Rogier Blokland
Rogier Philip Charles Eduard Blokland (f. 16. februar 1971 í Dordrecht) er niðurlendskur málvísindamaður og professari í finsk-ugriskum á universitetinum í Uppsala.
Lívsleið og gransking
rættaBlokland las á universitetinum í Groningen, tók magistaraprógv í 1997 og doktaraheiti í 2005 við Cornelius Hasselblatt. Aftaná starvaðist hann sum dosentur, gestadosentur og vísindaligur medarbeiðari á ymiskum universitetum, millum annað í Tallinn, Tartu, á Ernst-Moritz-Arndt-universitetinum í Greifswald og á Humboldt-universitetinum í Berlin.
Frá 2005 til 2006 var hann í starvi í professaraembætinum í finsk-ugriskum málum (Cornelius Hasselblatt) í Groningen og frá 2009 til 2010 røkti hann professaraembætið í finsk-ugriskum/uralskum (fyrr Eugen Helimski) á universitetinum í Hamburg. Í 2011 tók hann við starvinum sum amanuensis í professaraembætinum í finsk-ugriskum málum (Elena Skribnik) á Ludwig-Maximilians-universitetinum í München.
Í 2014 varð Rogier Blokland settur í professaraembætið í finno-ugriskum málum á stovninum fyri samtíðarmál á universitetinum í Uppsala. Undan honum starvaðist Lars-Gunnar Larsson í professaraenbætinum.
Granskingaráhugamálini hjá Blokland eru tey eystursjóvarfinsku, permisku og sámisku málini, har ímillum tekst hann serliga við málføri og skjalfestingar.
Útgivið (úrval)
rætta- Einevnisrit
- 2009 The Russian loanwords in literary Estonian. Wiesbaden
- Ritstjórn
- 2007 Language and Identity in the Finno-Ugric World. Maastricht (saman við Cornelius Hasselblatt)
- 2002 Finno-Ugrians and Indo-Europeans: Linguistic and Literary Contacts. Maastricht (saman við Cornelius Hasselblatt)
- Grein
- 2012 Borrowed pronouns: evidence from Uralic. Finnisch-ugrische Mitteilungen 35: 1–35.
- 2011 Komi-Saami-Russian contacts on the Kola Peninsula. Language Contact in Times of Globalization, ritstj. Cornelius Hasselblatt, Peter Houtzagers & Remco van Pareren. Amsterdam & New York. 5–26 (saman við Michael Rießler)
- 2010 Vene mõju eesti keeles. Keele rajad. Pühendusteos professor Helle Metslangi 60. sünnipäevaks, ritstj. Ilona Tragel. Tartu. 35–54 (saman við Petar Kehayov)
- 2003 The endangered Uralic languages. Language Death and Language Maintenance. Theoretical, practical and descriptive approaches, ritstj. Mark Janse & Sijmen Tol. Amsterdam. 107–141 (saman við Cornelius Hasselblatt)
- 2002 Phonotactics and Estonian etymology. Finno-Ugrians and Indo-Europeans. Linguistic and Literary Contacts, ritstj. Rogier Blokland & Cornelius Hasselblatt. Maastricht. 46–50.
- 2000 Allative, genitive and partitive. On the dative in Old Finnish. Congressus Nonus Internationalis Fenno-Ugristarum IV. Tartu. 421–431 (saman við Nobufumi Inaba)