Reyni Service er ein bilasøla, ið umboðar Toyota og Lexus. Reyni Service byrjaði í 1947 sum bilverkstaður og maskinverkstaður. Reyni Service hevur fingið ISO14001 viðurkenning og harafturat eisini umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.[1] Fyritøkan stuðlar føroyskum ítróttarfeløgum. Eitt nú var Reyni Service høvuðsstuðul hjá kvinnuliðnum hjá B36 í fótbólti í 2016.[2]

Reyni Service
Slag av virkiBilasøla og verkstað
Stovning1947
StovnariSigird av Reyni
HøvuðssætiVegurin Langi 41, Hoyvík
Tal av sølustøðum2
LyklafólkLeif av Reyni (nevndarformaður)
Sámal av Reyni (stjóri)
Eivind av Reyni (nevndarlimur)
SlagorðKoyri trygt, koyri Toyota!
Starvsfólk44

Søgan

rætta

Byrjanin

rætta

Virksemið hjá fyritøkuni byrjaði í 1947 niðri í Rættará. Bygningurin var í trimum hæddum, har hvør hædd var um 60 fermetrar til støddar. Niðasta hæddin var bilverkstaður, mittasta hæddin maskinverkstaður, meðan ovasta hæddin var íbúð hjá Sigird av Reyni við familju, stovnara av fyritøkuni.

Umboð uppá Morris

rætta

Sigird, sum var elektrikari, arbeiddi í Danmark undir seinna heimsbardaga. Av tí at hugurin eisini lá til bilar, eydnaðist honum eftir samráðingar við DOMI at fáa umboðið uppá ensku Morris-bilarnar í Føroyum.

Sigird bilasøluna um hendi

rætta

Fyrstu árini var Sigird sjálvur leiðari av øllum virkseminum, men av tí at hann eisini gjørdi el-installatiónir, valdi hann at lata Frits Jensen og Sverra Djurhuus taka sær av verkstaðnum. Sjálvur tók hann sær av bilasøluni og goymsluni.

Fyrsta buglu- og lakkverkstaðið í landinum

rætta

Fyritøkan í Rættará hevði ein serligan fyrimun fram um aðrar við tað, at Frits Jensen, eisini róptur Bugli Jensen, var tann einasti í Føroyum tá í tíðini við útbúgving innan buglur og lakkering.

Verkstaðið verður yvirtikið

rætta

Í 1969 yvirtók Eivind av Reyni verkstaðin í Rættará. Eivind var avlærdur hjá Frits Jensen, sum byrjaði virsemið í Gundadali fyrst í 60'unum, har Effo-støðin er í dag.

Nýtt partafelag

rætta

Fyrst í 1973 stovnaðu Sigird, Eivind og Jóann av Reyni partafelagið P/F Reyni Service. Eivind gjørdist stjóri í nýstovnaða felagnum.

Flutt verður í nýggj hølir

rætta

Sum bilavirksemið mentist og meiri ferð kom á bilasøluna í 70'árunum, vóru tankar frammi um at finna annað hóskandi øki til fyritøkuna. Tað eydnaðist fyritøkuni at fáa eitt øki uppi í Hoyvík í 1976, og kundi Reyni Service flyta í nýggj hølir tann 6. mai 1978. Hetta var ein sera stór broyting frá tí, sum var frammanundan, samstundis sum nýggir møguleikar góvu seg til kennar undir nógv víðkaðu karmunum.

Frá Morris til Toyota

rætta

Reyni Service, sum framvegis seldi ensku bilarnir Morris, fann útav, at hesir bilar ikki longur høvdu somu dygd sum í 50- og 60'unum. Tað hevði við sær, at leitað varð eftir øðrum møguleikum á marknaðinum. Rósing Rasmussen í Runavík, sum hevði selt Toyota síðan miðskeiðis í 60'unum, hevði um sama mundið avgjørt at gevast við sínum virksemi.

Nýggj og nútímans hølir vóru viðvirkandi til, at Reyni Service hevði fyrimunin fram um aðrar umsøkjarar at fáa umboðið í Føroyum frá Toyota Danmark.

Reyni Service fekk fyrstu sendingina av Toyota-bilum í mai mánað 1980.

Toyota mest seldi bilur í Føroyum

rætta

Toyota var mest seldi bilur í Føroyum fyrstu ferð í 1986, og hevur Toyota verið mest selda bilmerkið 16 ferðir seinastu 18 árini.

Útbygging

rætta

Tíggju ár eftir at flutt varð niðan til Hoyvíkar, varð virksemið aftur økt so nógv, at støða varð tikin til at byggja ein stóran bygning, umleið 2000 fermetrar tvørturum aftanvers á økinum. Hesin bygningur bleiv tikin í nýtslu 6. mai 1989.

Bygningurin gav aftur nýggjar møguleikar, so sum Tidy Car og bilframsýning í ovaru hæddini, meðan plátu- og lakkverkstaðurin kundi húsast í niðaru hæddini.

Truplar tíðir

rætta

Útbyggingin í 1989 var eitt stórt tak og ein stór íløga hjá Reyni Service, og hevði fyritøkan neyvan farið undir hesa stóru ætlan, vitandi um ta svárastu kreppu nakrantíð, sum lúrdi stutt eftir at flutt varð í nýggju hølini.

Tað var ein tíð, sum gjørdi, at bæði familja og starvsfelagir komu at merkja týdningin av at standa saman, og veruliga stríðast fyri at halda skútuni omaná, tá ið harðast leikaði á. Eivind er eisini teimum sera takksamur, sum gjørdu tað møguligt at finna loysnir, so virksemið ikki fór fyri bakka.

Reyni Service í dag

rætta

Í dag starvast umleið 50 fólk á Reyni Service. Av teimum starvast fýra á deildini í Klaksvík, sum Reyni Service yvirtók í 2001, eftir at Hans Berg Hammer hevði havt sølu og tænastu fyri Reyni Service síðani 1989.

Gongdin síðani kreppuna hevur verið mennandi og góð fyri fyritøkuna, sum í dag fegnast um støðugt virksemi bæði í Havn og í Klaksvík.[3]

Keldur

rætta

Slóðir

rætta