Ritvit
Ritvit (kunstig intelligens, AI, vitlíki) er eitt øki innan teldufrøði, sum miðjar á at skapa maskinur, ið kunnu loysa uppgávur, sum vanliga krevja menniskjaliga vitan. Hetta kann vera alt frá at kenna myndir aftur, skilja mál, læra frá royndum ella taka avgerðir. Ritvit kann nýtast til alt frá at vinna á menniskjum í spølum til at loysa torgreidda rokning og greina stórar mongdir av dátum.
Tvey sløg av ritviti
rætta- Sterkt ritvit: Hetta er hugtakið um, at maskinur ein dag kunnu menna vit (bevidsthed) og fatan á sama støði sum menniskju.
- Bleytt ritvit: Hetta slagi av ritviti er meira praktiskt og miðjar eftir at eftirgera menniskjaligar førleikar uttan at hava veruligt vit. Bleytt ritvit kann loysa uppgávur sum at kenna andlit aftur, skilja talu og spæla spøl, men uttan veruliga fatan av umheiminum.
Søgulig vegamót í ritviti
rættaRitvit hevur rokkið nógvum stórum bragdum seinastu árini:
- 1997: IBM’s Deep Blu vann á heimsmeistaranum Garry Kasparov í talv.
- 2011: IBM’s Watson vann spurnarkappingina Jeopardy! móti teimum bestu menniskjaligu spælarunum.
- 2015: Ritvit fór at koyra sjálvstýrandi bilar, so sum Google’s Waymo.
- 2017: Google’s DeepMind AlphaGo vann á heimsmeistaranum í borðspælinum Go, sum leingi varð mett at vera ein ógjørlig avbjóðing fyri ritvit.
- 2022: OpenAI’s ChatGPT, eitt málmodel, varð sett á stovn og fekk milliónir av brúkarum stutt eftir. Tað kundi skriva tekstir, svara spurningum og enntá klára próvtøkur.
- 2023: ChatGPT kláraði løgfrøði próvtøkur á University of Pennsylvania og varð nýtt aktivt í útbúgvingarskipanum.
Nýtsla av ritviti í dag
rættaRitvit verður nýtt á nógvum ymiskum økjum:
- Heilsuverkið: Ritvit hjálpir við at staðfesta sjúkur, menna heilivág og hjálpa til við skurðviðgerðum.
- Samferðsla: Sjálvstýrandi bilar eru vorðnir veruleiki, og ritvit spælir ein týðandi leiklut í at bøta um samferðsluskipanir.
- Útbúgving: Ritvit verður nýtt til at læra næmingar, serliga í londum sum Japan og Suðurkorea, har ritvit hevur tikið leiklutin sum ensklærari.
- List og mentan: Ritvit er farið at skriva tónleik, mála myndir og enntá framleiða filmar. Skipanir við ritviti sum ChatGPT kunnu eisini skapa yrkingar, greinar og bókmentir.
- Spøl og undirhald: Ritvit vinnur ikki bara á menniskjum í telving og Go, men eisini í meira torgreiddum telduspølum sum Starcraft II.
Framtíðar møguleikar og avbjóðingar
rættaVísindafólk og mennarir arbeiða við at menna førleikarnar hjá ritviti at læra og laga seg eftir umstøðunum. Meðan bleytt ritvit er nógv nýtt í dag, er sterk ritvit enn ein hugsandi møguleiki, men langt frá at verða veruleiki. Tað eru tó nógvar etiskar umhugsanir, tá ið tað kemur til vald og ávirkan hjá ritviti. Kjakið um, hvørt ritvit kann menna vit, ella um tað er ein hóttan móti samfelagnum, heldur fram.
Samstundis verður ritvit alsamt meira tvinnað inn í dagligdagin við øllum frá persónligum hjálparum sum Siri og Alexa til framkomnar skipanir, ið stýra ferðsluni, fyrispáa veðrið og mangt annað. Tað er stórt potentiali, men eisini tørvur á reglugerðum og ábyrgdarfullari nýtslu av tøknini.
Skjót menning av ritvit gevur nógvar møguleikar, men reisir eisini spurningar um etikk, trygd og eftirlit, sum bæði serfrøðingar og samfeløg mugu taka støðu til í framtíðini.