Robert Clotworthy er ein amerikanskur raddarleikari. Robert Clotworthy er best kendur sum frásøgufólkið í Ancient Aliens hjá History Channel og í leiklutinum sum Jim Raynor í StarCraft, víðkanini StarCraft: Brood War,[1] og StarCraft II: Wings of Liberty og StarCraft II: Heart of the Swarm.[2]

Byrjanin av yrkisleiðini rætta

Yrkisleiðin hjá Roberti sum raddarleikari byrjaði, tá hann var 15 ára gamal: "Pápi mín framleiddi útvarpslýsingar, og frá einum ungum aldri var eg við honum í upptøkuhølunum. Eg hitti summar av teimum bestu leikarunum (Jerry Stiller, Anne Meara, Mel Blanc, June Foray osfr.), og teir góvu mær íblástur."[3]

Leiklutur sum Jim Raynor í StarCraft rætta

Robert leggur rødd til høvuðsleiklutin Jim Raynor í StarCraft-telduspølunum. Robert leikti Raynor fyrstu ferð í StarCraft, har Raynor er ein av høvuðsleikarunum í søguni í spælinum. Hann var aftur Raynor í víðkanini StarCraft: Brood War.[1] Ein lesarakanning í GameSpot útnenvdi Raynor sum ein av teimum 10 bestu hetjunum í telduspølum, og GameSpot rósti serliga góðskuna í raddarleikinum hjá Roberti Clotworthy.[4]

Tólv ár eftir, at StarCraft kom út, var Robert Clotworthy aftur í leiklutinum sum Raynor í StarCraft II: Wings of Liberty[2] Søgan í Wings of Liberty leggur serligan dent á Terranarnar og serliga Raynor, sum í spælinum hevur høvuðsleiklutin. Eitt ummæli av Wings of Liberty á ITP.net gjørdi greitt, at Robert Clotworthy hevði leikt Raynor fullkomiliga[5], og Robert Clotworthy vann "GotY Awards 2010 – Best Voice Acting"-virðislønina hjá reactiontime.co.uk.[6]

Aðrir leiklutir rætta

Robert Clotworthy hevur verið við í fleiri enn 100 filmum og sjónvarpsrøðum.[3] Hann var "Kriminaltøkningur" í fýra pørtum av amerikonsku sjónvarpsrøðini Hunter frá áttatiárunum.[7] Robert Clotworthy var frásøgufólkið í dokumentarunum Empire of Dreams: The Making of the Star Wars Trilogy and Star Wars: The Legacy Revealed, sum vórðu í uppskoti til eina Emmy-virðisløn. Robert Clotworthy var eisini frásøgufólk í sendingunum Indiana Jones and the Ultimate Quest og Batman Unmasked: The Psychology of the Dark Knight.[8] Robert Clotworthy er eisini kendur sum røddin á Marshall Law í bæði Tekken 5 og víðkanini Tekken 5: Dark Resurrection.

Tilvísingar rætta

  1. 1.0 1.1 Robert Clotworthy, Medievaldragon. 2007-06-06. Starcraft - Robert Clotworthy / Jim Raynor Interview Archived 2007-10-07 at the Wayback Machine. Blizzplanet. Accessed 7 September 2010.
  2. 2.0 2.1 Medievaldragon. "Robert Clotworthy staðfestir, at hann aftur skal vera Jim Raynor í StarCraft II". IncGamers. http://starcraft.incgamers.com/blog/comments/robert-clotworthy-confirms-he-returns-as-jim-raynor-in-starcraft-ii/. Heintað 2010-09-07. 
  3. 3.0 3.1 "Interview with Robert Clotworthy". jitZul.com. http://jitzul.com/sections/interviews/?target=142. Heintað 2010-09-07. 
  4. Cheung, James. "Number 10: Jim Raynor". TenSpot: Reader's Choice – Best Heroes. GameSpot. http://www.gamespot.com/features/tenspot_readers_heroes/page1.html. Heintað 2010-09-09. 
  5. Saundalkar, Jason. "Starcraft II: Wings of Liberty - Games - Reviews". ITP.net. http://www.itp.net/581260-starcraft-ii-wings-of-liberty. Heintað 2010-09-09. 
  6. Marsden, Joe. "GotY Awards 2010 – Best Voice Acting". reactiontime.co.uk. http://www.reactiontime.co.uk/2010/12/goty-awards-2010-best-voice-acting. Heintað 2011-04-01. 
  7. Abbott, Jon. Stephen J. Cannell Television Productions: A History of All Series and Pilots. ISBN 0-7864-4173-9. 
  8. Clotworthy, Robert. "Biography of Robert Clotworthy". http://www.robertclotworthy.com/bio.swf. Heintað 2010-09-09. 

Ávísingar úteftir rætta