Reyðmaðkurin (frøðiheiti: Lumbricidae) blandar moldina og ger, at væta og luft seta niður í moldina og gera hana betri. Til eru fleiri enn 3000 reyðmaðkasløg. Hvussu fruktagóð moldin er, veldst nógv um reyðmaðkin. Sum maðkurin etur sær holur ígjøgnum moldina, koma ósodnaðar leivdir úr bakendanum. Flestir reyðmaðkar liva av ræ, men summir eru ránakendir og taka nógv ymisk smádýr. Hóast reyðmaðkur er liðormur, eru ikki allir liðirnir eins. Gøgn gongur gjøgnum alt dýrið. Nervalagið er í tveimum streingjum, ið liggja tætt saman nær undirborðinum og koma saman í fremra enda í einfaldan heila. Tá ið reyðmaðkur skríður, arbeiða æðrarnar sum hjarta.

Reyðmaðkur.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið