan svartur um bakið og reyðbrúnur um búkin. Rognkelsi kemur inn á grunt vatn at gýta. Eins og hjá smá­fiskinum í taranum, ansar kallfiskurin rognkorninum. Kvennfiskurin gýtir fleiri túsund egg í eina stóra rúgvu, sum kallfiskurin síðan verjir. Eggjarúgvan kann liggja so ovarlaga í sjónum, at hon flýtur upp í vatnskorpuna. Kortini heldur kallfiskurin vakt og endar tí mangan við at verða etin av fugli.

Rognkelsi verður innan alivinnuna í Føroyum nýttur til tess at minka um tali av lúsum á aldum laksi. Rognkelsi dámar væl lús og riggar tí væl at seta í aliringar saman við laksunum. Tað hevur víst seg, at ikki øll rognkelsi eta nógvar lýs, og tí verða royndir gjørdar við at ala fram rognkelsi ið eta nógvar laksalýs.[1]

Keldur

rætta